fríggjadagur 12. oktober 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Christoffer Columbus kemur við skipum
sínum til Bahamasoyggjar 12. oktober í 1492.
Í Amerika kalla tey dagin »Landing Day«
Sunnudagin 14. oktober verð
ur Jóhannes Sørensen í Por
keri, 80 ár. Jóhannes er sonur
Hans Paula undir Stígnum og
Kristionnu, sum var ættað úr
Leirvík. Tey vóru fýra systkin
Margith, Elisabeth, Dania og
Jóhannes, sum var yngstur.
Nú eru bert Jóhannes og
Dania eftir av teimum.
Jóhannes var bert fimm
ára gamal, tá ið hann misti
mammuna, sum doyði í 1937
av nátasjúkuni. Bert í Por
keri doyði 5 konur í besta
aldri hetta heystið. Seinni
giftist Hans Pauli upp aftur
við Bettu f. Heinesen, og tey
fingu børnini Karin, sum
doyði sum smágenta, Karin
Helenu, sum doyði í 1983 og
Pola. Hans Pauli var bert 59
ára gamal, tá ið hann doyði í
1962.
Tá
mamma
Jóhannes
doyði, var tað fyrst og fremst
tann elsta systirin Margith,
sum tá var 12 ár, ið saman við
ommuni tók húsið uppá seg.
Men systrarnar hjá Jóhannes
giftust sum frá leið allar
norðureftir, so Johannes var
tann, sum kom at vera eftir
í húsinum. Systrarnar vóru
eisini sera takksamar fyri
tað fyrimyndarliga saman
haldið, sum var millum Bettu
og Jóhannes.
Jóhannes arbeiddi í sín
um ungu árum vanligt fyri
fallandi arbeiði, sum fiska-
og vegarbeiði. Men hann
var heilsuveikur, og hetta
avmarkaði hansara arbeiðs
førleika.
Men tað, at Jóhannes hev
ur verið í húsinum, hevur so
merkt, at húsfólkið hevur
havt sín fasta stuðul í hon
um. Hetta var ikki minst
galdandi, tá ið pápin doyði,
og
stjúkmannan
gjørdist
einkja. Tá tók Jóhannes sær
av tí mannfólkaarbeiði, sum
mátti gerast í einum húsi.
Jóhannes
var
somuleiðis
ein framúr stuðul hjá sínum
hálvsystkjum. Var tørvur
á hjálp til eitt ella annað, so
var Jóhannes altíð til dystin
fúsur, um tað so var at vera
barnagenta ella hvat hann
kundi vera. So tað kann sig
ast um Jóhannes, at hann
er ein álitismaður í odd og
egg. Tað kann eisini sigast,
at Sólgerð og Poli hava lønt
Jóhannes hetta aftur, nú
hann er farin at eldast.
Jóhannes er skilamaður.
Hann fylgir væl við í tí,
sum hendir í samfelagnum,
og hann hevur eisini sína
meining um tað. Hann minn
ist sera væl, og hann dugir
væl at greiða frá.
Jóhannes er so stak dám
ligur og vinsælur persónur.
Hann fer stillisliga fram
og ger ongan háva burtur
sær. Trúfesti er eitt annað
eyðkenni fyri hann. Hetta
er sjálvsagt fyrst og fremst
mótvegis hansara nærmastu.
Men hetta er eisini í politikki.
Porkeri er ein tann fremsta
javnaðarbygd í landinum.
Hans Pauli var javnaðar
maður av tí góða gamla slag
num, og javnaðarmaður er
Jóhannes eisini. Tað er eing
in, sum kann taka hann av
fótum í hesum.
Miðvikan í seinasta blaði
var eisini ættarsøga hjá Jó
hannes. Jóan Karl á Skála var
abbabeiggi hansara. Abbin,
pápi mammuna, kallaðist
Kristian.
Langabbin
var
tann tiltikni Kristjan á Skála.
Rakst hevur fólkið verið, sum
tað verður væl lýst í hesi frá
søgn. Hesin eginleiki er eisini
farin í arv!
Tað ber til at heilsa uppá
Jóhannes í Bethania í Porkeri
leygardagin frá kl. 18.
Góði Jóhannes, vit ynskja
tær hjartaliga tillukku við
teimum 80 árum við tøkk
fyri títt trúfesti.
ó.
Jóhannes Sørensen, Porkeri, 80 ár