Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen Mamman var Anna Katrina Maria Djurhuus, fødd í 1864 á Selatrað. Hon varð konfirmerað í Sjóvar kirkju 30.9 1877. Anna giftist heima við hús í Havn tann 21.november 1883 við Michael Paula Poulsen í Borgarastovu f. 17.5. 1880. Tey fingu skjótt fýra børn, Sunn­eva Georgia f. 1883, Andrea Christina f. 1885, Hanna Maria f. 1887 og Michala Poula Maria f. 1888. Men yngsta dóttirin fekk ong­ an­tíð sæð pápa sín, tí hann gekk burtur á útróðri 30. januar 1888. Tað var av besta veðri, og nólsoyingar fóru eisini til útróðrar henda dagin. Teir fóru til hús, tá ið línan var drigin, men báturin, sum Mikkjal Pauli var við, setti línuna aftur. Um kvøldið brast hann á við stormi og kavaroki, og tað spurdist einki aftur frá teimum. Átta mans fórust. Teir vóru umframt Mikkjal Paula, Poul Jacobsen, 63 ár, Elias Jacobsen, 26 ár, Magnus Samuelsen í Horni, Dánjal Jacobsen í Køk og Johannes Claudius Johannesen, hann var av Argjaboða. Hetta var sjálvsagt ein stórur smeitur hjá Onnu við fjórða barnin­ um undir belti. Hon giftist aftur við Jákupi Ol­ sen, sum var urmakari. Men hann misti hon eisini í eini bátsvan­ lukku. Ólavsøkudag í 1895 var ein stór grind í Miðvági, har tað doyðu 547 hvalir. Jákup var farin í grind, og her var nóg mikið av grind og spik at fáa heim við sær. Men við Kirkjubønes søkkur báturin og seks av teimum átta monnunum druknaðu. Teir vóru Ludvig Thom­ sen, Jacob Jacobsen, Christian P. Ziska og Jákup Olsen, sum allir vóru familjufedrar, umframt Jens Hansen og Poul Johannes Poulsen, sum vóru ógiftir. Tveir menn vórðu bjargaðir. Teir vóru Niels Debes og Hans A. Djurhuus, pápi Kristian Djurhuus, løgmann. Teir vórðu bjargaðir av einum øðrum báti, sum eisini hevði verið í grind. Tað, sum bjargaði teimum var, at teir dugdu so væl at svimja skrivaði Dimmalætting. Orsøkin til, at bát­ urin sakk var uttan iva, at hann var ovlastaður, og Dimmalætting tekur eisini upp spurningin um ov­ lastaðar grindabátar. Tað var bara ein av teimum, sum druknaði, sum var tryggjaður, og Jákup var ikki ein av teimum. Tað hevur verið steinur oman á byrðu. Fyrsta pensionat í Føroyum Nú var Anna blivin einkja tvær ferðir eftir bert 7 árum. Hon mátti nú klára seg við hjálp frá Gudi og góðum fólki, sum tað plagar at verða sagt. Elsta dóttirin, Sunneva, fór til Keypmannahavnar til fosturs. Skip­ arin hevði hana í forsvar. Hon búði niðri, til hon varð vaksin og lærdi til sjúkrasystir. Hanna, næstyngsta dóttirin, fór til próst Jens Christian Evensen á Nesi og fylgdi við húskinum, tá ið tey fluttu til Danmarkar. Anna fekk sær eitt pensionat umleið 1890, Borgharrastova har, har til dømis løgtingsmenn av bygd búðu. Hetta var fyrsta pensionat í Før­oyum. Tað hevði hon til mið­ skeiðis i 1930-árunum. Sunneva var frammarlaga í mongum Sunneva giftist við Alexander Laus Emil Joensen f. 1881 á Eiði. Tey búsetast í Fuglafirði og fingu trý børn. Alexander sigldi sum skipari, við norskum hvalabáti undir fyrra heimsbardaga og var burtur í nógv ár. Heimaftur komin fór hann við einum hvalabáti, Funding, sum avreiddi til hvalastøðina í Funn­ ingsfirði. Seinni gjørdist hann arbeiðs­ formaður hjá Sámal P. Petersen. Abbadóttirin Alexandra greiðir frá, at Sunneva var sera frammar­ laga. Hon hevði góðar hendur, og hon