Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 26. oktober 2012 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá Gaard Fossaberg rannva@sosialurin.fo Gerandisdagurin hjá Inga V. Johannesen í Århus er nógv broyttur. Fyri tveim­um mánaðum síðani var hann les­andi á HF, hann gjørdi ítrótt og brúkti frítíðina saman við gentuni, 25 ára gomlu Lindu Johannesen, og vin­fólkum. Í dag er alt øðrvísi. Gerandisdagurin er nú á Hammel Neurocenter, ið er eitt sjúkrahús tætt við Århus, har fólk, ið hava fingið skaða á heilan, eru til upp­venjingar. Orsøkin til at Ingi er inn­lagdur á Hammel Neurocenter er, at hann hevur fingið heilaskaða, eftir at hann ein leygardag í august mánaði brádliga fekk hjartasteðg. Hóast hann enn ikki kann takast við tey somu tingini sum fyrr, er 25 ára gamli kollfirðingurin alt annað enn argur inn á støðuna, hann í løtuni er í. – Alternativið hevði verið, at eg var deyður, sigur Ingi. Small um á wc-gólvinum Leygardagurin 25. August 2012 er ein dagur, sum tey bæði Ingi og Linda seint fara at gloyma. Kvøldið fyri høvdu tey havt vitjan av einum pari, sum tey eru vinfólk við, og tey fýra høvdu hugnað sær við spælinum Partners til seint út á náttina. Um 04-tíðina fara Ingi og hin drongurin ein túr í býin í Århus. Umleið klokkan átta leygar­morgunin kemur Ingi heim í íbúðina, har hann og Linda búgva saman. Ingi hevði ikki drukkið serliga nógv, og Linda merkti einki óvanligt við honum, tá hann kom heimaftur. – Ingi var akurát sum vanligt, tá hann kom heim tann morgunin. Hann vakti meg líka, og so prátaðu vit eitt sindur, áðrenn vit løgdu okkum at sova, greiðir Linda frá. Beint fyri middag vaknar Ingi og fer inn á baði­ verilsið. – Eg fór inn á wc, stongdi hurðina, og so small eg um, sigur Ingi, sum ikki sjálvur minnist hendingina. Hann minn­ist fyri so vítt einki frá hesum degnum og heldur ikki fyrstu dagarnar aftaná hendingina, men Linda hevur for­talt honum í smálutum, hvat hendi. Hon lá vakin inni í sovikamarinum, tá hon brádliga hoyrdi skrambul frá baðiverilsinum, áðrenn tað bleiv púra kvirt. – Eg fór beinanveg upp fyri at vita, hvat hann gjørdi, tí tað ljóðaði, sum okkurt ikki ruggaði rætt, greiðir Linda frá. Royndi at bróta hurðina Tá Linda tekur í handtakið á hurðini, er stongt. Hon rópar á Inga, men hann svarar ikki. – Eg leggi meg so niður á gólvið og hyggi undir hurðina, og tá síggi eg, at hann liggur á gólvinum, minnist Linda. Hon visti alt fyri eitt, at okkurt álvarsamt var áfatt og ringdi tískil 112. Hon hevur skeið í fyrstu hjálp og visti tí, hvussu týdningarmikið tað er, at koma til sjúklingin skjótast gjørligt. – Tá tað hendi hugsaði eg bara, at eg mátti inn á baðiverilsi. Konan frá alarmsentralinum, sum eg hevði í tele­fonini, segði við meg, at eg mátti royna at bróta hurðina fyri at sleppa inn, so eg royndi at sparka hurðina, men tað riggaði ikki, fortelur Linda, sum tó fann upp á ráð. Hon fann okkurt spískt til at fáa lykilin, sum sat innan fyri hurðina, úr lyklarholinum. Tað eydnaðist, og síðani fekk hon læst hurðina upp við at brúka ein annan lykil, sum eisini passaði til lásið. Hon fór alt fyri eitt undir at geva Inga, sum lá lívleysur á gólvinum, fyrstu hjálp. – Tað einasta, eg hugsaði, var, at – Var tað ikki fyri damuna, kundi eg verið deyður, og tað er ein ræðandi tanki. Soleiðis sigur 25 ára gamli Ingi V. Johannesen, sum fyri tveimum mánaðum síðani brádliga fekk hjartasteðg Eg kundi verið deyður mynd: Tróndur Dalsgarð Tann 6. September fekk Ingi ein pacemakara. Tann skurðviðgerðin gekk væl, og næsta dag bleiv Ingi fluttur á Hammel Neurocenter, sum liggur nakað uttan fyri Århus. Á hesum sjúkrahúsinum fær Ingi ergoterapi og fysioterapi