Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein ?? Síða 8 ??? Kjak á síðu 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Poul Hansen, advokatur í Havn og rík­mað­ur, hevur hjálpt Dimm­a­lætt­ing, sum hev­ur ver­ ið í tung­um sjógvi leingi. Gamla blað­ið hev­ur havt trupult við at gjalda hvørj­um sítt og hava peng­ar til løn­ir og rokn­ing­ar ann­ars. Men nú hevur blaðið fing­ið hjálp frá Poul Hansen, sum vátt­ ar, at hann hevur keypt út allar debitorar hjá Dimma­lætt­ing. – Tað er betri for­rætn­ing fyri meg enn at lata peng­ar­nar standa í bankanum, sig­ur Poul Hansen, sum ikki vil upplýsa, hvussu stór upp­hædd­in er. Men sum skilst er talan um mill­iónir. Um eigarin av Dimma­lætt­ ing hevur fingið hugskotið at læna frá Poul Hansen við at lesa Dimmu, vita vit sjálv­andi ikki. Men tað er nær­lagt at hugsa sær tað, tí Dimma­lætt­ing skrivaði 23. apríl í ár um hend­ an rík­mann­in, sum var far­in at læna pengar til teirra, sum bank­arnir ikki vildu nerta. – Og tað er komið á eitt turt stað hjá fleiri fyritøkum í Før­ oy­um, skrivaði Dimma­lætt­ing. Og blað­ið spekulerar eisini uppá, hvønn tað er, sum hesin rík­mað­urin er farin at fíggja. Poul Hansen váttar fyri Dimm­ a­lætt­ing, at talan er um 10 lán, og at tal­an er um ein­føld lán. Dimm­alætting skrivar, at hann vil ikki siga, hvørj­um hann hev­ ur lænt pengar, men tey gita, at Poul Hansen fíggjar Sp/F 14, sum er felagið hjá Mohr-fam­ iljuni, sum á sinni átti skip­a­ smiðj­una. Hetta fel­agið er sera illa fyri við eini neg­ativari egin­ ogn upp á 123 milliónir krónur. Eftir húsagangin hjá Dimm­ a­lætting í 2010, tá gomlu eig­ar­ ar, Sam­uel­sen-fam­iljan, mistu blað­ið og all­ar tess ognir – og har­við eina eg­in­ogn upp á um 30 milli­ónir krón­ur, hev­ur Sp/F Reyð­berg hjá Eyð­finni Reyð­berg keypt blað­ið »Dimm­al­ætt­ing« burt­ur úr gamla fel­ag­num. Men síðani nýggja felagið tók við rakstrinum av blaðn­ um, er felagið kom­ið við neg­ a­tivum roknskapum upp á meira enn hálva aðru milli­ón, og hevur felagið tí ein neg­a­tiv­ an eginpening upp á min­us 1,5 milliónir krónur. Til sam­an­ber­ ing­ar kann sigast, at Sosi­al­ur­in í fjør hevði eitt yvir­skot upp á 1,3 milliónir krón­ur. Eg­in­pen­ing­ur­ in hjá Sos­i­al­i­num er 7,7 milliónir. Soleiðis eru við­ur­skift­ini broytt millum Dimma­lætt­ing, sum var Føroya størsta og rík­asta blað í 122 ár – og Sos­i­alin. Dimmalætting og Sos­i­al­ur­ in stovn­aðu í felag Prent­mið­ støð­ina í 2000. Hetta er ein­asta prent­smiðja, sum kann prenta bløð í Føroyum. Prent­mið­støð­ ina eig­ur Sos­i­al­ur­in nú saman við Nema. Løgmaður hevur rættiliga tikið sær tykni av, at Sosialurin í august av­dúk­aði tað, sum løgmaður ikki vildi hava fram alment, at bankar og onn­ur hava liðið millióna tap av hans­ara vinnuvirksemi, eins og lands­kassin eisini misti pengar av mvg-eftirstøðu. Vinnuvirksemið hjá løgmanni ridl­aði illa, tá hann tann 9. mai í 2007 útnevndi seg sjálvan sum fíggj­ar­ mál­a­rá­ð­harra eftir at Bárður Niel­sen slepti øllum politiskum bond­um fyri at elta mill­i­ard­ir­nar hjá Ják­upi á Dul í Ís­landi – til Kaj Leo upp­dag­aði, at fór hann í lands­stýr­ið, so slapp Heð­ in Mortensen á ting. Með­an Kaj Leo Jo­hann­e­sen sit­ur sum løg­mað­ur, fell­ ir alt vinnu­virk­sem­ið hjá hon­um til jarðar, og landið og bankar og aðrir kreditorar missa nógvar mill­iónir. Løgmaður hevur verið sera firtin inn á Sos­i­alin, síðani vit fóru at skriva um hetta. Hann hevur strikað hald av blaðnum, og hann er komin við fleiri niðrani viðmerkingum á Face­book um Sosialin – og enn­tá av tings­ins røð­ar­ a­palli. Tað gjørdi hann mill­um ann­að týsdagin, tá hann svar­aði ein­um fyri­ spurn­ing­ini frá Krist­inu Háfoss um tjóðarsemju í stjórn­ar­mál­um: » – Blokkurin skal verða burtur um tíggju ár, stóð í eini yvirskrift í Sos­i­al­i­num. Men hon var sjálvandi skeiv, sum so nógvar yvirskriftir har­ frá í seinastuni...« Soleiðis segði løgmaður. Greinin, hann um­røður, er úr samrøðu, sum Bo Lide­gaard, blaðstjóri á Politiken, hevði við løgmann, sum Sosialurin prent­aði á før­oysk­um eftir áheitan frá blað­stjór­a­num á Politiken. Í hesi grein sig­ur løg­mað­ur: »Eg vænti, at inn­an fyri 10 ár – um tað ikki gongur galið – so er einki málsøki eftir at yv­ir­taka, uttan tey málsøkini, sum ikki fevna um yvirtøkulógina sum uttanríkispolitikkur, trygdar­pol­i­tikk og verjupolitikk«. Og so spyr Bo Lidegaard: – Tá síðstu málsøkini eru yvirtikin, verð­ ur rík­is­veitingin úr Danmark eisini burt­ur tá? Og løg­maður svarar: »Vit rinda fyri málsøkini, vit yv­ir­taka. Sjálvandi gjalda vit rokn­ing­ina, tá vit taka á­byrgd­ina á okk­um. Tað er kjarnan í okk­ ara sam­ bands­pol­ i­tikki.« E r g o : Tá vit hava yv­ i r ­t i k ­i ð øll tey 15 máls­øk­ i­ni, sum eru eftir, so rinda vit sjálvi rokn­ing­ina. Merkir tað ikki, at blokk­stuðulin er burtur? Løgmaður var so væl nøgdur við donsku útgávuna av greinini í Poli­ tik­en, at hann skrivaði soleiðis á Face­book 14. august: »Tað var eitt sera gott upp­livilsi at hava eina langa sam­røðu við ein verðuliga pro­ fess­i­on­ell­an blað­mann á Poli­tik­en og síð­ani fáa staðfest, at tað sum kom á skrift í einari Kronikk, verðu­liga var tað sum var sagt, har hava vit nógv eftir at læra í Før­oy­um.« Tað, sum løgmaður kallar »kro­nikk« er altso ikki ein kronikk men ein samrøða, sum stóð á donsk­um í Politiken og á føroyskum í Sosi­al­i­num... Umleið 54 skúlar kring oyggj­ar­nar hýsa dagliga um­leið 18 prosent av Føroya fólki. Nú skulu skúlastýrini, sum varða av skúlunum, velj­ast fyri fjórðu ferð. 

