fríggjadagur 19. oktober 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tað hevur javnan ljóðað, at
fiskavirkini hava ilt við at
fáa fólk.
Hetta er ikki galdandi fyri
Bakkafrost, og tað hevur
óivað samband við, at Bakka
frost ikki er nakað flakavirki.
Á fleiri flakavirkjum er
arbeiði ójavnt, men á Bakka
frost er arbeiði hvønn dag, og
tað er helst orsøkin til, at fólk
støðast, og nógv biðja um at
fáa arbeiði har.
- Fólk, sum hava valt livs
leiðina at arbeiða í fiski, vilja
fegin arbeiða hjá okkum,
tí hey fáa tey tað trygga,
sigur Kári E. Jacobsen, sum
er virkisleiðari á porsjóns
virkjunum hjá Bakkafrost á
Glyvrum og í Fuglafirði.
Á teimum virkjunum ar
beiða umleið 200 fólk, og av
teimum eru 15 útlendingar,
sum leingi hava búð í Føroy
um.
Javnan spyrja føroyingar
um arbeiði, men tað koma
eisini fyrispurningar úr út
londum, men ikki ber til at
biðja útlendingar koma til
landið at arbeiða, so leingi
sum arbeiðsloysið er yvir 3,5
prosent.
Kári E. Jacobsen sigur,
at flestu føroyingarnir, sum
biðja um arbeiði, hava okkurt
annað arbeiði frammanund
an.
Tey, sum arbeiða á Bakka
frost koma úr Norðoyggjum,
úr allari Eysturoynni og heilt
til Kollafjarðar.
Kann gerast torført
Ikki øll eru líka fegin um
at skula arbeiða í skiftandi
vaktum, og tey koma ikki á
Bakkafrost at arbeiða. Vakt
irnar eru frá 8 til 16 og frá 16
til 24.
Enn er bara ein vakt á
virkinum í Fuglafirði.
Kári E. Jacobsen er ikki
vísur í, at virkið fær lætt við
at fáa nóg mikið av fólki, tá
ið farið verður upp á tvær
vaktir.
Hann dylur ikki, at hann
kundi hugsað sær 3,5 markið
tikið burtur.
- Tað er sum við einum
fótbóltsliði. Jú fleiri eru at
velja ímillum, lættari er at
fáa góðar spælarar.
Randi Jacobsen
Nú
tíðarkrevjandi
sátt
málasamráðingarnar
eru
av, hevur Havnar Arbeiðs
kvinnufelag góðar stundir
til at loysa aðrar uppgávur.
Ein av hesum uppgávum
er fáa skil á sáttmálaviður
skiftini á gistingarhúsum
og matstovum.
Sáttmáli er fyri øk
ið, men sambært Vígdis
Johannesen, forkvinnu í
Havnar
Arbeiðskvinnu
felag, er tað bara Hotel
Hafnia í Tórshavnar kom
muna, sum gongur eftir
sáttmálanum. 62N Airport
Hotel í Vágum brúkar eisini
sáttmálan.
- Starvsfólkini eru ikki
nóg væl skipað i fakfelag, og
eg eri ikki vís í, at tey verða
lønt eftir sáttmálanum, sig
ur Vígdis Johannesen.
Hon hevur einki einvíst
svar upp á spurningin, hví
matstovur hava ilt við at
fáa fólk.
Orsøkin kann vera, at
arbeiðið er strævið, men
tað kann eisini vera, at
starvsfólkini fáa minni enn
sáttmálaløn, sigur hon.
Sambært sáttmálanum
er tímalønin hjá starvs
fólkum á matstovu og gist
ingarhúsum 113,79 kr og
ískoyti fyri kvøld-, náttar-,
vikuskiftis og halgidags
arbeiði.
Randi Jacobsen
Rasmus
Rasmussen
var
sálarsjúkur, og á sjálvum
altjóða sálarsjúkudegnum
mikudagin
10.
Oktober
doyði hann.
Hetta vildi barndóms
vinurin, Hergeir Staksberg,
gera nakað við. Hann setti
sær fyri at savna inn pening
til ætlaða Fountain House,
sum tað almenna ikki vil
stuðla.
