Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Kaldir búskaparligir vindar Levi Mørk býráðslimur Nú skal eg ikke ákæra Jørgin Niclasen ella Kaj Leo at vera talsnillingar, ella hava skil fyri tjóðarbúskapi, eiheldur samfelagsligum teorium, men tað er heilt gali, at teirra ráðgevarar ikki siga teimum frá hvussu búskaparliga verðin hongur saman. Taka vit landsbankan, so vita øll, ið arbeiða við búskapi, at avtøka av einum kassaeftirliti, og øllum øðr­ um ið hartil hoyrir, førir til mikla ørkymlan hjá teim­ um sum skullu meta um okkara kredittvirðið, okk­ara álvarsemi í luttøkuni í al­ heims lánipolitikki og nakað einkult sum gjaldføri. Vit kunna ikki halda okk­ um uttanfyri, tí samgongan, sum nú er, heldur tað rak­ ar ongan hvussu vit stýra okkara fíggjarligu viður­ skiftum, og annars nýta okk­ ara pengar. Vit hava ein flatskatt ið ikki riggar, ein vina og kenningapolitikk, sum fær mong ivasom lond at rodna, at beinleiðis sýna líkasælu fyri okkara veiku borgarum, og siga tað uttan himpr. At siga at tey ið hava, skullu hava meir av landsins avmarkaðu virðum og ágóðum, tí tey eru betri samfelagsborgarar enn onnur. At beinleiðis skapa øvund og mistrúgv millum fólk. At nokta at viðurkenna, at vit hava veikar bólkar At verða líkaglaðir við, og onki virða, at fleiri ættarlið hava offrað seg fyri okkara samfelag, sum hava skapt karmarnar fyri tí vit hava, at givi somu monnum møgu­ leika at føra seg fram, og koma fram og eiga æruna av, at teirra børn kunna fáa útbúgving o.m.a. NEI, siga hesir báðir, og teirra atkvøðu­ neyt í landsins tingi, hetta er tað fría fyritakssemið hjá tí einkulta, ið hevur gjørt landið so væl fyri. Ongin virðing, bert eitt háandi smíl, og at tit mugu lata ein túsundlapp afturat, so vit fáa ráð at lata nøkrum meir, so hesi seta gongd í sam­ felagshjólini, og vit til seinast fáa javnvág á fíggjarlógini. Vit ganga runt um hvønn annan hvønn tann einasta dag, og hugsa um hvat kundi og skuldi veri øðrvísi. Kenslan av ikki at røkka til er tíverri vorðin ein partur í okkara dagligu tankagongd. Veljarin hevur valt, og fær nú lønina, kunnu vit siga. Tú heldur viðhvørt at tú ert býttur at hava tankar, men tann dagin tá tankar hvørva, hvørvir tú eisini. Eg, til dømis ákæri ikki landsins leiðandi politikkarar at vera býttar, men ”de lader meget tilbage at ønske”, og teirra fullkomna líkasæla fyri ein­ um sameindum Føroyar, er bæði ræðandi og sera vanda­ mikil. Tá henda niðurgering av fólki og landi er liðug, og fólkið fær landið aftur, hvussu long tíð fer ikki at ganga áðrenn samfelagið verð­ur eitt samfelag fyri øll aftur. Og tað er altso ikki bara teirra skyld. Veljarin hevur skapt eitt umhvørvi, og tey, ið sita við valdinum uppføra seg har eftir. So skyldin er okkara. At menn sum Kaj Leo, Jørgin, Johan, og onnur sita og neyð­ taka eitt heilt samfelagð er okkara skyld. Gev ikki teim­ um alla skyldina. Vit hava givið teimum henda møgu­ leika, uttan at vita at tað skuldi gerast so gali. Tað er okkara skylda at geva teimum durafjórðingin, tað er okkara skylda at føra fram at samfelagið er fyri øll, at tilfongið er fyri øll, og ikki minst, at vit hava skyldu at lata børnum okkara tað samfelag aftur, ið vit fingu frá okkara forfedrum. Alt annað er óðamannaverk og markleysur frekleiki. Ein møguleiki er nú. Treyt, at allir borgarar fáa somu sømdir! Vagnur Johannesen Býráðslimur fyri Fólkaflokkin Støðan við barnaansingini í Kollafirði er alt annað enn nøktandi. Barnagarðarnir Millum Bóla, og við Botnánna vóru fyribilsloysnir sum blivu varandi. Tíðin er fyri langt síðani farin frá hesum stovnum, har annar er arbeiðsbarakk, ætlað at húsa arbeiðssjakkum í stutt tíðarbil, og so verða burturbeind. Hvørgin bygningurin er hóskandi til tíðarinnar krøv og trivnað. Eru slettis ikki bygdir til endamálið. Meðan kommunan hev­ ur lagt dent á at byggja, høvuðsumvæla og moderni­ sera samsvarandi bygningar í Havn, hevur býráðsmeirilutin bara pjøssað uppá stovnarnar í Kollafirði. Sjónligt er, at børn og borgarar í bygdini slettis ikki hava sama prioritet sum aðrir borgarar í kommununi. Her má vend koma í. Nýggj raðfesting Tað má vera sjálvsagt, at kommunan stingur út í kortið arbeiðið at gera ein nýggjan og tíðarhóskandi stovn sum skal húsa vøggu­ stovu, barnagarði, og frítíðar­ skúla. Tað er eitt krav frá koll­ firð­ingum, at henda bygging verður raðfest fremst í kom­ andi valskeiði. Hetta kann bara ein nýggj­ur meiriluti í Tórs­ havnar Kommunu tryggja. Á fíggjarætlani fyri 2013 hjá verandi meiriluta í hjá Tórshavnar kommunu, er ikki eitt oyra sett av til hesa raðfesting. Tí er hetta ein av fremstu uppgávunum hjá komandi býráði at fáa gjøgnumført. Tað vil eg vera garantur fyri í komandi býráðssetu.