Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 12. oktober 2012 8 VIKUSKIFTI Ludomani Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Lógvarnir verða sveittutir, pulsurin hækk­ar, og adrenalinið súsar í kropp­ inum. Tú ivast ikki í, at hesaferð verður tað. Hesaferð vinnur tú. Pengaspøl so sum poker og tipping eru als ikki óvanlig, og fleiri føroyingar brúka nógva tíð upp á at royna eydnuna í onkrum av hesum spølunum. Spøl sum kunnu geva stórar peningaupphæddir, um tú ert so heppin at vinna. Fyri tey flestu, ið fáast við hesi spølini, er talan um eitt undirhaldandi og stuttligt ítriv, men fyri summi gerst hugurin at spæla pengaspøl so mikið stórur, at talan er um spæliørsku, eisini kallað ludo­ mani. – Ludomani kann samanlíknast við flest onnur sløg av misnýtslu. Ístaðin fyri eitt nú alkohol ella rúsevni hava ludo­manar tørv á tí spenninginum, sum teir upplivað, tá teir spæla, sigur Eyðun Joensen. Hann er fyrrverandi kliniskur sálar­frøðingur við psykiatriska depilin á Lands­sjúkrahúsinum og hevur meira enn tredivu ára royndir innan sálar­ frøðina. Hava tørv á spæli Ein av orsøkunum til at menniskju yvir­høvur tíma at fáast við ymisk spøl er, at vit frá náttúrinnar síðu hava hug at spæla. – Øll menniskju hava nakrar grund­ leggjandi tøvir, og harímillum er spæl ein tørvur. Sum fyribrigdi er eydnu­ spæl um stóran og skjótan vinning sera gamalt, tí longu í gamla Rom var neyð­ ugt hjá myndugleikunum beinleiðis at bannað spæli, tí spøl fingu vald á menn­ iskj­unum har, greiðir Eyðun Joensen frá. Tað er ofta spenningurin, ið spæl hevur við sær, sum ger, at fólk yvir­ høv­ur tíma at spæla poker ella brúka tíð upp á at fara oman í kioskina við ein­um veddingarseðli. – Teimum flestu dámar væl spenn­ ingin, sum jú er ein týdningar­mikil part­ ur av teimum ymsu pengaspølunum. Eins og við spæli, so er spenningur eis­ini ein grundleggjandi tørvur, sum kann nøktast við til dømis einum spæli av poker, sigur Eyðun Joensen, sum legg­ur dent á, at hjá teimum flestu eru penga­spølini bert eitt ítriv og tekur ikki yvir­hond. – Tað er hvør sítt at tíma at spæla penga­spøl og so at gerast bundin at tí. Vanlig fólk spæla hesi spølini væl vitandi um, at tey ikki vinna hvørjaferð, men tá tað endiliga sigur bingo, so tíma tey at spæla aftur, og tað er tað, sum drívur verkið hjá teimum flestu. Hjá einum ludomani hinvegin verður per­ són­urin bundin at spenninginum, sum liggur í óvissuni »vinni eg ella tapi eg«. Hugurin at spæla verður so stórur, at alt annað verður skúgvað til viks. Sakna spenning Sambært Eyðun Joensen kann tað hugs­ ast, at tey fólkini, ið gerast bundin at penga­spølum, sakna ein ávísan spenn­ ing í gerandisdegnum. – Øll hava vit brúk fyri einum ávís­ um spenningi ella avbjóðingum, men tá tørvurin á spenningi tekur yvir – Summi klára ikki at steðga spælinum, hóast familjulív og fíggjarstøða eru í vanda. Tað er tá, talan er um spæliørsku, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur