Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BankNordik stuðlar sendingini Sat í sofuni eitt kvøldið og sapp­aði millum tær ymsu kanalir­nar í sjónvarpinum. Sum vera man, verður tú aðru hvørja løtu bombarderaður við einari langari svadu av reklam­um fyri bæði eitt og annað. Eitt gott høvi at líka hygg­ja skránna ígjøgnum og vita, um okkurt man fara at koma, sum IKKI verður endur­sent fyri sjeyndu ferð. Tað var tá, at eg datt fram á eina nýggja sokallaða reality send­ing, kallað »6 på date«. Tað plagar nú at vera umvent, at date kann enda við »6«, men nú snýr tað seg altso um 6 fólk sum eru á date. Líkamikið, tí tað er nú ikki so áhugavert í hes­um samanhangi. Tá eg fór at lesa um inni­ hald­ið í sendingini, kom tað sum eitt snarljós av opnum himli. Nú er tað aftur handa for­brenda tíðin á árinum! Heyst­kvøldini gerast longri, myrkari, vátari og kaldari. Og vit skulu aftur tvangsfóðrast við alskyns realityserium, sum fylla so at siga alla sjón­ varps­skrán­na á tamb! Tað kann gott verða, at eg eri óintressantur í so máta, at eg fyri tað mesta leiti eftir tíðindum, gemenum undirhaldi sum Natholdet, Gint­berg og Klovn, TopGear og fótbólti. Og fyri ein miðal­ óintres­sant­an føroyskan sjón­varps­hyggjara sum meg, er hetta ikki mín árstíð. Tí eitt er líka sikkurt sum at reality­send­ingarnar fylla alla sjónvarpsskránna, all­ ar tíðindasendingar, øll tey ku­lør­tu bløðini og allar net­ miðl­ar í heyst-, vetrar- og vár­ hálvu­ni. Tað er, at vit hava í minsta lagi ein føroying í hvørjari sending. Og mín sann, um ikki »6 på date« hesa viku­ na borðreiðir eina norður­at­ lan­t­iska popptøs, sum skal finna sær handa fitta sjeikin hon einaferð langtsíðani sang so pent um. Men henda sendingin er ikki tann einasta... »X-Factor« á DR1, »Voice« á TV2, »Paradise Hotel« á TV3, »Singleliv« á Kanal 4 og »6 på date« á Kanal 5. Og í hvørjari einastu av hes­ um sendingunum hava, eru ella fara føroyingar at verða við. Og tað er hetta, eg nú skal brynja meg til. Stóra sam­talu­ evnið komandi hálva árið ella so verður føroyska luttøkan í danska realityuniversinum. Eg skammist ikki av okkara lut­tøku. Als ikki. Vit eiga fram­ úr­skarandi sangarar og nógv­ ar flottar dullur, sum gera teim­um donsku til skammar aftur­ímóti. Hinvegin er mín áhugi í realitysendigunum ótrú­liga lítil. Men fyri yvir­ høv­ur at kunna tosa við mill­um føroyingar og norð­ ur­lend­ingar, sum síggja før­oy­ ing­ar­nar klára seg væl, eri eg noyddur at fylgja eitt sind­ur við. Eg má frívilliga lata meg tvangsfóðra við upplýsingum um hvussu føroyingarnir stan­da seg og hvussu tey nú megna at umboða Føroyar. Tí tað verður millum annað eg, sum komi at standa til svars fyri teirra luttøku. Tað verður meg, flokks- og starvsfelagar fara at spyrja, tá prátið fellur inn á føroyska luttakaran. Fylgi eg ikki við – eri eg uttan­ fyri. Tí er tað forbrenda di­ lemm­aið hjá mær hetta: Skal eg vóna at tey koma langt og enn einaferð seta lítlu Føroyar á heimskortið eina stund – ella skal eg vóna at tey rúka út aftur sum skjótast, so eg fái frið. Skal eg verða solidariskur og stuðla okkara egnu við sms’um og øðrum ella skal eg verða egoistiskur og lata vera. Eitt eri eg so eitt hundrað pro­sent vísur í. Eg eri hvørki tann einasti ella seinasti, sum grísli tenn um, at reality-se­ song­in við føroysku íkastu­ num enn einaferð er skotin í gongd. Vælkomin til veruleikan. Vælkomin til reality Ghetto klumman Hóast teir báðir Edmund Joensen og Sjúrður Skaale mangan eru ósamdir, tá ið umræður politisk viðurskifti, so standa teir saman sum ein maður, tá ið umræður mentan. Tað gjørdu teir greitt í Ghetto Føroyar í gjár. Fríggjadagin er Mentanarnátt í Keypmannahavn, og tað inniber eisini eitt føroyskt mentanarligt íkast. Á Christiansborg verður føroyskur tónleikur við Una R. Debess, Høgna Lisberg og kórini Mpiri. Haraftrat verður føroyskur laksur frá Ársins Virki Luna borðreiddur, og sum prikkurin yvir i'ið verður dysturin millum Føroyar og Svøríki vístur. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale bjóðaðu eisini inn til føroyska mentanarnátt á Christiansborg í fjør, og tað eydnaðist sera væl. Ein ørgrynna av føroyingum leitaðu sær til kontórið hjá føroysku fólkatingslimunum fyri at hoyra Kim Hansen og Onnu Nygaard, sum framførdi í fjør. Og vakri tónleikur gjørdi, at fleiri útlendingar leitaðu sær til føroyska hornið á slottinum, fyri at vita hvat var á skránni. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale vísa á, at tað hevur sera stóran týdning at varpa ljós á føroysku mentanina í Keypmannahavn, og samstundis meta teir, at eitt slíkt kvøld kann vera við til at fáa ferðafólk til Føroya. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale vísa á, at teir útlendingarnir, sum vitjaðu í fjør, fingu nógvar upplýsingar um Føroyar, og teir báðir vóna, at tað eisini kann vera við til at økja um áhugan fyri Føroyum sum ferðamannalandi. - Standa saman um mentanina Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio. Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin.