mikudagur 31. oktober 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Súni Olsen hevur havt eitt spenn
andi lív sum fótbóltsspælari.
Hann er uppvaksin millum gull
dreingirnar hjá GÍ, sum vann FM
heitið fýra ár á rað frá 1993 til 1996.
Barnaskógvarnir eru slitnir á
vøllinum í Sarpugerði og á spæli
plássinum í Syðrugøtu.
Hann spældi sín fyrsta dyst
í bestu deildini sum bara 16 ára
gamal. Fór sum bara 18 ára gamla
til eitt púra ókent felag í Hollandi
– FC Zwolle.
Eftir tvey ár og uppflyting
til bestu deildina í Hollandi,
Eredivisie, valdi hann at koma
heim til GÍ at spæla.
Í 2004 verður hann kosin árs
ins leikari í Føroyum, hóast GÍ
endar á áttanda plássi. Hann
spælir allar dystirnar, og tað hev
ur danska superliga felagið, AaB,
lagt til merkis.
Á summri 2005, eftir at hava
hjálpt GÍ til sigurs í steypa
kappingini, skiftir Súni Olsen til
AaB. Hann fær eina góða byrjan
og er í sínum lívsformi, tá ein løtt
venjing eftir dyst broytur lívið
hjá gøtumanninum. Hann fær
eitt spark í skinnabeini, sum brot-
nar.
Súni ger alt hann kann fyri
at koma seg, men á heystið 2006
gongur aftur galið, og hesaferð er
tað lærkrikin. Landsliðsleikarin
fer gjøgnum sína torførastu tíð
sum fótbóltsspælari, og verður
ikki klárur aftur fyrr enn átta
mánaðir seinni.
Eftir eitt hálvt ár í Viborg,
sum flytur niður, vendir Súni
Olsen heim og spælrir eitt hálvt
ár í B36, áðrenn sáttmálin verður
uppsagdur, tí miðvallarin endar í
fjølmiðlunum fyri vánaligan at
burð í býnum.
Leiðin gongur síðani til Víking
í tvey ár, áðrenn hann aftur skiftir
til B36, har hann spælir enn.
Trummuspælari
ella fótbóltsspælari
Tvinnir vóru kostirnir hjá Súna.
Hann skuldi antin verða fót
bóltsspælari ella trummusláari.
Tað var tað ongantíð nakar ivi
um. Í báðum førum hevði hann
gott fólk rundan um seg. Tríggir
av mammubeiggjunum, Magni,
Henning og Pauli Janskor, spældu
allir við GÍ í gyltu árunum í
90’unum,
meðan
tónleikavin
fólkini vóru millum annað Eivør
Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson,
sum millum annað er kendur frá
bólkinum, Gestir.
– Vit høvdu ein bólk, og Eivør
var forsangari, men eg var rætt
iliga ungur, tá eg gjørdi av at satsa
meiri upp á fótbólti, sigur Súni
Olsen og smáflennur.
Hann hevur júst verið á Lands
sjúkrahúsinum saman við dam
uni, Beintu Langgaard, sum er
upp á vegin við næstan barninum
hjá teimum, tá Sosialurin hevur
avtalað av møtast á Hvonn.
Súni er avslappaður, tá hann
tosar um sítt lív sum fótbóltspæl
ari. Hann lenar seg fleiri ferðir
afturav og hyggur út gjøgnum
vindeygað, meðan bilar koyra
forbí, og fólk skunda sær framvið
í regninum.
Uppvøksturin hjá Súna hev
ur verið nógv ávirkaður av gull
liðnum hjá GÍ mitt í 90’unum.
Hann hevur eitt heilt serligt inn
lit í gyltu árini hjá GÍ, sum fyri tað
mesta var mannað av lokalum
leikarunum, sum teir flestu ar
beiddu saman á flakavirkinum.
Sum ungur fekk Súni fyrstafloks
fótbóltsinnlæring frá fremstu
rekkju.
– Mammubeiggjarnir plagdu
at taka meg við til dyst. Sum ung
ur sat eg so millum allar GÍ leik
ararnar, tá teir høvdu taktikfund
við Jóhan Nielsen, greiður Súni
frá.
Óteljandi tímar vóru eisini
brúktir á vøllinum í Sarpugerði
og vøllinum á spæliplássinum í
Syðrugøtu, sum eisini er kent sum
spæliplássið á G! Festivalinum.
Fyri uttan løturnar, tá døgurðin
stóð á borðinum, so fór øll tíðin
við at sparka.
– Vit hugdu ikki eftir fótbólti,
sum tey ungu gera í dag. Tá var
ongin fótbóltur í sjónvarpinum,
so vit fóru bara út at sparka, sigur
Súni Olsen.
Tað var tíðliga greitt, at Súni
Olsen hevur góð fótboltsevni.
Longu í seinsta umfari í 1997, sum
bara 16 ára gamal, fær hann sín
fyrsta dyst fyri besta liðið hjá
GÍ. Hann kemur inn fyri Erland
Tvørfoss í tólv minuttir í 2-2 javn
leikinum móti FS Vágum. Um
hetta mundið eru Pauli, Magni
og Henning Janskor alllir á vøll
inum.
Fótbóltslívið í vaksmanna
deildunum er byrjað.
Lærlingurin endar
í FC Zwolle
Komandi trý árini, frá 1998 til
2000, er Súni Olsen fastur maður á
liðnum hjá GÍ, sum Jóhan Nielsen
aftur stjórnar eftir tvey ár í HB.
Tvey tey fyrstu árini fær hann
»læruplássið« á liðnum, áðrenn
hann í 2000 sleppur at spæla á
miðjuni.
– Eg spældi tvey tey fyrstu ár
ini á »læruplássinum«, sum Jóhan
Nielsen kallaði tað. Vit spældu
við klassisku 3-5-2 uppstillingini,
og læruplássið var vinstri vong
bakkur. Ikki fyrr enn í 2000 slapp
eg at spæla á miðvøllinum, sigur
Súni Olsen.
GÍ er øll árini við í Evropa og
klárar seg eisini væl í steypa
kappingini. Súni Olsen fær seg
tí royndan sum fótbóltsspælara
hesi árini.
Á miðvøllinum gongur avbera
væl hjá Súna. Í 28 dystum skorar
hann ikki færri enn 15 mál, og tað
hoyrist allan vegin til Holland.
Umvegis ein danskan umboðs
mann kemur Súni í samband
við Henk van Ginkel, sum er
ein hollendskur umboðsmaður.
Súni olsen vangamynd
Hann er eitt tað størsta navnið í føroyskum fótbólti og hevur í fimm ár spælt yrkisfótbólt
uttanlands. Hann tók ikki av møguleikanum at spæla í bestu deildini í Hollandi, men angrar
einki. Hann er 31 ár og hevur ikki uppgivið landsliðið, men familjulívið hevur broytt upp
á raðfestingarnar. Hann er bygdasligur, prátar enn um GÍ, vil ikki hava nakra smartphone
og hevur nústaðni fingið sær Facebook. Hann er gøtumaður og eitur Súni Olsen
Eg angri ikki
mínar avgerðir
Frá vinstru: Súni Olsen í dysti fyri AaB; Landsliðsmiðvallarin flutti eftir hálvt ár, niður úr
Superliguni við Viborg; Ein blaðungur Súni Olsen (niðast til vinstru) í hollendska FC Zwolle
...framhald á síðu 28