Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hóast summar vinnur í Før­oyum hava trupult við at fáa arbeiðsfólk, er tað í fleiri førum ikki neyðugt at fáa fólk frá útlandinum til Føroya at arbeiða. Helvtin av teimum arbeiðstøku hava onga útbúgving, men sam­ bært stjóranum á ALS kunnu hesi fólkini í stóran mun før­ leika­mennast og harvið blíva skikk­að til ein stóran part av teim­um størvunum, ið eru lýst leys. - Sjálvt um tey ikki hava røttu pappírini ella kanska als eingi pappír hava, merkir tað ikki, at arbeiðsgevarar, ið leita eftir nýggjum starvs­ fólk­um, ikki kunnu brúka hesi arbeiðstøku. Okkara roynd­ir eru, at flestu før­ oy­ing­ar duga nógv, hava arbeiðs­roynd­ir og neyðuga áræð­ið fyri at fáa sær teir før­leik­ar­nar, sum krevjast til tey ymsu størvini, sigur Ernst Jacobsen, stjóri Ar­ beiðs­loysis­skipanini. Førleikarnir eru har Tað er serliga innan byggi­ vinnu­na og el-vinnuna, at arbeiðs­gevararnir eiga at brúka føroyska arbeiðsmegi fram­um útlendska. - Byggivinnan og el-vinn­ an eru góð dømi um, at til ber hjá arbeiðsgevarum at brúka fólk, sum ikki hava tey røttu pappírini Fleiri av teimum arbeiðstøku hava førleikar at arbeiða innan ta vinnuna allíkavæl, tí tey hava fleiri ár av royndum við hesum slag av arbeiði. Í sambandi við at arbeiðsgevarar venda sær til ALS eftir handverkarum til byggifyritøkur og eftir aðrari arbeiðsmegi, hevur ALS higartil í ár í stóran mun nøktað eftirspurningin, greið­ir Ernst Jacobsen frá. Hann leggur dent á, at í teim­ um førum, tann arbeiðs­tøki ikki hevur roynd­ir innan øki, ber til at geva per­són­inum neyðugu før­leik­ar­nar. - Í ávísum førum eru pappír­ini ikki neyðug, haldi eg, men sjálvandi skulu fólk vera skikkað til tað ar­beið­ ið, tey skulu gera. Um vit samstarva við vinnuna, so kunnu kunnu vit so at siga skúla fólkini, tað vil siga geva teimum førleikar, ið arbeiðsgevarin sóknast, sig­ ur Ernst Jacobsen. Sjálvur heldur hann, at sam­starvið millum ALS og vinnuna sum heild er betri enn nakrantíð. Og tað hevur stóran týdning í sambandi við at fáa ar­ beiðs­tøkar føroyingar út á arbeiðsmarknaðin. - Tað er umráðandi at sam­starvið riggar og at partarnir vita av hvørjum øðr­um, tí á tann hátt kunnu vit saman hava eina skipaða til­gongd, tá arbeiðsgevarar leita eftir arbeiðsfólki. Og tá er týdningarmikið, at byrj­ að verður í góðari tíð við at finna fram til tey røttu fólkini, greiðir Ernst Jacob­ sen frá og leggur afturat: - Um so er at byggivinnan hev­ur tørv á arbeiðsmegi mæla vit til, at farið verður und­ir eina skipaða tilgongd at staðfesta tørvin hjá føroyskum byggifyritøkum á fólki og førleikum fyri síðani at kanna neyvt, í hvønn mun førleikarnir longu eru í skipanini hjá ALS. Mangla før­leikar, fer ALS undir eina ski­p­aða førleikamenning til tess at tryggja, at neyðugu før­leikarnir verða tøkir, tá tørv­ur verður á teimum, sig­ur Ernst Jacobsen. Hann er tó tilvitaður um, at eitt nú byggivinnan kann tørva ávísar serførleikar, sum ikki ímill­um fólkini, sum eru í ALS-skipanini. - Umráðandi er, at byggi­ fyri­tøkurnar venda sær til ALS fyrst eftir arbeiðsmegi, áðrenn umhugsað verður at fáa útlendska arbeiðsmegi. Torført við línubátum Sambært stjóranum á ALS er tað tó serliga innan eina vin­nu, at tað í fleiri ár hevur og framvegis er trupult at skaffa arbeiðsmegi og har er møguliga neyðugt við út­ lendskari arbeiðsmegi - Tað hevur í fleiri ár víst seg at vera trupult hjá línu­ bát­um at fáa fólk, og har hev­ ur eisini verið trupult fyri ikki at siga ómøguligt hjá okkum at hjálpa, hóast stórt arbeiði verður gjørt fyri at finna røttu fólkini um­framt at ymsik tiltøk hava verið gjørd fyri at skaffa mann­ ing, sigur Ernst Jacob­sen. Orsøkirnar til at tað er tor­ ført at skaffa fólk til línu­bát­ ar­nar eru fleiri. - Ofta er freistin stutt til at finna fólk, hart arbeið, lønin mis­jøvn og línubátarnir vilja al­oft­ast hava ungar raskar menn við royndum. Og teir hava vit ikki, sigur Ernst Jacobsen og leggur afturat, at fleiri av monnunum, sum eru í ALS-skipanini, hóska til hetta slagi av arbeiðslýsing, men eru sum