fríggjadagur 2. november 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
7
VIKUSKIFTI
Hví valdi tú at gerast lærari?
– Havi, síðani eg kann minnist, havt hug til at verða
lærari. Mær hevur altíð dámað væl skúlan og tað
fakliga, so tað var ikki so stórt ivamál, tá avgerðin
um hægri lesnað skuldi takast. Byrjaði tó fyrst á
universitetinum í Keypmannahavn, har eg hevði ætlanir
um at gerast Cand. Mag. í fronskum og enskum, men
valdi at gevast og fór heldur á tónleikaskúla. Tá eg so
flutti heim, var tað upplagt at samantvinna tónleikin
og tað fakliga við at fara á læraraskúla, har eg hevði
tónleik, føroyskt og samfelagsfrøði sum sergreinar.
Hvussu er føroyski ungdómurin at fáast við?
– Tann føroyski ungdómurin er fantastiskur! Tey eru so
fitt og festlig, og eg njóti veruliga at undirvísa teimum.
Eg havi fingist nógv við ungdóm og ungdómsmentan
í mínum lesnaði, og eg undirvísi nærum bert í fram
haldsdeild. Tann fakliga avbjóðingin er sera spennandi,
men ikki minst tað meira menniskjasliga. Tey geva
mær veruliga nakað, ið eg virðismeti sera høgt.
Hvussu nógv fyllir tónleikurin?
– Tónleikurin fyllir sera nógv. Eg fáist nógv við
tónleik í frítíðini, og eg undirvísi eisini í tónleiki fleiri
tímar um vikuna. Eg kann ikki liva uttan tónleikin.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
– Hatta er sera torført at svara uppá. Tað eru so
ótrúliga nógv góð løg, ið eru skrivað gjøgnum tíðirnar.
Og eg eri rættiliga opin fyri nærum øllum slagi av
tónleiki. Tað skal ikki nógv til at fáa meg upp at flákra
tónleikaliga. Men skal eg velja eitt lag úr rúgvuni, sum
eigur eitt serligt pláss í mínum hjarta, so er tað lagið
»Here, There and Everywhere« hjá Lennon/McCartney.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
– Eg lurti eftir nærum øllum tónleiki. Men mær dámar
best tónleik, ið hevur eitt sindur av »punch« í. Ikki alt ov
inneftirskoðandi og »laid back«. Lekkur, frekur poppur
og feitur rokkur er avgjørt sera ovaliga á yndislistanum.
Hvussu heldur tú teg í form?
– Hevði eg fingið handan spurningin fyri nøkrum árum
síðani, so hevði svarið kanska verið so sum so. Men nú
kann eg errin siga, at eg venji í venjingarmiðstøð fleiri
ferðir um vikuna, har serligur dentur verður lagdur á
styrkivenjing. Eisini gangi eg ein langan túr av og á.
Hvussu eru tínir matvanar?
– Mínir matvanar eru sum heild góðir. Havi gjørt eina
kollveltandi lívsstílsbroyting, so eg eri farin burtur
frá at eta ov nógv tóm kolhydrat, so sum hvítt breyð,
rís, pasta og sukur. Heldur eti eg nógv grønmeti,
protein og sunt feitt. Men má tó viðganga, at eg
»detti útí« av og á, og til tíðir kanska dekan ov ofta.
Hvat gert tú í frítíðini?
– Tónleikurin tekur tað mesta av míni frítíð, og tað
eri eg eisini sera fegin um, tí eg trívist sera væl í
tónleikinum. Eg royni eisini at venja í venjingarmiðstøð
í minsta lagi 3 ferðir um vikuna. Annars hugni eg
mær saman við manninum og børnunum, men
spyrt tú tey, so er mamma næstan altíð upptikin.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
– Mær dámar sera væl at ferðast í egnum
landi, men geri tíverri ov lítið av tí. Hevði eg
kunnað, so hevði eg farið til heitari lond um
veturin og verið heima í Føroyum um summarið.
Einki er sum summarið í Føroyum!
Hvør er tín
lívrættur?
– Seyðarhøvd!
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
– Beint nú er tað sendirøðin »The Walking
Dead«. Annars dámar mær sera væl tær
føroysku dokumentarsendingarnar í KVF.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Tað mesta, sum eg lesi, er í samband við
mítt arbeiði, so ungdómsskaldssøgur liggja
ofta á náttborðinum. Annars ætli eg mær
at fara undir tríverkið »Fifty Shades«.
Var deyðarevsing revsingin fyri
at brúka heimsins vánaligastu
umbering um alt, vóru ikki nógv
fólk eftir í Føroyum. Í hvussu so
er ikki politikarar og onnur, sum
hava fingið ábyrgd. Veljararnir,
øll tey, sum billa sær inn, at
fólkaræði merkir og er fólkaræði,
hava givið politikarum ábyrgd at
umsita okkara pengar og ognir.