Í hesum sambandi hevur
Hergeir Staksberg stovnað
ein grunn til frama fyri eitt
Fountain House.
Fyrsta tiltakið verður ein
stuðulskonsert, sum verður
í Sjónleikarhúsinum í Havn
leygarkvøldið klokkan 21.
Tað verða kend nøvn sum
Hanus G. Johansen, Makrel,
200, Diatribes og Sveinur,
sum fara á pallin. Rasmus
Rasmussen spældi gittar í
bæði Makrel og Diatribes, og
í teimum báðum bólkunum
fara
ávikavist
Benjamin
Petersen og Leivur Thomsen
at hava leiklutin hjá Rasmusi
á gittaranum.
Umframt tónlek, so verða
tað eisini tveir fyrilestrar
á skránni. Stigtakararnir
til Fountain House fara
at greiða frá verkætlanini
og Heri Kraagesten fer at
greiða frá um sálarsjúku.
Ein stór hjálp
til sálarsjúk
Fyri nøkrum árum síðani
gjørdi ein arbeiðsbólkur
eina fullfíggjaða verkætlan
til eitt Fountain House í Før
oyum, men enn er landið
ikki sinnað at stuðla verk
ætlanini fíggjarliga.
Fountain House er eitt
arbeiðsrættað tilboð, har
sálarsjúk fólk kunnu venja
sínar arbeiðsførleikar og
sínar sosialu førleikar, so
leiðis at tey betur verða
før fyri at koma út aftur
á arbeiðsmarknaðin ella í
skúla. Tey læra at fáa ein
skipaðan gerandisdag.
- Tað er tørvur á einum
slíkum húsi, tí tá ið sálarsjúk
fólk hava verið innløgd,
hava tey einki at koma út
aftur til, sigur Súsanna
Winther Poulsen.
Tað liggur í kortunum, at
gerast skal eitt uppsøkjandi
arbeiði fyri at hjálpa hesum
sjúku fólkunum á føtur aftur,
soleiðis at tey kunnu virka
bæði á almenna og privata
arbeiðsmarknaðinum.
I húsinum skulu tey hava
ymiskar praktiskar uppgáv
ur, og tey verða limir í húsi
num eins og í stýrisbólki
num fyri Fountain House.
Í løtuni leigar Sinnisbati
gamla Vertshúsið yvirav
sjónleikarahúsinum, og alt
er klárt til at kunna byrja.
Tað vantar bara peningur.
- Vit hava víst á, at eitt
slíkt hús loysir seg eisini
fyri samfelagið, tí fíggjar
ætlanin er bara 2,5 mió.
krónur um árið. Peningurin
er skjótt spardur inn aftur,
um bara nøkur verða hjálpt.
Ein song á psykiatrisku
deild kostar 3000 krónur
um samdøgrið, sigur Sús
anna Winther Poulsen.
Tey hugsa sær, at 50 fólk
kunnu verða knýtt at húsi
num um vikuna.
450 slík Fountain House
eru í 32 londum, og at teim
um eru knýtt 55.000 fólk.
Nógv gransking er knýtt
at húsunum, og royndirnar
eru, at færri og færri gera
afturstig.
- Vit vóna, at nógv fólk
koma til stuðulskonsertina
og vilja stuðla annars, so
Fountain House kann lata
upp skjótt, siga Hergeir
Staksberg og Súsanna Wint
her Poulsen.
Vilja fólk stuðla, hevur
grunnurin kontu í Eik: 9181-
1677286.
Ov fá lønt
eftir sáttmála
Havnar Arbeiðskvinnufelag fer
nú at tosa við matstovur og
gistingarhús m at fáa starvsfólkini
lønt eftir sáttmálanum
Hava sítt fasta fólk
Sum er hevur Bakkafrost ongar trupulleikar við at
fólk, og javnan spyrja fólk um arbeiði
Stuðulstiltak og
minniskonsert fyri
Rasmussi Rasmussen
Umfatandi stuðulstiltak fyri sálarsjúk fer á rull í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið klokkan 21