fríggjadagur 12. oktober 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hørður er ársins
unglingaleikari
Fótbóltur Hørður Askham er av venjarunum í unglingadeildini
valdur til ársins leikara í unglingum. Hann hevur sett sær høg mál
fyri komandi kappingarár og ætlar at gera um seg í Effodeildini
Tróndur Arge – ÍSF Húsið
Tað er venjarafelagið, VFF, sum
stendur fyri venjaratiltakinum.
Her verða vald ársins venjarar hjá
monnum og kvinnum, umframt
ársins eldsál og ársins unglinga
leikari.
Tiltakið sjálvt verður í samband
við landsdystin í dag millum Før
oyar og Svøríki. Tað verður aftaná
í ÍSF húsinum, at ársins venjarar,
unglingaleikari og eldsál alment
verða avdúkaði.
Orsaka av, at Hørður Askham
skal av landinum í dag, so var eitt
lítið framskundað møti í ÍSF hús
inum í gjárakvøldi.
Fyrst var tað formaðurin í venj
arafelagnum, Frankie Jensen, ið
bjóðaði vælkomin. Síðani handaði
Oddbjørn Joensen, U19 landsliðs
venjari, Hørðuri Askham steypið
sum prógv upp á at hann er ársins
unglingaleikari.
– Sum U19 landsliðsvenjari havi
eg sæð nógvar dystir hjá ungling
um í ár. Hørður hevur altíð verið
eyðsýndur og mangan verið millum
teir bestu, sigur Oddbjørn Joensen.
Hørður hevur í ár spælt við 1.
deildarliðnum hjá 07 Vestur, sum
vann 1.deild, umframt at spælt við
unglinginum hjá B36, ið gjørdust
steypavinnara.
– Tú hevur fjølbroyttar dygdir og
eg meti at tú hevur møguelikan at
menna teg víðari, segði Oddbjørn
áðrenn hann handaði 18 ára gamla
U19 leikaranum steypið.
Málið er Effofótbóltur
komandi ár
Tað var ein glaður og smílandi
Hørður Askham, sum Sosialurin
hitti eftir handana.
– Eg eri ótrúliga fegin um at
hava fingið hendan heiðurin. Tað er
altíð deiligt at fáa rós, sigur Hørður
Askham
Sjálvur hevur ungi 07 Vestur og
B36 leikarin sett sær sum mál at
sleppa at royna seg í bestu deildini
komandi ár.
– Málið er at byrja inni í Effo
deildini komandi kappingarár, sigur
Hørður avgjørdur á málinum.
Hann er sinnaður, at arbeiða
hart gjøgnum allan veturin fyri at
verða klárur til eitt kappingarár í
bestu deildini.
Tað er ikki avgjørt hvar Hørður
spælir komandi ár. Umtað verður í
B36 ella um hann heldur fram við
vaksmannafótbólti í 07 Vestur, sum
er nýtt lið í Effodeildini.
– Einki er avgjørt enn, men tað
kemur nokk upp á pláss skjótt,
sigur Hørður.
Góð ráð frá pápanum
Eftirnavnið Askham, er ikki ókent í
føroyska fótbóltsheiminum. Hørður
er sonur meistaravenjaran hjá EB/
Streymi, Heðin Askham. Tað hevur
sínar fyrimunir og vansar.
– Babba er altíð klárur við onkr
um góðum ráðum um eg havi nakr
ar spurningar, greiður Hørður frá,
meðan Heðin hevur hug at spíla
oyrini út og lurta hvat sonur hevur
at siga um hann.
Tað er altíð gott at fáa góð ráð
heimani frá, men tá pápin er bæði
venjari hjá U21 landsliðnum og
felagnum, sum júst er blivið FM
vinnari, so eru ráðini eisini kritisk,
tá avrikið ikki hevur verið so gott.
– Hann plagar at skriva okkurt
niður, tá eg havi spælt. Serliga
tá vit hava tapt, so hevur hann
skriva nógv niður, sigur Hørður og
flennur.
Tað er greitt, at Hørður Askham
hevur evnini og vilja at royna seg
sum fótbóltsleikara. Nú verður
spennandi at fylgja gongdini hjá
ársins leikara hjá unglingum 2012 –
Hørður Askham.
trondur@sosialurin.fo
Tað verður kendi miðverjin, sum í
framtíðini skal standa á odda fyri ti
ítróttarliga partinum hjá Tvøroyrar
Bóltfelag.
Sambært
TB
kemur
kendi
leirvíkingurin at hava ábyrgdina
av øllum venjarunum í felagnum.
Hans Fróði skal eisini verða við
til at uppbyggja og styrkja um
felagsandan í felagnum ímillum
leikarar,
venjarar,
foreldur
og
viðhaldsfólk.
TB metir, at samstarvið við Hans
Fróða kemur at geva felagnum
tryggar og professionellar ítróttar
ligar karmar, og at felagið frameftir
verður eitt lokkandi felag at leika
við hjá øllum.
Hann skal somuleiðis verða ein
hjálpandi hond hjá nevndini og
taka sær av tí ítróttarliga partinum
av felagnum.