 Hvat skal til í 2012 at menna ein skúla sum gev­ ur børnunum dreymar, vis­ i­ón­ir og lívsorku til at lyfta sam­fel­agið um nøkur ár? Tann 23. november fáa fólk høvi at vera við til at seta dags­skránna og rað­ festa, bæði á skúlunum og í tí komm­un­ala
landslagnum.

 Tað formella samstarvið mill­um foreldur og skúlan er mill­um annað skúlastýrini. Val­ið til skúlastýrini er ein týð­andi liður í partinum av upp­gáv­uni sum foreldur í sam­starv­i­num millum heim og skúla. Tí mugu foreldur royna sum frægast at taka
lut í hes­um, hugsa seg um, tá ið far­ið verður á val og í heila tikið vera við á val­deg­num. 

 – Um vit hava orku til meir, so kunnu vit eisini, sum for­eld­ur, royna at stimbra kjak uppundir val­ ið, bæði millum foreldur, í komm­un­u­ni og alment ann­ars, so at foreldur trýna fram, og foreldur, sum hava á­huga í framtíðina og vilja síggja børn okkara blóma, koma í skúlastýrini, stendur í skrivi frá Foreldrafelagnum Heim og Skúli. Ríkmaður bjargar Dimmu Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Vetr­ar­ fri­ðing ella veg­bungur Annika Sølvará Eygamálið á síðu 16 ...bíða eftir ulti­ ma­tiva rán­i­num Tórbjørn JaCOBSEN TÍÐARGREIN síðu 17 Skúlastýri skulu veljast Greinin í Politiken var tann sama, sum tann føroyska í Sosialinum... Sambært Dimmu fíggjar Poul Hansen tey, sum bankarnir ikki vilja nerta... Skilir løgmaður danskt? Skúlin á Argjahamri er tann nýggjasti skúlin í landinum