Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. oktober 2012 · Nr. 120 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í síðstu viku sóu vit eitt stríð millum part­ar­nar á ar­beiðsmarknaðinum um, hvørt tað er rætt at broyta mark­ið fyri at lata fremmanda ar­ beiðs­megi sleppa inn í landið ella ikki. Sein­astu árini hava vit havt eitt mark, sum sig­ur, at um arbeiðsloysið fer upp um 3,5 prosent, so ber ikki til at taka fremm­anda arbeiðsmegi inn í land­ið. Vinnan hevur ført fram, at ney­ð­ ugt er at taka av hetta markið, tí at tørvur er á faklærdari arbeiðsmegi á á­v­ís­um økjum. Samtak svaraði aft­ur, at hetta er at halda tey 1.500 ar­beiðs­leysu fólkini fyri ta turru rukku. Bæði sjónarmiðini eru til at skilja. Men tað skerst ikki burt, at ver­u­leiki­n ikki er so ein­fald­ur, at hann bara er svart­ur og hvítur. Rætt er tað, at nógv fólk eru uttan arbeiði, men tað er eis­ini rætt, at vinn­an ikki fær fak­lærda ar­beiðs­ megi til á­vís­ar upp­gáv­ur. Tað er ein trup­ul­leiki, sum má loysast so ella so. Bara at stinga høvdið í sandin og siga, at eing­in fremm­and ar­beiðs­ megi skal inn í landið, so leingi vit hava eitt ov høgt ar­beiðs­loysi, tað ber ikki til. Ser­liga tá vit ikki fáa ar­ beiðs­megi til ávísar uppgávur. Kanska hetta er eitt prógv fyri, at vit sum samfelag duga ov illa at út­búgva okk­ara arbeiðsmegi, og at vit duga ov illa at rað­festa soleiðis, at vit nøkta markn­aði­n inn­an tær á­vísu vinnugreinarnar. Men tað tekur sjálvandi tíð at út­búgva okkara arbeiðsmegi, tí ber ikki til at tosa um, at vit skulu út­búgva okkum burtur úr hesi aktuellu kreppuni hjá hand­verk­ ar­a­vinn­uni. Havandi í huga, at vinnan í øllum londum rundan um okkum hevur heilt aðrar treytir, har alt ES er ein int­e­greraður arbeiðsmarknaður, so er tað ikki sørt naivt at halda, at vit í Før­ oyum kunnu lúka aðrar treytir – og kortini verða kappingarfør. Tað sigur seg sjálvt, at vit eiga at hyggja upp á hetta markið av nýggj­um. Sjálvandi skulu vit ikki bara geva leyst og lata upp fyri øll­ um. Men vit eiga at kunna gera eina skipan, sum nøktar tørvin hjá vinn­uni. Vit skapa ikki fleiri arbeiðspláss fyri ó­fak­lærd við at binda aðrar par­tar av vinnuni niðri, tí hon ikki fær út­búna ar­ b­eiðs­megi. Tvørtímóti kundu vit skapt fleiri arbeiðspláss til ó­fak­lærdu arbeiðsmegina við at styrkt ta faklærdu. Veruleikin er ofta meira nu­an­ ser­að­ur. Tað eiga bæði fakfeløg og vinn­an at síggja. Eiga at gera eina skipan, sum kann nøkta tørvin Fólkaflokkurin í Havn hev­ur nú styrkt um listan, við at fáa fyrr­ver­andi løgtingsmannin hjá Sam­bands­flokk­i­num og lands­stýr­is­mann hjá Fólk­a­ flokk­i­num, Finn­boga Arge, á list­an. Frammanudan hev­ur Fólk­a­flokkurin tryggjað sær bý­ráðs­lim­in hjá Tjóð­veld­i­ num, Boga Andreasen. Alt hetta er við til at styrkja Fólkaflokkin í Tórs­ havn­ar býráð. Flokkurin, sum fyrr var tann sterki í Havn, men sum hevur mist hesa pos­i­sjón og er farin aftur um bæði Javn­að­ar­ flokk­in og Tjóð­veldi. Sterku menninir á fólka­ floks­list­a­num eru Sjúrð­ur Ol­sen við 410 at­kvøð­um sein­ast, Jan Christianasen við 374 at­kvøð­um og Vagn­ ur Jo­hann­e­sen við 286. Fólkaflokkurin fekk 22 pro­sent av atkvøðunum við sein­asta býráðasval. Tað eru næst­an fimm prosent fleiri, enn flokk­ur­in fekk á løg­tings­val­i­num í fjør, og tí kann flokk­urin helst seta nøsina fram ímóti einum úrs­liti, sum gev­ur nøk­u­ lunda tað sama sum seinast. Og um so verð­ur, so verður bara pláss til tríggj­ar mans á list­a­num – so er spurn­ing­ ur­in, um tað verða tjóð­veld­ is- ella sam­bands­ál­bog­ar, ið megna at kveistra fólk­a­ floks­menn­i­nar til viks. Jan Christ­ian­sen hevur 28 ár á baki í bý­ráð­num, Sjúrður Olsen hev­ur 12 ár á baki, og Vagnur Jo­hann­e­sen hevur eitt valskeið á baki í Tórs­ havn­ar býráð. Treingist á fólkaflokslista Tann fjølbroytti veruleikin Rættilig ósemja hevur tik­ið seg upp í samgonguni mill­um Fólk­a­flokkin og Miðflokkin um gjald­ið til Heilsutrygd.

