fríggjadagur 26. mars 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 60 - 26. mars 2004
Nr. 60 - 26. mars 2004
21
HANDIL
Eydna Skaale
Tá tú trínur inn í handilin
Basic í miðbýðnum, leggur
tú fyrst til merkis sermerkta
stílin, sum heilt avgjørt
talar til ungu tannáringar-
nar. Veggirnir eru skríggj-
andi gulir og svartir og øll
klædnastativ eru úr kromi.
Hóast handilin er lítil til
støddar, so eru vørur til
nógvar ymiskar málbólkar
at fáa, bæði til gentur og
dreingir. Her eru klæðir í
sonevnda skater-stílinum,
undirklæðir til gentur, pla-
katir, neon nalva- og tungu-
ringar, krúss o.m.a.
- Hetta eru sermerktar
vørur, sum mær vitandi
ikki verða seldar aðrastaðni
í Føroyum. Hetta eru vørur,
sum tey ungu hava verið
noydd at keypt, tá tey hava
verið
uttanlands,
sigur
Anna Johansen, leiðari í
Basic.
- Eg havi sjálv tvey børn,
og eg kenni tað frá teimum.
Tað eru júst hesi klæðini,
sum tey hava keypt, tá vit
t.d. hava verið niðri. Gentan
vildi hava undirklæðir og
drongurin vildi hava hesar
musikktroyggjurnar
við
hettu, greiðir Anna frá.
Handilin læt upp 15. de-
sember í fjør, men enn er
ikki ordilig gongd komin á,
t.d. er skiltið uttanfyri
handilin ikki farið at lýsa
enn. Men tað kemur.
- Tað tekur eisini langa
tíð at fáa alt í rættlag við
leverandørarnar. Eg havi
bílagt onkra vøru úr Ong-
landi, men tey vistu ikki
hvar Føroyar var, so tað tók
mær næstan ein máðna
áðrenn eg fekk vøruna,
greiðir Anna frá.
Hóast hon er von at hava
við kundar at gera, so hevur
Anna aldri roynt at hava ein
slíkan handil fyrr. Dagliga
selir hon spreingievni í
fyritøkuni C.C. Johansen.
- Teir kundarnir eg eri
von við, eru eitt sindur
øðrvísi enn tannáringarnir,
ið koma inn í Basic, sigur
hon.
- Her koma mest ungfólk
úr 11 og upp í eini 16 ár.
Tey hava tikið stak væl
ímóti handlinum. Vit hava
næstan ikki havt tørv á
lýsingum, tí tey ungu hava
tosað sínamillum, og sagt
øðrum frá um handilin. Eg
merki týðuliga, at tað hevur
verið tørvur á einum slíkum
handli, sigur Anna.
- Tey ungu eru so fitt at
hava við at gera. Eg fekk
nógvar ávaringar áðrenn eg
lat upp, um at tey ungu
stjala so illa og eru so
ófólkalig, men tað hava eg
einki merkt til, tvørtur-
ímóti. Eg haldi tey eru
stuttlig at handla við. Tey
koma inn á gólvið og
hyggja og fjasa; eg havi
bara gott at siga um tey.
Anna greiðir frá, at hon
ein dagin stóð á eini
bensinstøð og fylti á bilin,
tá nakrir ungdómar komu
framvið og veittraðu og
róptu á hana.
- Hey Basic-konan, róptu
tey og veittraðu. Man
verður glaður av tí. Tey eru
so fitt og full av lívi, sigur
Anna.
Hon greiðir frá, at ætl-
anin upprunaliga var at fara
at selja smart undirklæðir
til ungar damur. Sum er,
hevur hon tvey merki av
undirklæðum:
Pussy
DeLuxe og Viva Maria.
- Eg havi næstan selt øll
undirklæðini, sum eg fekk
heim. Her er næstan einki
eftir nú, tú sært, stativini
eru næstan púra tóm. Men
eg fái nýggja vøru mána-
dagin. Hetta er bara eitt
tekin um, at eg veruliga
havi rakt punktið, sum
hevur manglað. Her koma
ungar gentur, heilt niður í
eini 11 ár, at keypa sær
smart undirklæðir.
Anna leggur afturat, at
hon í løtuni eisini leitar
eftir einum bíligari merki
av undirklæðum, so prísir-
nir kanska kunnu nærkast
teimum í vælkendu og
bíligu ketuni H&M. Tí tað
er har, hesar genturnar van-
liga keypa síni undirklæðir.
Men Anna leitar ikki eftir
vøru, sum flestu aðrir
handla-eigarar.
- Eg tími ikki at fara
niður á messu, og so bara
keypa eina heila kollektión
av onkrum merki, sum
flestu aðrir handlar gera her
heima. Eg vil heldur leita
allatíðina og so fáa tað
heim, sum er smart og sum
mær dámar. Eitt sindur
ymsastaðni frá og av yms-
um merkjum.
Sum er, hevur hon merki
úr m.a. Onglandi og Týsk-
landi, og hon fortelur, at tað
næsta, sum hon fer undir at
selja, er ótrúliga vælum-
tókta merkið SWEA, sum
er hægsti móti bæði í Dan-
mark og í Svøríki.
- Tað eri eg nokkso spent
uppá. Øll ganga í hesum
merkinum í grannalondun-
um, so tað verður spenn-
andi um føroyngar eisini
fara at taka tað til sín, sigur
hon.
Spurd um tað ikki er eitt
sindur vágið at lata handil
upp, nú øll tosa um verri
tíðir, svarar hon, at tað
heldur hon ikki.
- Man má sjálvandi ansa
eitt sindur eftir, men eg
haldi man er noyddur at
royna. Man kann ikki bara
seta seg hendur í favn, tí at
fólk tosa um verri tíðir.
Hevði eg havt ein stóran
handil, sum kostaði nógv í
leigu, so var kanska øðrvísi
hjá mær, men sum er, havi
eg hetta lítla høli, sum ikki
er so øgiliga dýrt at leiga.
Men eg haldi avgjørt, at
man má tora at satsa og
royna okkurt nýtt, sigur
Anna Johansen at enda.
Frá spreingievni til undirklæði
– Her koma mest ungfólk úr 11 og upp í eini 16 ár. Tey hava tikið stak væl ímóti handlinum. Vit hava næstan ikki havt tørv á lýsingum, tí tey ungu hava tosað sínamillum, og sagt øðrum frá um
handilin. Eg merki týðuliga, at tað hevur verið tørvur á einum slíkum handli, sigur Anna
ÍTRÓTTUR
C
M
Y
K
21
20