fríggjadagur 12. oktober 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 12. oktober 2012
11
VIKUSKIFTI
seinmodernað samfelag uttan somu
moderniseringstilgongd, sum vit kenna
frá eitt nú Danmark og Svøríki. Tí er
átrúnaður í Føroyum framvegis í stóran
mun eyðkendur av einum innihaldi,
sum eyðkendi religiónina áðrenn
moderniseringina.
Men granskingin hjá Jannu Egholm
Hansen avdúkar eisini, at Føroyar
standa á einum religiøsum vegamóti.
Gamla átrúnaðarliga siðvenjan er eisini
undir trýsti í Føroyum. Hesa meting
byggir hon eitt nú á eygleiðingar av
føroyska samkomu umhvørvinum, har
ein staðfesting er, at tað sum varð mett
at vera »syndugt og ikki« hevur førkað
seg rættuliga nógv seinastu 30 árini. Tí
hóast gudfrøðin, tær religiøsu lærur
nar, stórt sæð eru tær somu, so er livi
hátturin, serliga hjá yngra ættarliðnum,
nógv broyttur.
Hon vísir á, at hetta ber við sær
eina ávísa andsøgn millum gudfrøði
og religiøsa praksis, men sum sam
komurnar kanska ikki geva sær so
nógv far um. Men talan er um greiðar
ábendingar um eina innhýsis sekulari
sering í sjálvum samkomunum, er ein
av hennara avdúkinginum í PhD verk
ætlanini.
– Religiøsi ungdómurin í Føroyum
praktiserar ein nógv opnari kristindóm
enn eldra ættarliðið, sum enn í stóran
mun dýrkar ein meiri siðbundnan
átrúnað. Yngra ættarliðnum dámar væl
religiøsa shopping, har ein ikki er eins
tengdur at ávísari samkomu, men kann
loyva sær at vitja ymsar samkomur.
Eisini ber væl til, at sameina t.d. tað
at ganga á møti við at ganga í býnum.
Sum heild hava tey ungu ein leysari
hugburð til religión, og hetta gevur
eina greiða ábending um, at religiøsi
teturin í Føroyum er vorðin meiri indi
vidualiseraður eftir rættuliga stuttari
tíð, vísir Janna Egholm Hansen á.
Trúgv trívist har
korini eru hørð
Ein klassisk tulking hevur annars verið,
at átrúnaður søguliga hevur spælt ein
stóran leiklut í Føroyum orsaka av hørðu
náttúrufortreytunum, óstøðugum veðrið
og fjarleika til meginlandi. Leikluturin
hjá átrúnaðinum hevur verið at tænt
sum eitt slag av tilverutryggleika. Tá
tilveran sum heild er ótrygg, er ofta
týðandi at hava okkurt hægri at líta á,
verður ført fram.
Hinvegin vísir gransking úr øðrum
londum, at tá eitt samfelag sum heild
gerst tryggari at liva í, sosialt og
materielt, gerast fólk ofta sum heild
minni religiøs. Tørvurin á trúarligum
tryggleika er einfalt ikki eins stórur, er
frágreiðingin. Hetta er sambært summ
um granskarum frágreiðingin uppá,
at eitt nú Danmark og Svøríki teljast
millum heimsins minst religiøsu lond,
hóast tey teljast millum klassisku kristnu
londini. Danmark hevur t.d. framvegis
eina alment fíggjaða fólkakirkju, men
vitjanirnar eru ofta rættuliga selektivar
og avmarkað seg ofta til barnadóp,
giftarmál og jarðarferðir.
Men fyri at skilja serligu føroysku
útgávuna av religiøsiteti, er neyðugt
at hyggja eftir tí serstaka við føroysku
søguni, er ein avdúking í PhD verk
ætlanini hjá Jannu Egholm Hansen.
Og tað er, sambært henni, søgan um
eitt samfelag, sum eftir stuttari tíð er
vorðið seinmodernað uttan at hava
fingið stundir til at tillaga seg. Tí hava
vit helst bert sæð byrjanina til eina
»modernisering« av átrúnaðarliga
landslagnum í Føroyum.
At átrúnaður í størri mun er vorðin
ein tulkingarmøguleiki millum fleiri,
at føroyskar samkomur praktisera ein
meiri opnan kristindóm, og at tað ikki
longur er eins legitimt at nýta religiøs
argumentir í almenna kjakinum, eru
helst alt ábendingar um eitt spakuligt,
men greitt religiøst skifti í Føroyum.
Eisini ber væl til, at sameina t.d. tað at ganga á
møti við at ganga í býnum. Sum heild hava tey ungu
ein leysari hugburð til religión nú enn áður
Religiøsi ungdómurin í Føroyum praktiserar ein nógv
opnari kristindóm enn eldra ættarliðið, sum enn í
stóran mun dýrkar ein meiri siðbundnan átrúnað
At átrúnaður í størri mun er vorðin ein
tulkingarmøguleiki millum fleiri, at føroyskar
samkomur praktisera ein meiri opnan kristindóm,
og at tað ikki longur er eins legitimt at nýta
religiøs argumentir í almenna kjakinum,
eru helst alt ábendingar um eitt spakuligt,
men greitt religiøst skifti í Føroyum
mynd: álvur haraldsen