 Jákup Mikkelsen, sum er for­maður fyri tingmanningini hjá Fólk­ a­flokkinum, og Brand­ur Sandoy, tingmaður, hava stað­fest, at teir taka ikki und­ir við, at gjaldið skal um­ skipast, soleiðis sum lands­ stýr­is­mað­ur­in í heil­s­u­mál­ um, Kar­sten Hansen, ætlar.

 Gjaldið til Heilsutrygd er nú 265 krónur um mánaðin, sama, hvat inntøkan er.



 Nú skal gjaldið broytast so, at øll rinda eitt fastgjald á 160 krónur um mánaðin og síð­ani 0,55% av skattskyldugu inn­tøkuni.


 Í Fólkaflokkinum eru kreft­ir, sum ikki vilja góð­ taka, at gjaldið verður lagt í skattin.

Sjálvur ger Kar­ sten Hansen greitt, at hetta er ein avtala í sam­gong­u­na, eisini við Fólka­flokk­in.

Upp­ r­unaliga var ætlanin, at fasta gjaldið skuldi verða 150 krón­ur um mánaðin og síð­ ani skuldu øll rinda 0,6% av skatt­skyldugu inntøkuni aft­ ur­at.



Men í evstu løtu varð tað fasta gjaldið hækka upp í 160 krónur um gjaldið yv­ir skattin varð lækkað nið­ur í 0,55% og tað var eftir av­talu við formannin í Fólk­a­flok­k­i­ num.

Men Jákup Mikkelsen vís­ir aftur, at talan er um eina semju. 

Hann sigur, at tað ein­asta, Fólkaflokkurin hev­ ur góðtikið, er, at upp­skot­ið verður lagt fram í Løg­ting­i­ num og so skuldi semja finn­ ast um tað í Løgtinginum.



 Hann sigur, at gjaldið, sum er, skal halda fram og so skal tann neyðuga tíðin brúk­ast til at finna ein annan gjalds­ hátt, sum samgongan kunnu liva við.

 – Hetta er eitt rættiliga prin­sipielt mál, staðfestir hann.
 – Landsstýrið kann ikki ar­beiða so, at mál verða tveitt nið­an í Løgtingið og so skal tað standa til andstøðuna at gera av, um tað verður sam­ tykt ella ikki.

 – Tað sigur seg sjálvt, at verð­ur hetta arbeiðslagið, verð­ur sam­gong­uni ikki langt lív lagað.
 Men nú skulu vit nokk hjálpa lands­stýr­is­ mann­i­num í heilsumálum burt­ur úr hes­um, sigur Ják­up Mikkelsen.

Men eftir tí, Kar­ sten Hansen sigur, er hann ikki til at vika.

- Her snýr seg ikki um at hjálpa mær við nøkr­um, sum helst. Hann heldur, at tað er løg­ið, at nú skal neyðug tíð brúk­ast at finna semju, men Flat­skat­turin varð skrumb­l­a­ ðu­r ígjøgnum, utt­an at sam­ gong­an hevði tíð at bíða eftir nøkr­um sum helst.

Hann sig­u­r, at Fólkaflokkurin vann dyst­in um Flatskattin. Men at dystin um Heilsu­trygd skal flokkurin ikki vinna, staðfestir hann.

Tinglimir føra eisi­ni fram, at eftir lógini er gjaldið til Heilsutrygd bara galdandi hetta árið aft­ur­at. 

Og endar tað við, at Kar­sten Hansen tekur hetta upp­skot­ið aftur, endar øll rokn­i­ngin upp á 115 milliónir, í føvn­ing­ inum á Jørgini Nicla­sen, landsstýrismanni í Fíggj­ar­ málum. Tvangs­ flyta fólk á sambýli Avvarðandi kjak á síðu 27 Eingin Poul sigur Poul... Hanus samró kjak á síðu 22 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hendan dystin skal Fólka­ flokkurin ikki vinna