Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BØRN HAVA RÆTT TIL EITT GOTT LÍV – tak vandatekin í álvara ALmENN kVØLdsETA BARNAVERNd OG fRáBOðANARskyLdAN Norðurlandahúsið, hósdagin 25. oktober 2012, kl. 19.00 – 22.00 dygg og munagóð hjálp í tøkum tíma kann byrgja fyri álvarsligum inntrivum seinni í uppvøkstrinum. Barnaverndarstovan setur saman við Almanna mála ráðnum, Heilsumála ráðnum og mentamála ráðnum sjøtul á átakið um frá boðanar skylduna á kvøldsetuni. Annika Olsen, lands stýris kvinna í almannamálum og Bjørn Kalsøe, lands stýrismaður í mentamálum, seta kvøldsetuna Landsstýrisfólkini Annika Olsen, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, formenninir í kommunu felags skap­ unum Gunnvá við Keldu og Asbjørn Djurhuus og fútin Karen Marie Olesen seta sjøtul á arbeiðið við fráboðanarskylduni. „Fráboðanarskyldan“ – Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur á Almannamálaráðnum „Tak vandatekin í álvara“ – Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya „At fráboða er ikki at slatra“ – Maud Vang Hansen, greiður frá at vaksa upp við harðskapi „Kærleiki og stálull“ – frá vesa ligum uppvøkstri til eitt gott lív – Lisbeth Pipping úr Svøríki sigur frá um uppvøkstur sín við einari menningartarnaðari mammu Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunu­ samskipan Føroya, endar kvøldsetuna Sangur og tónleikur Martin Joensen FØROYAPRENT Fiskimálaráðið Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­ vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Royndarveiða og virðisøking av fiski. • Burðardyggur fiskiskapur. • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni. Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Les meira á fvg.fo Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg­ leiðingar og annað kunnandi tilfar. Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini. • Eginfígging ella onnur fígging er. • Samstarv er við almennar og/ella privatar samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands. • At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini. Fiskivinnuroyndir kunnu útluta til samans 4,3 mió. kr í 2013 til nýggjar og verandi verkætlanir. Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan fyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til Ítøkiligar verkætlanir, ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugað eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. november 2012 kl. 12:00. Jákup Mørkøre, samskipari tel.: 35 30 30 / 35 32 48 fartel.: 55 32 48 t­post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið att.: Samskiparin í fiskivinnugransking Postboks 347 Bókbindaragøta 8 FO 110 Tórshavn Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2013. FISKIVINNUROYNDIR 2013 LÝSING EFTIR UMSÓKNUM