Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Randi Jacobsen Annleyg Lamhauge hevur verið blaðstjóri á blaðnum Kvinnu. Arbeiðið hevur verið áhugavert, men nú helt hon løtuna vera komna, til at onkur onnur skuldi taka yvir. Hon vildi tó ikki fara, fyrr enn hon visti, at blaðið fór í góðar hendur. Tí setti hon seg í samband við Siri Hansen, sum arbeiddi í Dan­mark, og Siri Hansen var beinanvegin fús. – Hetta er mítt dreyma­ starv, sigur Siri Hansen. Hon byrjaði í gjár at arbeiða á Kvinnu, men tekur ikki við sum blað­ stjóri fyrr enn á nýggjár­ inum. Annleyg Lamhauge verður blaðstjóri á teimum bløðunum, sum aftrat koma út í ár. Nýggi blaðstjórin er cand. pæd. soc., sum er ein hægri pedagogisk útbútbúgving sosiologi, og hon hevur arbeitt sum verkætlanarleiðari við ungum fólkum við sosialum trupulleikum. Slík størv hevur hon havt bæði í Valby og í Ishøj í Danmark. Áðrenn tað arbeiddi hon á Margarinfabrikkini í Havn og skipaði fyri til­tøkum sum asfalt og Náttin er ung. Hon sær Kvinna sum arbeiðspláss sum nakað heilt serligt, tí Kvinna er einasta kvinnublað í Før­ oy­um og røkkur út til eina stóra fjøl. – Kvinna lýsir, hvat før­ oyskar kvinnur gera, hvat liggur teimum á hjarta og so víðari. Spurningurin, hvør føroyska kvinnan er, haldi eg vera sera áhuga­verdan, sigur Siri Hansen. Hon gjørdi serritgerð um stakar uppihaldarar í Før­oyum og tá kom hon væl inn í, hvussu kvinn­ urnar hava tær. Kvinnur í Føroyum hava nógvar ym­iskar leiklutir. – Eg gleði meg til at skula viðgera ymisk evni um kvinnur, og eg gleði meg eisini til tað kreativa arbeiðið. Sjálv haldi eg meg vera sera kreativa, sigur Siri Hansen. Hon hevur framman­ undan skrivað ymist til Kvinnu. Fimm kvinnur arbeiða á Kvinnu, men fleiri aðr­ ar kvinnur skriva í blað­ ið. Sansir eiga Kvinnu, og Kvinna kann tí brúka ekspertisuna hjá Sansum. Kvinna er komin út í átta ár. Upplagið er 6.000. Málbólkurin er tann etableraða kvinnan, men eisini nógvir menn lesa Kvinnu, serliga teir mill­ um 25 og 40 ár, vísir ein kanning. Kvinna Á nýggjárinum tekur Siri Hansen við sum blaðstjóri á Kvinnu. Hetta er mítt dreymastarv, sigur hon Siri er kreativ Annleyg Lamhauge og Siri Hansen Mynd: Álvur Haraldsen Tá ið eitt menniskja verður varðhaldsfongslað, kemur fyrst ótti. Nakað eftir koma fru­ strasjónirnar. Og sum dagarnir ganga, kemur líkasælan. Hartil er 33 ára gamli mað­urin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið og beint fyri Dánjali Peturi Hansen, kom­in. Tað sigur Annfinn V. Hansen, verji hjá skuldsetta mann­inum. Anfinn V. Hansen sigur, at tað upp á ein máta verður ein lætti fyri tann skuldsetta, at nakað nú umsíðir hendir. Maðurin hevur livað í óvissu nú í eitt heilt ár, langt burtur frá heimlandi sínum. Hann skilir lítið og einki av tí, hann sær í sjónvarpinum, og málsligar forðingar hava gjørt tað trupult hjá honum at tosa við fólk. Annfinn V. Hansen hevur vitjað mannin av og á, og teir hava kunnað tosað so nøku­ lunda um