oftast væl eldri enn tað, sum línubátarnir vilja hava og hesir menn bera seg undan tí teir sætt at siga ikki orka hettar arbeiðið long­ur. Randi Jacobsen Føroyingar hava altíð dug­ að at funnið sær ar­beiði uttanlands, tá ið lít­ið arbeiði hevur verið í Før­oy­um. Í Føroyum er nú ógvu­ liga lítið av arbeiði til elektrikarar, maskin­s­mið­ ir og aðrar hand­verkarar, og hetta hevur gjørt, at hand­verkarar í hópatali eru farnir til Noregs at arbeiða, og tað serliga í frá­ landavinnuni. Faroe Offshore Service á Skála og Pam Offshore Service í Havn eita fyritøkurnar, sum hava sent flestar handverkarar til Noregs, men eisini aðrar smærri fyritøkur hava funnið føroyskum handverkarum arbeiði í Noregi og í øðrum londum. Ein leyslig meting sigur, at úti við 200 før­ oysk­ir handverkarar, mest elektrikarar arbeiða í norsku frálandavinnuni. Rinda skatt í Noregi Skattaavtalan millum Før­ oyar og Noreg sigur, at arbeiða teir á norska land­ grunninum, gjalda teir ikki skatt í Føroyum, men í Noregi, har skatturin er minni enn helvtina av skatti­num í Føroyum. Teir leggja tó nógvan pen­ing eftir seg í Før­oyu­m, tí teir eru javnan heima, familjan er eftir í Før­ oyum, og allir ferðast við Atlantsflog. Teir taka eisini nógv skeið í Føroyum fyri at hava neyðuga førleikan til at átaka sær arbeiði í Noregi. Eftir í Føroyum eru ikki nógvir elektrikarar, verð­ur sagt. Sum er hetta ikki nak­ ar trupulleiki, tí so lítið av arbeiði er. - Men skuldi tað hent, at vit fáa eina stóra upp­gávu, kann tað gerast trupult at fáa fólk, sigur John Eli Olsen, stjóri á El-Ser­vice á Skála. Hann vísir á ein annan trupul­leika. - Tað verður væntað av fyritøkununum í Før­oy­um, at vit taka inn lær­ling­ar, men tað kann lætt ger­ast ein trupulleiki, tá ið talið av sveinum er av­mark­að, sigur John Eli Olsen. Hópur av elektrik­arum arbeiða í Noregi Út við 200 elektrikarar og aðrir føroyskir handverkarar arbeiða í norsku frálandavinnuni Klára okkum við føroyskari arbeiðsmegi - Í flestu førum er ikki neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi, tí við tøttum samstarvi við vinnuna, kunnu vit geva arbeiðstøkum føroyingum teir førleikar, sum krevjast. Tað sigur Ernst Jacobsen, stjóri á ALS Umborð á Norrønu hava tey í nógv ár havt út­ lendsk arbeiðsfólk til at taka sær av ávísum pørt­ um av arbeiðinum um­ borð. Serliga hava hesi út­lends­ku starvsfólkini ver­ið úr Polen og Íslandi. Í fjør fór Smyril Line og ALS undir eitt sam­ starv, tá Smyril Line skuldi finna starvsfólk til summar­sig­ling­ina í ár. - Tey skuldu brúka mill­ um 40 og 50 fólk umborð. Vit innkallaðu umleið 150 arbeiðstøk fólk, sum so fóru undir eina skipaða før­leikamenning í mun til tørvin hjá Norrønu og fóru eisini ein royndartúr við Norrønu, og at enda blivu eini 45 fólk vald til at fáa størvini, greiðir Ernst Jacobsen frá. Hann heldur, at hetta ítøki­ liga dømi vísir, hvussu samstarv millum vinnu­ na og ALS kann føra til eina støðu, har báð­ir part­ar fáa nakað burt­ur­ úr. Harumframt er um­ ráðandi, at fólk , sum onki arbeiði hava, fáa arbeiði aftur. Fólk uttan arbeiði hava minni inntøku, gerast lættari sjúk, missa sjálvs­álit­ið og kunnu ger­ a­st deprimerað, og t í er umráðandi at hava eitt ar­beiði. - Norrøna er eitt gott dømi um, hvussu vit kun­ nu brúka ta ar­beiðs­meg­ ina, vit hava her­heima, ístaðin fyri at leita út í heim eftir fólki, sigur Ernst Jacobsen og leggur aftur­at: - Við eini skipaðari til­ gongd, har mann byrjar tíðliga at samstarva, er tað møgu­ligt at gera nyttu av før­oy­ingum ístaðin fyri at fáa útlendingar at arbeiða í Føroyum. Samstarvið mill­um Smyril Line og Als hevur riggað so mikið væl, at Smyril Line fer at finna starvsfólk til sum­ ma­r­siglingina 2013 hjá Norrønu eftir sama leisti sum seinast. Kunnu skúlast til førleikarnar Hvørji eru tey arbeiðsleysu? • 48% hava onga útbúgving • 52% hava útbúgving omanfyri fólkaskúla Av teimum arbeiðsleysu sum hava útbúgving hava: • 44% miðnámsútbúgving • 30% yrkisútbúgving • 18% miðallanga útbúgving • 5% styttri hægri útbúgving • 3 % hægri útbúgving Tøl frá ALS 1. Aug. 2012