Men hvør er hon so, handan
heimsins vánaligasta umbering?
Jú, hon er stutt, bara fýra vanlig
orð: vit hava ikki ráð. Vit kunnu
ikki gera hetta, vit kunnu heldur
ikki gera hatta, tí vit hava ikki
ráð.
Møsn, dómadagsmjørkatos.
Tað verður mjørki dómadag,
eingin ivi um tað, hóast forsøgnin
ikki røkkur so langt.
Einki, avgjørt einki, eitur at
hava ikki ráð. Tað eitur raðfest
ing, ráðfesting. Øll hava ráð til
tað, sum tey vilja hava ráð til.
Øll hava ráð til tað, sum tey
raðfesta fremst.
Eitt brennivínsbarn hevur
altíð ráð til brennivín, hóast tað
eigur børn. Roykjarar hava altíð
ráð til tubbak. Fjølmiðlar hava
altíð ráð til fótbólt og annað lætt
undirhald. Allir føroyingar hava
altíð ráð til at keypa og eiga bil.
Eisini, tá enn ein av hasum nógvu
sokallaðu kreppunum herjar.
Fiskivinnutjóðin Føroyar
hevur saktans ráð at byggja
fiskirannsóknarskip og hava
tvey vaktarskip siglandi hvønn
einasta dag, jóladag við. Men
fiskivinnutjóðin Føroyar raðfestir
ikki fiskivinnuna. Føroyar
raðfesta eina aðra vinnu, sum
tó gevur líka lítið av sær sum
fiskivinnan. Føroyar hava ráð til
ferðavinnuna.
Og sjálvandi skal hvør skúli
vera ein arkitektateknað glæstri
borg. Fyri teir pengarnar, sum
Marknagilsdepilin higartil hevur
kostað, áðrenn spakin, sum skal
setast í, er keyptur (hava vit ráð
til hann), hevði borið til at fingið
180 frálíkar skúlastovur sum tær
nýggju í Hoydølum. Men tað
segði raðfestingin ikki. Vit hava
ikki ráð.
Raðfesting. Eitt undarligt orð.
Prioritering verður eisini sagt, tá
tað skal vera fínt, men líka nógv
til fánýtis.
Nei, vit siga bara, vit hava ikki
ráð. Yvir og farin.
Fólk, sum framvegis knarra
um, at alt er so dýrt í Føroyum,
keypa ikki í teimum bíligastu
handlunum. Tey raðfesta grenjið
fram um lágu prísirnar og tilboð
ini. Vit hava ikki ráð til at liva í
Føroyum.
Vit hava ikki ráð til at brúka
alla tíð og alla orku til at royna
at sannføra øll onnur um, at vit
hava ikki ráð.
Hava vit hóast alt ikki ráð, er
tað tí, at vit hava raðfest okkurt
annað framum. Og vit hava ikki
longur deyðarevsing í Føroyum,
aðra enn ta, sum helvitis
prædikantarnir hótta okkum
við hvønn dómadag. Men hana
raðfesta vit aftarliga. Vit hava
ikki ráð at taka teir, halleluja
prædikantarnar, fyri fult.
Vit hava ikki bara fólkaræði
í Føroyum. Vit hava eisini,
innflutt úr Danmark, sjálvandi,
hundaræði.
Svakir hundar, sum glefsa, bíta
og drepa, verða ikki avrættaðir.
Tað er synd í teimum, og teimum,
sum eiga teir. Hundarnir verða
mentalkannaðir. Og niðurstøðan
er tann sama hvørja ferð, eigarin
hevur skyldina, ikki hundurin.
Og tað ber heldur ikki til at
geva hundaeigarum eitur ella
eina kúlu í nakkan.
Fittir hundar eru eisini. Men
vit noyðast at lata okkum lort
hundar og búrhundar lynda.
Tí vit hava ikki deyðarevsing
í Føroyum.
Og vit hava ikki ráð at halda
hundalógina ella gera eina
nýggja.
Samanumtikið eitur einki
ikki at hava ráð. Øll hava ráð til
tað, sum tey raðfesta fremst. So
einfalt er tað, so sera einfalt, at
óneyðugt er at brúka fleiri orð
um tað, men raðfesta orðini til
okkurt annað. Og góð ráð kosta
ov nógv.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Malan Eyðunsdóttir
lagt til rættis: Leo Poulsen / Rannvá G. Fossaberg
Føroyski ungdómurin
er fantastiskur
Tað sigur Malan Eyðunsdóttir, sum umframt at
vera lærari, eisini ger seg innan tónleik. Hóast tað
er ilt at taka dagar ímillum heldur hon, at »Here,
There and Everywhere« hjá Lennon/McCartney
er heimsins besta. Seyðarhøvd er lívrætturin,
og The Walking Dead er yndisrøðin í løtuni
Ráðfesting
mynd: álvur haraldsen