gerandismál, tí mað­urin dugir eitt sindur av før­oyskum og eitt sindur av enskum. Vitjanirnar hava verið fáar. Annfinn V. Hansen held­ur, at fólk hava aftrað seg við at vitja mannin, tí vitj­an­ir­nar eru farnar fram við yvir­vøku. Tað er sera leingi at sita varð­haldsfongslað í eitt heilt ár, men tað er ikki óvanligt, held­ur ikki í Danmark, at fólk sita so leingi, tá ið skuld­ set­ingin er so álvarslig. Tríggjar vikur eru settar av til málið, og tað verða strævn­ir dagar ikki minst hjá nevn­ingunum. Taðverður trongt Nógv fólk verða í rættar­sal­ inum, sum er alt annað enn stórur. Tveir dómarar skulu fylgja øllum málinum, tí hevði bara verið ein, og viðkomandi fekk forfall, skuldi alt málið gingið umaftur. Ákærin fer eisini at hava fólk við sær. Tann fyrsta dagin møta 17 nevningar. 14 skulu fylgja málinum tað mesta av tíðini, men tað møta so nógvir, tí møta ikki allir 14, má ein av hinum eyka taka yvir. Til endans verða 12 nevn­ ingar. Tað er bara tann skuldsetti og verji hansara, sum ikki hava nakrar aftrat sær. Umframt øll hesi verða í dóm­húsinum fleiri fjøl­ miðla­fólk, og fleiri av skyld­ fólk­unum hjá Pidda Hansen hava biðið um pláss. randi@sosialurin.fo Sleppur umsíðir fyri rættin Rættarmál 33 ára gamli maðurin, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í eitt ár, skal fyri nevningating mánadagin. Tríggjar vikur hevur Føroya rættur sett av til málið Randi Jacobsen Nú er nakað síðan, at leivd­ir­ nar av danska hervaldinum fluttu úr Mjørkadali oman í Telegrafstøðina, har Sjó­ bjarg­ingarstøðin húsast á Ting­húsvegnum í Havn. Mikudagin varð Færøernes Kommando formliga niður­ løgd, og samstundis varð nýggi stovnurin Arktisk Kommando stovnað. Hesin stovn­urin hevur høvuðssæti í Nuuk í Grønlandi, men hevur tó eina lítla deild í Føroyum við fýra starvsfólkum. Deild­ in hevur leigað seg inn hjá Sjó­bjargingarstøðini. Tað var sannur veitslu­ dagur á gomlu telegrafstøðini mikudagin, men fyri fólkini var tað eisini ein sorgblíður dag­ur, segði Eli Lyngvej- Larsen, sum nú er leiðari á lítlu deildini í Føroyum. Hann arbeiddi í fleiri ár í Mjørkadali, men hevur eisini verið við sjóverjuskipunum. Har vóru umboð fyri løg­ tingið, ríkis­umboðs­maðurin, starvsfólk, umboð fyri politi­ ið og aðrir gestir. Yvir skype bar til at fylgja við hátíðar­ haldinum, sum júst tá eisini var í Nuuk. Margetha Drotning var til hátíðarhaldið í Nuuk, og tá ið hon hevði lýst henda nýggja myndugleikan sum stovnaðan, varð Dannebrog vund­ið á stong við síðuna av før­oyska flagginum. Hesi uppgávuni stóð mann­ingin á verjuskipinum Triton fyri. Arktisk Kommando yvir­tekur uppgávurnar hjá Færøernes Kommando, og nýggi stovnurin er nú undir sama taki sum samstarvs­fel­ ag­arnir MRCC og Tórshavn Radio. randi@sosialurin.fo Færøernes Kommando farin í søguna Klokkan trý mikudagin seinnapartin varð Arktisk Kommando við høvuðssæti í Grønlandi stovnað, og hátíðar­hald um somu tíð bæði í Føroyum og í Grønlandi Mynd: Álvur Haraldsen