Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Síðan 6. mai hevur ein 21 ára gamal hvalbingur sitið varð­ haldsfongslaður í Mjørka­ dali. Men har er hann ikki long­ ur, tí fríggjadagin varð hann latin leysur, og fríggjakvøldið kundi hann fara suður aft­ ur saman við øllum skyld­ fólkum og vinfólkum sín­um, sum manssterk vóru kom­in til Havnar at fylgja rætt­ar­ málinum og vísa manninum sín stuðul. At tey vóru góð við mann­ in var týðiligt. Tey eins og hann vóru rørd, og hvørja ferð steðgur var á rættar­ fundinum, fóru nøkur yvir at klemma hann. Vanliga kostar eldáseting treytaleysa fongulsrevsing, men hjá hesum manninum varð restin av dóminum gjørd treytað. Tað vil siga, at hann skal ikki sita, um hann bara heldur seg frá at gera nýggj lógarbrot komandi tvey árini. Hetta var eitt óvanligt sakarmál og eitt syrgiligt mál, sum verjin hjá manninum og ákærin báðir søgdu í rætt­ inum. Serligar umstøður Serligu umstøðurnar, at mað­ urin ongantíð áður hevur framt lógarbrot, og at hann bæði hevði arbeiði og familju at venda aftur til vóru ors­ økirnar til, at dómarin valdi at geva manninum so lina revsing. Hann hevði eisini gott arbeiði at venda aftur til, og arbeiðsplássið hevði boðað frá, at arbeiðið bíðaði eftir honum. Bólturin hjá manninum fór á rull leygarkvøldið 5. mai. Hann hevði fyrst sitið heima og drukkið. Foreldrini vóru ikki heima. Síðan fór hann í føð­ingar­ dag og drakk meira, Hann fór heim aftur, sparkaði hurðina inn á skriv­ stovuna hjá pápanum inn, tók byrsuna hjá pápanum og setti seg í bil sín. Síðan koyrdi hann suður eftir oynni. Hann mintist ikki so væl, hvat var hent, men hann hóm­aði, at hann hevði skotið nøkur skot við byrsuni upp í luftina. Ringdi sjálvur til politiið Sjálvur ringdi hann nakrar ferðir til politiið, sum tí ætl­ aði sær til Vágs. Men komnir til Hovs, møttu teir honum, tí hann vendi við. Politiið elti mannin í bilinum á veg norðureftir, men politistarnir hildu seg nakað frá honum. Komin til Øravíkar, koyrdi hann inn til Gistingarhúsið, tók byrsuna, skeyt hurðina upp og fór inn. Inni fann hann eina dós við svávulpinnum og festi í ymsa staðni í fimm støðum í matstovuni og aðrastaðni. Hann hevði eisini skotið út gjøgnum vindeyga móti einum politibili. Hvørki í grundlógar­hoyri­ num ella á rættarfundinum fríggjadagin mintist maðurin, hví hann hevði gjørt alt hetta. Hann var eisini so dýrandi fullur. Tá ið blóðroynd varð tikin av manninum nakrar tímar seinni, vísti royndin 1,45 promillu. Politiið tordi ikki at fara inn á gistingarhúsið at steðga manninum, tí hann var vápnaður. Meðan alt hetta hendi, komu gentan hjá manninum og foreldrini á staðið í bili. Politiið noktaði teimum at fara nærri, og politistarnir noktaðu eisini pápanum at fara yvir til bilinum hjá manninum og taka lyklarnar úr. Maðurin var komin út og hevði skotið nøkur skot aftrat av. Koyrdi á felguni Síðan setti hann seg í bilin og koyrdi víðari móti Tvøroyri. Tá visti politiið ikki, at hann hevði lagt byrsuna frá sær inni á gistingarhúsinum, og tí tordu teir ikki at taka hann. Politiið royndi tó at steðga manninum við at seta ein bil tvørtur um vegin, men hann rendi á bilin, sum fluttist eitt petti, og koyrdi víðari. Á ferðini datt eitt hjól av bilinum, men hann koyrdi víðari. Ikki fyrr enn hann skuldi koyra nian gjøgnum brekkuna frá bryggjuni, steðgaði bilurin. Ein politistur fór tá yvir til bilin, læt hurðina upp, og maðurin sat púra róligur. - Hann var sum ein sekkur av eplum, segði politisturin, sum tók hann. Politisturin tók mannin út, legði hann niður og setti hondjørn á hann. Tað einasta, sum maðurin segði, var at hann spurdi, hvar hann var. Maðurin greiddi frá, at hann mintist bara, at hann hevði sett seg í bilin aftur, og tað næsta, hann mintist, var tá hann lá niðri. Tá gekk upp fyri honum, at okkurt var heilt galið. Slerdi klikk Politistarnir, sum vitnaðu, yvirdramatiseraðu ikki hend­ ingina. Annar politisturin var vinmaður hvalbingin, og tá hesin var liðugur at vitna, fór hann yvir til mannin og tók í hondina á honum. Bæði verji, ákæri og dóm­ ari brúktu vendingina, at tað hevði sligið klikk hjá mann­inum hesa náttina. Með­an hann hevur sitið í varðhaldinum, er hann mental­kannaður, og har var einki galið. Nevnt varð eisini, at bæði starvsfólk og fangar í Mjørka­dali bara høvdu gott at bera manninum. Dómarin brúkti ikki langa tíð um at fella dómin. Maðurin varð dømd­ur hálvt annað ára fongsuls­ revsing, men dómarin valdi at gera restina av dóminum treytaða. Teir fimm mán-að­ irnir, hann hevur sitið í varð­ haldinum, vórðu drignir frá. Hann skal í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu og somu­leiðis skal hann hava sam­talur við sálarfrøð­ing. Alt undir leiðslu av Krimi­ nalforsorgini. Royndar­tíðin varð sett til tvey ár. Hann varð dømdur fyri eldáseting, fyri at hava skotið og skotið móti politibilinum, fyri skaðarnar, hann gjørdi og fyri at hava koyrt fullur. Maðurin misti koyrikortið í hálvt fjórða ár frá 6. mai at rokna. Nógv at gjalda Hann skal gjalda góðar 22.000 krónur fyri skadda politibilin og sakarmálsútreiðslurnar. Gistingarhúsið í Øravík hevur kravt mannin eftir trimum milliónum krónum, men tann spurningurin verð­ ur viðgjørdur í einum sivilum sakarmáli seinni. Maðurin tók við dóm­in­ um. - Tá ið dómarin segði, at fá nú av, var hann fríur at fara, men at hetta ikki mátti endurtaka seg, fóru kensl­ urnar avstað við manninum. Og tað gjørdu tær eisini hjá teimum, sum møttu vóru at stuðla hann. Tað slerdi klikk av frustrasjónum 21 ára gamli hvalbingurin, sum eina sunnunátt í mai koyrdi fullur runt í Suðuroynni við byrsu, læt skot av og setti eld á, varð fríggjadagin latin leysur. Serligar umstøður gjørdu, at restin av dóminum varð treytað Gistingarhúsið fekk stóran skaða og somuleiðis politibilur