Hans Fróði var hjálparvenjari
hjá besta liðnum farna kappingarár,
og er hann útbúgving mental coach
og Parent mental coach.
Hans Fróði spældi í síni tíð fót
bolt í Føroyum, Noreg og Íslandi,
umframt at hann spældi 26 lands
dystir og skoraði eitt mál fyri før
oyska landsliðið.
TB bjargaði sær lívið í bestu
deildini á seinasta leikdegnum. Tí
verður TB at síggja í Effodeildini
komandi kappingarár.
trondur@sosialurin.fo
Hans Fróði ítróttarstjóri í TB
Mynd: Álvur Haraldsen
Er hann nevndur, so er hann
kendur. Kendi útvarparin av
Tvøroyri hevur í nógv ár arbeitt
við ungdómsfótbólti hjá TB og
tað hevur saman við ótrúliga
skemtiligu frásagnunum verið
við til, at hann í ár er ársins
eldsál.
Venjarafelagið hevur valt
ársins eldsál og valið fall á
tvøramannin og íðna TB við
haldsmannin, Niels Petersen.
Sjálvur er Niels ógvuliga fegin
um heiðurin og hann lovar
at neistin sum brennir fyri
fótbóltinum í honum ikki
slóknar.
– Hetta er ótrúliga stórt.
Tað tók eina løtu áðrenn eg
skilti hvussu stórt hetta er,
sigur Niels við sínum eyðkenda
smíli.
Niels Petersen hevur í nógv
ár arbeitt við ungdómsfótbólti
í TB og úrslitini tala fyri seg. Í
næstseinasta umfari í lands
kappingini mátti TB verða
uttan fleiri leikarar, tí teir vóru
við U19 til EM undankapping.
– Eg havi næstan búð við
vøllin við Stórá síðani hann
kom. Eg búði so tætt við tann
gamla vøllin, at tað var ongin
trupulleiki at líka hoppa oman
tá tað var eitt hvørt, men nú er
tað ikki tað sama, men tað ger
einki. Eg brenni fyri tí, sigur
Niels Petersen.
Niels er fegin um heiðurin
og lovar, at hugurin altíð fer at
vera har.
– Hetta ger at eg fari at tími
uppaftur betri. Neistin sum
brennur fyri TB fer aldrin at
slóka, so leingi hjárta pumpar.
Eg havi altíð at hava áhuga fyri
fótbólti, men at fáa ein slíkan
heiður ger tað bara meiri huga
ligar at halda fram, sigur Niels
Petersen at enda.
Tað er nevndin í venjarafel
agnum, sum hevur valt ársins
eldsál.
trondur@sosialurin.fo
Ársins eldsál
Niels Petersen:
Tað er framvegis ikki greitt
hvør verður venjari hjá HB
komandi kappingarár. Bæði
formaðurin og venjarin vátta
at partarnir tosa saman, men
ikki meiri enn tað.
HB megnaði á seinasta leik
degnum at tryggja sær eitt
heiðursmerki, og eitt pláss
í Europa League við einum
málleysum javnleiki móti ÍF í
Fuglafirði.
Málið hjá HB undan kapp
ingarárinum var at vinna sær
eitt pláss í Evropa, men okk
urt bendir á, at tað ikki hev
ur sannført leiðsluna um at
Sigfríður Clementsen er einasti
rætti maðurin fyri HB. Meðan
fleiri leikarar hava longt sátt
málan við HB, so er venjara
spurningurin ikki komin upp
á pláss enn.
Finnbogi Arge, formaður
í Havnar Bóltfelag, váttar at
partarnir tosa saman.
–
Vit
tosa
við
Sigfríð
Clementsen, men enn er einki
avgreidd. Tað er ein avgerð,
sum nevndin skal taka, sigur
Finnbogi Arge og vísur á, at
felagið hevur ein budget at
halda seg til og nógvir prikkar
skulu fella upp á pláss.
Sigfríður Clementsen váttar
somuleiðis, at partarnir tosa
saman, men vísur á, at so leingi
ongin sáttmáli er gjørdur, so er
hann opin fyri øðrum.
– Ja, tað er rætt at vit tosa
saman, men so leingi sum eg
ikki havi skrivað undir ein
sáttmála, so eri eg sjálvandi
opin fyri øðrum møguleikum,
sigur Sigfríður Clementsen.
Sigfríður Clementsen tók
við í fjør, tá 12 umfør spæld
av landskappingini. Finnbogi
Arge gjørdist formaður í felag
num, tá teir undan hesum
kappingarárinum settu eina
kreppunevnd,
sum
skuldi
bjarga HB úr fíggjarligum
trupulleikum.
Onkrar leysasøgur hava
verið um, at ÍF venjarin,
Flemming Christensen, skal
verða ávegis HB. Hetta hevur
ongin sum Sosialurin hevur
tosað við undirbygt, og tí er
hetta fyribils bara ein leysa
søga.
trondur@sosialurin.fo
Venjaraspurningurin
ikki avgreiddur
Havnar Bóltfelag:
Mynd: Álvur Haraldsen