fríggjadagur 19. oktober 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Søkt verður eftir býarbókavørði í
Tórshavnar kommunu
Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandis-
degnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Sum
mentanar- og kunningardepil í miðbýnum og við
tænastum um talgildu miðlarnar skal Býarbókasavnið
áhaldandi mennast og vera ein fjøltáttaður, nýskap-
andi, sjónligur og virkin stovnur, ið røkkur út um
vanliga bókasavnsvirksemið.
Bókasavnið hevur tríggjar deildir, barnabókasavn,
útlán fyri vaksin og lesistovu. Á bókasavninum eru
14 starvsfólk.
Hølini hjá býarbókasavninum eru víðkað og broytt,
soleiðis at ein partur av bókasavninum nú er í veg-
hæddini við kaféumhvørvi, sjálvgreiðslu, teldum v.m.
Aðrar útbyggingarætlanir eru ávegis.
Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni
www.bbs.fo.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi
uppgávum og avbjóðingum.
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru:
• at leiða og hava ábyrgd av dagliga virkseminum
á býarbókasavninum
• at tryggja eitt tíðarhóskandi, mennandi og
dygdargott umhvørvi
• at tryggja, at býarbókasavnið støðugt mennir
og skapar nýggjar tænastur og nýtt virksemi
samsvarandi tørvi ella møguleikum
• at tryggja, at bókasavnið hevur fullgóða
fíggjarstýring og fremur úrslit
• at fylgja við og kunna seg um menning á økinum
Førleikakrøv
• Akademisk bókavarðaútbúgving frá lærdum
háskúla ella bókavarðaútbúgving frá viðurkendum
bókasavnsskúla
• Royndir í leiðslu
• Royndir í bókasavnsarbeiði
• Góður teldukunnleiki og áhugi fyri kunningartøkni
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at viðkomandi hevur góð leiðslu- og
samstarvsevni, er fyrikomandi, dugir væl at samskifta
bæði innan- og uttanhýsis og kann virka í góðum
samstarvi við starvsfelagar. Neyðugt er at hava
hugsjónir um virksemið á bókasavninum og kunna
ganga á odda.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast
til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
vera Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. oktober 2012
kl. 12.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jákup Simonsen, mentamálaleiðara, ella Jóan Petur
Hentze, trivnaðarstjóra, á tlf. 302010.
Leiðari til Býarbókasavnið
www.torshavn.fo
Skúlastýrisval
tórshavnar
kommuna
Skúlastýrisvalið verður týsdagin 13. nov. 2012 kl. 10.00-20 00
Valt verður soleiðis
• Foreldur at næmingum í Venjingarskúlanum, Sankta Frans skúla,
Tórshavnar Kommunuskúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla og
Skúlanum við Løgmannabreyt velja í Høllini á Hálsi
• Foreldur at næmingum í Skúlanum á Argjahamri velja í
róðrarneystinum á Argjum
• Foreldur at næmingum í Kollafjarðar skúla velja í skótahúsinum
í Kollafirði
• Foreldur at næmingum í Kaldbaks skúla velja í skúlanum í
Kaldbak
• Foreldur at næmingum í Velbastaðar skúla velja í skúlanum
á Velbastað
• Foreldur at næmingum í Nólsoyar skúla velja í felagshúsinum
hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy