Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 26. oktober 2012 2 VIKUSKIFTI instagram Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Summi eru við allastaðni, meðan onnur velja rosinurnar úr køkuni og nýta tað, teim­um dámar best. Og líkt er til, at nógvum fólki dámar Instagram. Tað tók Twitter fimm ár at fáa 100 miliónir brúkarir, tað tók Facebook eitt sindur meira enn fýra at náa sama mál, men Instagram, sum byrjaði í desembur 2010, er væl ávegis at náa málið upp á góð tvey ár. Í juli var kunngjørt, at talið á brúk­ arum var uppi á 80 milliónum – og hesi høvdu tá deilt fýra miljardir myndir. Fyri tey, sum ikki vita hvat Instagram er, so kann sigast, at tað ein applikatón í telefonini, har ein tekur eina mynd, leggur eitt filtur á myndina og deilur hana - antin bara á Instagram ella eisini til Facebook og Twitter. Nógv samanbera Instagram við Twitter á tann hátt, at Twitter bara er tekstur, meðan Instagram bara eru myndir. Um hinir sosialu miðlarnir eru gjørd­ir til telduna, so er Instagram held­ur gjørt til far­tele­ fon­ina. Lærdir idiotar Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: James Bond, »Skyfall« klumman Hilmar Jan Hansen Facebook, Twitter, Linkedin, Pinterest og Instagram – sosialu miðlarnir taka meira og meira av okkara tíð á netinum. Instagram er sosiali miðilin, ið vekstur skjótast í løtuni Herfyri fingu tey flestu ilt fyri hjartað, tá vit hoyrdu um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan forlangaði, at fyrsta floks kálvakjøt skuldi koyrast í skrell. Og nú slaktið hevur verið fyri, hava vit dag og dagliga hoyrt um, at ullin verður brend og avroðini koyrd í skrell, tí eingin longur dámar blóðpylsu, livur og fótamørð. Samstundis fáa vit oyruni trúttað full um, at grindin skal vera so eitrað, at hon ikki er egnað til mannaføði. Hetta er alt so klikkað, at tað næsta verður helst, at ræstur fiskur kemur á svartalista, tí tað luktar so illa, tá hann verður kókaður… Feskasta dømi um slíka tápuligheit var grindin í Hvalba í vikuni, sum skuldi brúkast vísindaliga, tí hvalirnir skuldu merkjast. Tá so neyðardýrini gjørdu landgongd, tí tey ikki fingust út á hav aftur aftaná, noyddust annars grindakønir menn á staðnum bara at standa og hyggja at, tí tey lærdu í Havn noktaðu teimum at drepa friðaðu hvalirnar og steðga pínsluni! So tápuligur kanst tú altso vera, sjálvt um tú hevur øll hugsandi pappír og prógv! Og ferð eftir ferð fáa vit tíverri staðfest, at vanligt vit og skil ikki nýtist at fylgja við, fyri tað um tú ert evigheits­ studentur á donskum asfalti… At náttúrutilfeingi verður vanvirt av føroyskari gransking og at góður matur verður forkastaður við ES-reglum í reyva­ lummanum, skuldi verið beinleiðis revsivert fyri tann ella tey, ið geva boð til at koyra allan henda matin burtur. Og tað skuldi tað verið, óansæð um talan er um grind, kálv, seyð ella annað, tí um vit ikki hava virðing fyri, at mati skalt tú fara væl við og vera takksamur fyri, so hava vit mist ein stóran og týðandi part av okkara grundleggjandi samleika og føroyskum siði! Dagliga hoyra vit, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit fáa øll hesi heimaftur, sum einaferð eru farin burtur í onnur lond at lesa. Gamaní, men tey kunnu so ikki øll vænta sær at koma heimaftur fyri at fáa leiðandi størv, tí so er skjótt, at eingin indianari sæst fyri berum høvdingum. Nei, hesi skuldu sloppið upp til eina serliga roynd, ið staðfesti, um tey enn eiga vanligt vit og skil, ella um tey bara síggja paragraffir og teori uttan praksis. Dømini omanfyri vísa í øllum førum, at lærdómur ikki nýtist at vera tað sama sum vísdómur, so lat okkum sleppa undan lærdum idiotum, har tað ber til! So segði hon... Instagram veksur mest Tað er ikki so stuttligt at fáa skeld frá mars til oktober, men tað er ein partur av spælinum. Tá ið tú fert í dómara­búnan, so merkir tað eisini, at tað er dómaran og ikki meg sum persón, spælararnir skelda. Elsa Andreasen, ársins dómari í bestu kvinnudeildini í fótbólti