Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyrri partur Í samband við fíggjar­lógar­ uppskotið, sum var til við­ gerðar í farnu viku, gera fleiri viðurskifti seg galdandi, sum Kommunusamskipan Før­ oya vil átala. Millum ann­að verða eykaútreiðslur lagd­ar á kommunurnar á barna­ vernd­arøkinum, útreiðsl­ur­ nar hjá kommununum til rentu­stuð­ul vaksa og van­ligar hoyr­ings­manna­gongdir verða broyt­t­ar. Tingmál nr. 36, 38 og 41 Tingmál nr. 36 “Uppskot til løg­tingslóg um broyting í løg­tingslóg um landsskatt og kommunuskatt” og ting­ mál nr. 38 “Uppskot til løg­ tings­lóg um broyting í løg­tings­lóg um stuðul til rentu­útreiðslur av lánum” hava fíggjar­liga ávirkan á komm­unurnar. Tingmál nr. 36 leggur upp til, at ávísar forsorgar­veitingar gerast skatt­skyldugar við tí úrsliti, at komm­un­urnar saman­ lagt fáa eina meirinntøku á 7,7 mió. kr. Fyri at viga upp ímóti hesari meirinntøku hjá kommununum, verður sam­ bært tingmálið nr. 38 gjørdar broytingar í rentu­stuðuls­ lógini. Sam­bært upp­skotinum økist komm­unurnar part­ur av stuðul­inum til rentu­út­ reiðslur við 2,5% ella 8,75 mió. kr. Komm­unurnar missa samanlagt ein góða millión krónur or­sakað av hesum báðum upp­skot­unum. Hóast inntøkur og út­ reiðslur nærum javn­viga fyri tann samlaða komm­unala geiran, so er eingin trygd fyri, at hetta ger seg galdandi, tá ið talan er um tær einstøku kommunurnar. Sannlíkt koma nakrar komm­unur at missa meir og aðrar minni. Stuðulin til sethúsarentur er seinastu árini minkaður úr 40% í 2009, og eftir ætlan verður hann 36% í 2013 og 35% í 2014. Sama tíðarskeið er landsins partur minkaður úr 27 niður 19,5, ímeðan komm­ unurnar partur er vaksin úr 13% uppí 15,5%. Hetta er eisini greitt brot á gjørdar avtalur. Tá ið far­ið var undir at niðurlaga rentustuðulin í 2009, varð avtalað, at stuð­ulin skuldi minka bæði hjá landi og kommunum. Hetta sæst eisini í nú avtiknu løg­tingslóg nr. 171 frá 22. de­sember 2009, har ásett var, at útreiðslubýtið av rentu­stuðli­num í 2014 skuldi verða ávíkavist 23% og 12% fyri land og kommunur í staðin fyri 19,5% og 15,5%, sum fyri­liggjandi uppskot leggur upp til. Samstundis verður ann­ að løgtingsmál lagt fram, løg­tings­mál nr. 41/2012, “Upp­skot til løgtingslóg um broyt­ing í løgtingslóg um løn­hæddar­avgjald”. Hetta upp­skotið mælir til at hækka lønar­hæddar­avgjaldið fyri tryggingar-, banka,- spari­ kassa og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tæn­ ast­ur úr 10% upp í 12%. Sambært viðmerking­un­ um til uppskotið er enda­ málið við ætlaðu hækk­ing­ini at út­vega inntøkur til at fíggja eina óvæntaða hækk­ing í útreiðslunum til rentustuðul í 2013. Rentu­stuðulin er ein óbein­leiðis stuðul til pen­ inga­stovn­arnar, og tí verður hildið meira hóskandi at hækka lønhæddargjaldið enn at hækka aðrar skattir og av­gjøld ella lækka sjálvan rentu­stuðulin. Meirinntøkurnar á 6 mió. kr. fella burturav í landskassan Sum sæst er uppskotið fyrst og fremst ætlað at kom­pen­ sera fyri øktu útreiðslurnar til rentustuðul í 2013. Tað er tí átaluvert, at allur hes­in peningur skal falla í lands­ kassan, samstundis sum ein alsamt størri partur av útreiðslunum til rentu­stuðul verður lagdur til komm­ unurnar. Av tí at komm­ un­urnar eiga ein alsamt vaksandi part av rentu­stuðli­ num átti um ikki øll, so í øllum førum ein partur av hes­um inntøkum, at fallið í kommunu­kassarnar. Hoyringsmannagondir Í samband við tingmál nr. 36 og 38 verður brot eis­ini framt á allar van­ligar fólka­ræðisligar manna­gongdir í samband við hoyringar. Hoyr­ingsfreistin er ásett at vera 10. oktober. Men samstundis fara málini til 1. viðgerð í løgtinginum dag­in fyri, tann 9 oktober. Við øðrum orðum viðgera løg­tingslimir uppskotini utt­ an at hava kunnleika til, hvat hoyringspartarnir meina um málið. Endamálið við hoyringum er at geva løgtinginum eitt neyvari grundarlag at taka støðu út frá og tryggja, at avvarðandi part­ar sleppa til orðanna. Hetta er fólka­ræðis­ liga grund­hugsanin aftan fyri hoyr­ingar. At skunda ein 1. viðgerð ígjøg­num utt­an avvarðandi part­ar eru hoyrd­ ir, er greitt brot á alla vanliga siðvenju, og ilt er at síggja nakra sakliga grundgeving fyri, at hetta verður gjørt. Samanumtikið Kommunurnar kunna ikki góðtaka, at løgtingsins fíggj­ ar­lóg á hvørjum