fríggjadagur 19. oktober 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 19. oktober 2012
4
VIKUSKIFTI
Kríggj
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Hesi seinastu árini síggjast ikki aftur
á 29 ára gamla vágbinginum, Heina
Jacobsen, tá ið vit hitta hann á einari
fínari kafé í Vestamager, har hann ger
seg til reiðar at greiða frá sínum upp
livingum í danska herinum.
Tað er ein kafé, sum hoyrir til hans
ara nýggja íbúðarblokk, sum eitur 8
Tallet. Ein dýrur íbúðarblokkur, sum
Heini nú býr í.
Tað er eitt av tí góða við at vera í
kríggj – tú fært góða løn. Men lønin
uppvigar als ikki upplivingarnar.
Minnini hjá Heina fara at fylgja
honum restina av hansara lívið,
hóast hann nú sigur farvæl til danska
herin.
Altíð vilja verið
sum teir í filmunum
Síðani hann var ein blaðungur drong
ur, hevur hann verið áhugaður í tí, sum
herurin hevur at bjóða. Meðan hann og
vinmenninir hugdu eftir krígsfilmum
við Arnold Schwarzenegger, Chuck
Norris og Jean Claude van Damme,
sat Heini altíð og droymdi seg burtur
í ein annan heim. Heimin, har hann
slapp at vera sum teir. Tí vóru tað
eingi av hansara vinfólkum, sum
hildu tað vera ónatúrligt, tá Heini
meldaði seg í danska herin.
Í 2006 tók Heini Jacobsen fyrsta
stigið. 14. februar fór hann til upptøku
roynd, og síðani byrjaði harða venj
ingin á Bornholm í august sama ár.
Hann og 47 aðrir ungir menn byrjaðu
samstundis, men bert fimm mánaðir
seinni vóru teir einans 27 mans eftir á
venjingarleguni í Bornholm. Summir
vóru mettir at vera óegnaðir til herin,
meðan aðrir longdust ov illa heim.
Men ikki Heini. Hann varð verðandi
á Bornholm venjingarleguni og øðrum
venjingarlegum kring Danmark í trý
ár, har hann gjørdi seg til reiðar at
fara í kríggj og verja donsk áhugamál.
Hóast Heini minnist aftur á tíðina í
Bornholm sum læruríka og allarhelst
tað, sum bjargaði honum lívið seinni,
so var tað eisini hart.
– Vit fóru upp hvønn morgun
klokkan 6.30 at vaska okkara kømur.
Síðani skuldi vit út at venja, og oftast
vóru vit úti í fleiri dagar á rað. Tað
var um veturin, so tað var rættiliga
krevjandi at liggja úti í náttúruni í
fleiri dagar. Men venjingin var hørð,
og vit lærdu nógv, sigur Heini.
Tað var eisini her, at Heini og hinir
hermenninir gjørdist kammeratar.
Eitt orð, sum Heini nýtur mest av
øllum, tá ið hann greiður frá tíðini
í herinum.
– Á Bornholm gerast hinir menn
inir tín familja. Tú hevur ikki møgu
leika at fara heim at eta saman við
tíni familju um kvøldarnar, eins og øll
onnur gera. Tú ert saman við tínum
kammeratum alt samdøgrið, greiður
Heini frá.
Í kríggj í 2009
Hetta vinarlagið, sum menninir fingu,
var eisini orsøkin til, at Heini als ikki
ivaðist í at fara við til Afghanistan, tá
ið boðini vóru givin. Tó so var Heini
ógvuliga bangin fyri at greiða sínum
nærmastu frá síni avgerð um at fara
í kríggj.
– Eg visti av, at eg skuldi til
Afghanistan átta mánaðir, áðrenn
vit fóru. Men eg segði tað ikki fyri
nøkrum. Eg var bangin fyri, at tær
hugsanir, sum fólk heima í Føroyum
hava, fóru at gera meg svakan.
Allarflestu føroyingar kenna ikki
til kríggj. Vit hava ongan her í Føroy
um, og tí er tað okkum sera fjart.
– Eingin kundi seta seg í mína
støðu. Og eg visti, at øll míni nærm
astu fóru at halda tað vera løgið, at
eg vildi fara til Afghanistan. Fleiri
– Eg helt í hond hansara í fleiri tímar og græt. Eg hugsaði um, hvussu
órættvíst tað var, at hann skuldi taka allan brestin frá minuni, meðan vit
aðrir sluppu snikkaleysir undan. Hesi orðini eigur 29 ára gamli Heini Jacobsen,
sum seinastu seks árini hevur verið í danska herinum. Hansara fyrsta krígs
uppliving gav honum ein dyggan smeit, sum kundi havt kostað honum lívið
Eingin kann
skilja lívið í
Afghanistan
mynd: privat