fríggjadagur 19. oktober 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 19. oktober 2012
2
VIKUSKIFTI
Val
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Um tríggjar vikur skulu amerikumenn
velja nýggjan forseta. Valið stendur
millum verandi forseta, demokratin
Barack Obama, og avbjóðaran, republi
kanaran Mitt Romney.
Veljarakanningar vísar, at kappingin
millum teir báðar er tøtt, og tað verður
endaspurturin, sum nú er farin í gongd,
sum verður avgerandi fyri, hvør vinnur
valið 6. november.
Michael Ehrenreich hevur starvast
sum USA-korrespodentur fyri Ber
lingske Tidende og starvast nú sum
redaktørur og uttanríkispolitiskur við
merkjari á Kristeligt Dagblad. Hann
heldur, at størsti munurin millum
bæði forsetavalevnini er í búskapar
politikkinum.
– Barack Obama er tann, sum
líkist okkum her í Europa meira, tí
hann heldur, at almennin geirin skal
verða við at seta gongd á búskapin.
Mitt Romney heldur hinvegin, at tað
almenna skal hava so lítlan leiklut sum
gjørligt og skal ikki standa í vegin fyri
privata initiativinum, sigur Michael
Ehrenreich.
Spurninur um álit
Men tað eru ikki bara politisku ætlan
inar, sum hava týdning fyri, hvør
verður valdur til forseta.
– USA er býtt sundur í tveir næstan
eins stórar partar politiskt, og tí verður
hetta eitt tætt og spennandi val. Um
framt ideologiir og visiónir, snýr tað
seg eisini nógv um álit. Amerikumenn
hyggja eftir, um valevnini megna at
loysa ta stóru og krevjandi uppgávuna
sum forsetaembætið er, og tí hevur per
sónligheitin hjá valevnunum stóran
týdning fyri valúrslitið, sigur Michael
Ehrenreich.
Sunnudagin
verða
Michael
Ehrenreich og Clement Kjersgaard við
á tiltaki í Norðurlandahúsinum, sum
kallast »Obama ella Romney?« Teir
fara at skifta orð um ymisk viðurskifti í
valstríðnum nú upp undir amerikanska
forsetavalið.
8 minuttir
sum mundu
broytt mín
heim
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Heini Jacobsen / Mynd: Ólavur J. Hansen
klumman
Inna
Törnroos
– Amerikumenn hyggja eftir, um valevnini megna
at loysa ta stóru og krevjandi uppgávuna sum
forsetaembætið er, og tí hevur persónligheitin hjá
valevnunum stóran týdning fyri valúrslitið, sigur
viðmerkjarin Michael Ehrenreich um forsetavalið í USA
Maðurin og eg sita í bilinum. Útvarpið er frá,
og 56 minuttir eru spældir av landsdystinum
Føroyar og Svøríki.
Brádliga sigur maðurin: Hoyrdi tú?
Eg við víðopnum eygum: Ja, eg haldi tað.
Hann: Teir gjørdu MÁL!!!
Eg: Føroyar-Svøríki 1-0, tað er fantastiskt!
Og so byrjaðu smsini, Skype, Facebook at
plinga í telefonini. Eg svaraði, men mest sat
eg og droymdi um, hvussu nógv hetta málið
kundi broyta mítt lív.
Um Føroyar vunnu móti Svøríki, hevði
hvør einasti svii brádliga vita, hvar Føroyar
liggja, hvussu nógv fólk búgva har, hvat fyri
mál vit tosa, og at vit faktiskt eru stak dugna
lig í fótbólti.
Bara tankin um at sleppa frá at greiða frá,
hví ongi trø vaksa í Føroyum, tá eg eri hjá
tannlækna, hvørjum føroyska máið líkist, tá
eg avheinti børn, ella um tað veruliga eru so
nógvir seyðir í Føroyum, tá eg eri til undir
lívskanning, er fantastiskur.
Nú ljóði eg kanska sum ein vána sendi
kvinna fyri okkara land, men tað eri eg ikki.
Eg eri bara so innarliga troytt at svara somu
spurningum umaftur og umaftur. Hava tey
ikki lært um Norðurlond í skúlanum?
Eg yvirdrívi ikki, tá eg sigi, at eg í miðal
svari uppá spurningar um Føroyar 2-3 ferðir
um vikuna.
Tey, sum eru úr miðeystri og spyrja um
Føroyar, skilji eg betur, at tey onki vita, tey
hava nokk neyvan havt um okkara lítla
oyggjaland í landalæru. Og tey spyrja ofta
heilt aðrar spurningar – hvar liggja Føroyar,
hvussu er býtið millum menn og kvinnur, og
hvussu heitt er tað har?
Tankarnir um, at Føroyar skuldi gerast
»kent« í Svøríki vóru fantastiskir hasar 8
minuttirnar. Eg sá fyri mær, hvussu sviar
í hópatali skulu ferðast til Føroyar, hvussu
starvsfelagirnir sum arga við, at Føroyar fóru
at tapa 19-0, fingu ein frammaná, og hvussu
Atlantic sendi »bussin« til Stockholm nakrar
ferðir um vikuna.
Men tað gjørdist bara ein dreymur tían
verri – 8 minuttir eftir at Rógvi Baldvinsson
gjørdið 1-0 málið fyri Føroyar, kontraði
Svøríki við ikki bara einum, men tveimum
málum.
Um sviar hava lært seg nakað um Føroyar
av hesum, er ilt at siga. Eg má brynja meg
við toli og vóna, at eydnan er betri 11. juni
næsta ár.
So segði
hann...
Forsetavalið
verður sera tætt
Sjálvandi hava vit samkenslu, tá ið fólk missa, men
vit mugu duga at halda tingini frá hvør øðrum, tí
sløkkiliðsfólk skulu fyrst og fremst gera sítt arbeiði.
Annfinn Reinert, sum eftir 45 ára tænastu
er givin sum sløkkiliðsmaður í Havn
Obama er helst favorittur at vinna forsetavalið í USA á Mitt Romney, men valið verður tætt og spennandi, heldur viðmerkjari