ári álegg­ ur kommununum eyka­ út­reiðslur, eins og týð­andi inntriv verða gjørd í komm­ unu­búskapin, uttan at komm­ unurnar eru tiknar við uppá ráð, enn minni hoyrd­ar. Kommunustýri í øllum land­inum sita í hesum døg­ um og royna at fáa eina muna­góða fíggjarætlan gjørda fyri komandi ár. Tað er sera hugstoytt og nið­ur­ brót­andi fyri virkis­hug­in í kommununum, at lands­stýrið á hvørj­um ári óróg­v­ar hetta ar­beiðið við at senda komm­ un­un­um eyka­rokningar. Spaku­liga men áhaldandi verð­ur ár undan ári máa burt­ ur av inn­tøku­grundar­lagnum hjá kommunum. Um Havnin skal vera ein kreativur og litfagur býur í framtíðini, har skap­andi virksemi trív­ ist, er alneyðugt at vit fáa viðtikið eina byggi­ sam­tykt, so gom­ul hús ikki verða tikin niður. Og tað eru fleiri grundir til at hesir bygn­ing­ar verða varð­veittir. Bæði William Heine­ sen og Jørgen-Frantz Ja­cob­sen settu Havnina og bókmentaliga heims­ kortið við teirra lýs­ing­ um av fólki, og lív teirra í heimsins minsta høv­ uðsstaði. Men teir settu eisini liva­ndi og rám­andi orð á teir fys­isku karmar, sum eru baktjald í skald­ søgunum. Sostatt er av alstórum týdningi m.a. at varð­veita gomlu pakk­húsini í Vágsbotni, húsini úti á Reyni og Skansan. Hesi gomlu bygn­ings­verk geva ikki bara sam­leika, men eru eisini við til at lokka fleiri útlendsk ferðafólk til okkara hugnaliga høvuðs­stad, enn vit helst geva okk­um far um. Tó er eisini umráðandi at varðveita og renovera nýggjari bygningar í mið­ býnum fra t.d. 1950'un­ um og 1960'unum, tí teir eru við til at geva bý­num og havnarfólki sam­leika. Og sum eg áður havi ført fram, eiga vit harumframt at skapa meira lív og gleði í mið­býnum við at skapa møgu­leikar hjá fólki at búgva har. For­ treyt­in fyri at mið­býur okkara kann gerast eitt slag av vakstrar­húsi fyri nýhugsan og krea­ tiviteti er sjálvsagt at fólk sleppa búgva har og at tey sleppa nýta og upp­liva hann - eisini í frítíðini. Men fysisku karm­ ar­nir skulu verða teir røttu, og tí er av størsta týðn­ingi at vit fáa gjørt byggi­sam­tyktir, sum verja og verna um okk­ra høvuðs­stað sum skjót­ ast. At broyta byggi­sam­ tyktir og sum harvið eisini fara at skapa ein enn meira livandi miðbý, er sjálvsagt eisni ein fíggjarligur spurningur. Av somu orsøk hevur núverandi býráð lagt upp til, at samalagt skulu upp til 5 millónir kr. av á fíggjarætlanini fyri 2013 til miðbýarætlanir. Harav eru 3 milliónir settar av til eina framtíðarætlan fyri Skálatrøð. Les meira á www.levimork.com Nýtt lív skal laðast í miðbýnum kommunuval 2012 Levi Mørk valevni Ein sólskinssøga við skuggasíðum Elin N. W. Tausen Valevni á lista E til býráði í Tórshavnar kommunu Tað, at dagstovnasøkið er lagt út til kommunurnar, verð­ur ofta lýst sum ein sól­ skinssøga, og sum verandi ein fyrimynd fyri onnur øki, sum ætlandi verða løgd út til kommununar at umsita. Stór framstig eru hend tey seinastu 12 árini. Framstig, sum vit als ikki skulu síggja burtur frá. Ansingartørvurin er nøktaður, økið er bygt út við dagførdum stovnum osfr. Men tað veldst um eygað ið sær, tí dagstovnaøkið er fyri meg meira enn ansingartøvur og bygningar. Tí talan er eisini um eitt øki, sum skal hava eitt innihald, sum er álagt við lóg. Ansingarøkið er ein tann størsti útreiðsluposturin hjá kommununi. Men velja vit at síggja økið sum eina útreiðslu ella eina íløgu í okkara egnu framtíð? Vilja vit raðfesta rætt­ind­ ini hjá børnunum til at vera í einum umhvørvi, sum er mennandi og lærandi? Eitt umhvørvið, sum samstundis er merkt av umsorgan, trygg­ leika og nærverandi starvs­ fólkum, sum hava orku at vera til staðar? Starvsfólk, sum førleikamenna og út­ búgva seg fyri at alla tíðina at kunna betra um læri­um­ hvørv­ið hjá børnum? Ja. Sjálv­andi vilja vit tað! Tíðin er komin til at raðfesta inni­ haldið børnum at frama, tí vit hava sum samfelag ikki ráð til annað ... Børnini eru okkara framtíð! Viðmerkingar frá KSF til løgtings fíggjarlógin 2013 Gunvá við Keldu Forkvinna Kommunusamskipan Føroya Í uppskotinum til fíggjar­lóg fyri 2013 gera landsmyndug­leikarnir seg enn einaferð inn á kommunala geir­an. Gjørdar avtalur verða brotnar, vanligar hoyrings­mannagongdir verða settar til síðis, og enn einaferð legg­ur landsins fíggjarlóg upp til, at eykarokning verður send kommununum. Kjak