seymaði messuakulin til kirkj­una í Fuglafirði, og prestur nýtti hann líka til nýggja kirkjan var bygd. Hesin akulin var við á einari framsýning um kirkjusøgu í Havn herfyri. Eisini lærdi Sunneva fólk at seyma. Tað gekk fyri seg í stovuni norðuri á bakka. Eisini sótu kvinnur har og framleiddu ting, sum til basarar, og har peningurin fór til at byggja missiónshúsið. Sunneva hevði eisini ein ”køkken­ hava”, har vaks bæði persilla, dild, gularøtur og annað gott, sum helst hevur verið sjáldsamt tá á døgum. Um morgnarnar plagdu hon og sonurin at seta skrubbulínu. Freydis Poulsen hevur fortalt, at Sunneva virkaði sum heimadoktari í Fuglafirði. Jarðað í Havn Sunneva gjørdist sjúk og doyði í 1935 bara 51 ára gomul. Tað finst eingin frágreiðing fyri, at hon er jarðað í Havn. Ofta vóru bygdafólk sum doyðu í Havn, eisini jarðað í Havn. Ofta var jú óhøgligt at fara út á bygd við líki. Men sambandið til Fuglafjarðar skuldi ikki verið tað ringasta. Alexander giftist aftur við Magn­inu Jacobsen, ættað úr Funn­ ingi. Hon var systir Johannes skó­ mak­a­ran í Fuglafirði. Tá ið Anna doyr í 1949 verður hon jarðað undir liðini á dóttrini, og navn hennara kemur eisini á gravsteinin. Alexander “átti” plássið við síðuna Sunnevu. Men hann giftist uppaftur, so tey hava  óivað avrátt, at mamma Sunnevu fekk hansara pláss, eftir sum hon ongan mann hevði at liggja hjá. Sunneva fekk hesi børnini: Albert M. Joensen f. 1912 í Havn, giftist við Matildu Petersen, dóttir Óla á Miðgerði. Eivind Joen S. Joensen f. 1920 i Fuglafirði. Gifist við íslendsku Jórun. Tey fingu sær Tórshamar til eftirnavn. Mimi Joensen (1925-2008). Giftist við Erling Hansen (1924-1987), Erling á Støðini, í Fuglafirði. Omma kendan kommunulækna Umframt Sunnevu fekk Anna hesi børnini: Andreu Kristinu f. 1885. Hon gift­ist við Peter Poulsen, føddur á Eiði i 1881. Petur Snikk var ein kendur havnarmaður, sum mill­ um annað var sera virkin í Meinig­ heits­húsinum og Bláa Krossi. Hann var ein av teimum sum sam­an við Valde­mar Lützen og Frants Restorff, bakara, tók stig til sjó­ mans­heimið í Havn. Ein sonur teirra var Aksel Poul­ sen (1911-1978), sum var kendur sum lækni í Havn í eini fjøruti ár. Frá 1939, tá ið hann byrjaði sum kommunulækni, til 1947 var hann eisini tiltakslækni á Sanatoriinum. Hann gjørdist dr.med. fyri eina ritgerð um tuberklar. Tað eru nógvar søgur um Aksel Poulsen Poulsen. Ein er um mann, sum gramdi seg um hjartað. Aksel bað hann ikki stúra, “tí hjartað heldur so teg av!” Hanna Maria f. 1887. Endaði í Danmark. Michala Poula Maria (1888-1965). Giftist við Karl Sofus Petersen (1883-1965). Hann var úr Sandavági og var skipari. he n d u r i ð sl ep t u Anna og Sunneva: Møðgurnar fingu eina harða lagnu Tá ið tvey nøvn eru á einum gravsteini eru tað ofta maður og kona. Men í hesum førinum eru tað móður og dóttir, sum báðar fingu eina harða lagnu Komandi partur Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá Gunnar N. Samuelsen og hansara ætt av Guttabreyt í Húsavík. SUNNEVA JOENSEN F. 31. OKT 1883 D. 12. JUNI 1935 ANNA OLSEN F. DJURHUUS F. 21. JANUAR 1863 D. 22. SEPT 1949 DEN SOM TROR PAA MIG SKAL LEVE OM HAN END DØR. JOH. 11,25 Sunneva og Alexander Anna misti tveir menn á sjónum Pensionat Borgharrastova hjá Onnu. Tað var í ljósu húsini ovarlaga á myndini.