fríggjadagur 12. oktober 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 12. oktober 2012
15
VIKUSKIFTI
Í desember mánaði í fjør fekk Youssif
serstaka virðisløn frá skúla sínum
í Los Angeles.
Virðislønina fekk hann, eftir at hann
hevði sýnt bæði vilja og hegni at hjálpa
øðrum næmingi á skúlanum, tá hesin
kom illa fyri. Næmingurin hevði fingið
ein snudd í armin, men Yossif var
skjótur at finna ís at køla armin niður
við, og eisini eydnaðist honum
at steðga bløðingini.
– Ein drongur hevði ilt, og eg hjálpti
honum. Mær dámar at hjálpa teimum,
sum hava pínu, tí eg veit hvat tað er
at hava pínu, segði ein stórsmílandi
Youssif, tá hann fekk heiðurslønina.
Heiðursløn
fyri at
hjálpa
Brezhnev tekur valdið
14. oktober 1964 tekur Leonid Brezhnev við sum aðalskrivari í Sovjetsamveldinum.
Hann loysir Nikita Krushchev av. Brezhnev røkti sessin í 18 ár, og tað er bert Stalin,
sum hevur sitið longri í sessinum. Í hesum tíðarskeiðnum fekk Sovjetsamveldið alsamt
størri vald á heimspallinum. Ikki minst, tí Brezhnev støðugt valdi at økja um játtanina
til herin. Ein játtan, sum við deyða Brezhnevs var upp á ikki minni enn 50% av samlaðu
bruttotjóðarúrtøkuni hjá Sovjetsamveldinum.
Brutu ljóðmúrin
14. oktober 1947 varð ljóðmúrurin fyri fyrstu ferð brotin
av einum flogfari á røttum flogi. Tað var eitt Bell X-1
royndarflogfar hjá amerikanska herinum, sum varð nýtt til
flúgvingina, sum fór fram í oyðimørkini í syðra partinum av
California. Umborð sat Chuck Yeager, sum við hesum gjørdist
ein av stóru amerikonsku samtíðarhetjunum.