Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur A-landsdystur Føroyar - Svøríki upptakt Jóannes Hansen Tað ræður um at vinna fulla úr­tøku. Hvussu tað verður gjørt hev­ur ikki størsta týdningin. Málið er altíð at spæla hugflogsríkt og undir­hald­ andi, men tað eydnast ikki altíð. Tá er tað betri at vinna, hóast spælið ikki hevur verið av tí besta, heldur enn at hava spælt væl og ikki at hava vunnið fulla úrtøku. Hetta heldur svenski lands­liðs­ venjarin Erik Hamrén, sum í gjár saman við sínum monnum legði síðstu hond á fyrireikingarnar til dyst­in á Tórsvølli í kvøld. Hvat heldur tú um tað, at tað verður spælt á graslíki? – Prinsipielt haldi eg, at fótbólt­ur eigur at verða spældur á grasi. Men vit mugu hava virðing fyri veður­ lagi og vakstrarumstøðum. Tað er frægari at spæla á góðum graslíki heldur enn á vánaligum grasi. Svenski ábyrgdarmaðurin ger nógv burturúr, at tað ikki kann roknast við lætt vunnum stórsigri. – Vit skulu spæla ímóti Týsk­ landi týskvøldið, men í løtuni hugsa vit bara um avbjóðingina ímóti Føroyum. Eg havi stóra virð­ ing fyri mótstøðuliðnum. Úrslitini seinastu vikurnar hava víst, at eing­ ir sigrar eru lætt vunnir. Spania skoraði sigursmálið ímóti Malta í 87. minutti, og tað var ikki fyrr­enn í yvirtíðini, at Italia skoraði seinna málið í 2-0 sigrinum á Malta. Sjálv­ andi verður tað fínt, um vit í hálv­ leikinum eru frammanfyri við fleiri málum og harvið kunnu taka frá og spara okkum til týskvøldið, men soleiðis kunnu vit ikki rokna við, at tað fer at ganga, ásannar svenski venjarin. Erik Hamrén kennir ikki so lít­ ið til føroyskan fótbólt. Tá ið hann var venjari í AaB vóru Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen millum spæl­ ar­arnar, og hann hevur verið í Før­oyum í UEFA Cup ørindum við norska Rosenborg, sum hann vandi, áðrenn hann tók við ábyrgdini fyri svenska landsliðnum. – Eg havi hugt at dystinum ímóti Týsklandi. Føroysku spælararnir spældu við hjartanum, og teir vóru væl skipaðir alla tíðina. Eg leggi ikki í at taka einstakar spælarar fram. Heldur snýr tað seg um hjá okkum at finna fram til, hvussu vit yvir 90 minuttir kunnu laga mótstøðuliðið niður og tryggja okkum øll stigini. Um vit skulu hugsa um at røkka til endaspælið í Brasilia, so er tað alneyðugt at vinna øll stigini her í Føroyum. Millum svensku miðlafólkini, sum eru í Føroyum, er eingin ivi um uppskriftina, sum skal nýtast fyri at vinna í kvøld: – Tað snýr seg um at fáa leik­ ferðina upp. Ímóti Kazakstan var hon alt ov lág. Og so snýr tað seg um at leggja høgar sendingar inn í føroyska brotsteigin. Zlatan Ibrahimovic er sjálvskrivaður, og Mathias Ranégie er stinnur í høvuðs­pælinum. Hann verður á lands­liðnum fyri fyrstu ferð í kvøld, tí hann hevur hesar dygdirnar í luft­spæl­inum, sigur Carl Juborg í Expressen. Svenski venjarin heldur ikki, at tað fyri hansara viðkomandi er so nógv øðrvísi at fyrireika seg til avbjóðinga í kvøld og hana ímóti Týsklandi týskvøldið: – Um vit hugsa um miðlarnar og áhugan í tí sambandi, so sigur tað seg sjálvt, at tað er øðrvísi at vera í Før­oyum heldur enn at spæla ímóti Týsklandi. Men fyri venjaran er av­ bjóðingina tann sama á tann hátt, at tað snýr seg um at analysera mót­støðuliðið og finna fram til dygdir og veikleikar og at seta rætta liðið og finna fram røttu spæl­skip­ anina. Hvør er styrkin hjá føroyska lið­ num? – Tað er væl skipað í verju­part­ inum, og í álopspartinum skulu vit ansa serliga væl eftir í deyð­bólts­ støðum. Verður Svøríki partur av enda­ spælinum í Brasilia? – Tað ætla vit okkum. Eingin ivi er um, at Týskland er stórfavorittur at vinna bólkin. Vit eru fleiri, sum kappast um næstfremsta plássið, og í tí kappingini haldi eg, at vit hava góðar møguleikar. Um tað skal eydnast, so mugu vit vinna ímóti Føroyum á útivølli. Tað verður ikki lætt, men eg rokni avgjørt við, at tað skal eydnast, sigur Erik Hamrén. joannes@sosialurin.fo Tað er ikki hissini hjálp, ið niður­ flutta FC Suðuroy fær í vetur. Tað er ongin minni enn Jón Bjarnason, sum skal standa fyri kropsligarvenjing hjá teimum ungu í felagnum. Hann er best kendur sum maðurin handan brøgdini hjá Páli Joensen. Sum ein krút­harður svimjivenjari, ið krevur nógv av sínum svimjarum. Í FC Suðuroy hava tey tó sæð aðrar dygdir í Jón Bjarnason. Tey hava sett hann sum kropsligan venjara hjá felagnum og undir­tøkan er góð, – Eg visti um 6-7 ungar spæl­ arar sum vóru aktuellir. Men har møttu 25 spælarar, ungir sum tilkomnir, eg var ikki sørt bilsin, sigur Jón við sudurras.fo. Hóast Jón Bjarnason er best kendur frá svimjingini, so hevur hann arbeitt við øðrum venjinginum eisini, tá hann læs niðri. – Tá ið eg las í Danmark, høvdu okur fyrrverandi venj­ara hjá Superligafelagnum AAB í Aalborg sum lærara á venjara­skúlanum, og tvør­fakliga valdi eg eitt tíðarskeið at arbeiða saman við einum sum lærdi til fót­bóltsvenjara og hevði sína dagligu gongd í AAB. Hetta var áhugavert, serliga tí at her var ein hópur av ungum monnum sum vandu næstan eins nógv og mínir svimjarar, og fysiska venjingingarætlanin kundi fyri tað verið gjørd av sama per­sóni, greiður Jón frá á Suður­ oyarportalinum. FC Suðuroy mátti tungu leiðina niður í 1.deild í ár, meðan unglingarnir vunnu silvur heiðurs­merki. Tað boðar frá einum góðum ungdómi og Jón Bjarnason metir at tað kanska er gott, at teir fáa møguleikan at royna seg í næstbestu deild­ini fyrst. trondur@sosialurin.fo Jón Bjarnason Jón Bjarnason skal hjálpa FC Suðuroy Zlatan til venjing á Tórsvølli Heilivágurin er ferðin og innleggini Fótbóltur Svenski landsliðsvenjarin Erik Hamrén heldur tíðina vera farna frá, tá ið pinkutjóðirnar løgdu rygg til stórtap ímóti teimum stóru Erik Hamrén til tíðindafund í FSF húsinum Myndir: Álvur Haraldsen