Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Sektin í hvat tey smáu halda Hallstein Sigurðsson, Formaður fyri Norrøna Felagið í Føroyum Kári Thomsen Mánadagin 29. oktober kom út ein norðurlendsk frágreiðing, sum bíðað hevur verið í spenningi eftir í eina tíð. Ein frágreiðing har granskarar við lærda háskúlan í Helsinki vóru bidnir um at koma við eini meting av, hvørja kós Norðurlond eiga at taka í framtíðini. Metingin skuldi byggja á frágreiðingina frá Thorvald Stoltenberg frá 2009 um uttanríkis- og verjupolitikk í Norðurlondum, og frágreiðingina hjá Gunnar Wetterberg frá 2010 um norðurlendska samveldisstatin. Báðar hesar frágreiðingarnar verða hildnar at vera ov ókonkretar til at tær beinleiðis kunnu brúka til at seta dagsins politikk út í kortið av nýggjum. Tí varð finski granskarin Johan Strang (Center for Nordic Studies), biðin um at koma við eini frágreiðing, við meira konkretum boðum um hvat kann gerast fyri at styrkja um norðurlendska samstarvið og tann politiska og búskaparliga leiklut, sum Norðurlond kunnu fáa í tí alt meira altjóðagjørda heiminum. Fleiri góðar og spennandi tilráðingar koma í hesi frágreiðingini við heitinum “Nordiska Gemenskaper”. Sum formaður fyri Norrøna Felagnum í Føroyum er tað eisini hugaligt at lesa, at serfrøðingarnir leggja dent á hvussu týdningarmikið tað er at hava fólksligu rørslurnar við í teimum týðandi politisku tiltøkunum, sum verða gjørd. Norðurlendska samstarvið byggir í sínum uppruna á ein fólksligan vilja um samanhald, samstarv og samskifti, og tí er eisini umráðandi, at ynskið og tørvurin hjá vanliga borgaranum í londunum ikki verður gloymdur. Men sum formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum harmar tað meg almikið, at serfrøðingarnir í Helsinki í frágreiðingini als ikki koma inn á viðurskiftini hjá teimum londunum, sum í norðurlanda samanhangi verða rópt “sjálvstýrandi økir”. Grønland, Áland og Føroyar, og tann serligi status sum hesi lond hava fingið í norðurlendskum samanhangi, verða ikki tikin upp á tungu í frágreiðingini. Aftast í bókini eru seks síður við nøvnum á umleið 125 fólkum, sum eru spurd til ráðs um evnið. Ikki ein einasti grønlendingur, ongin álendingur og heldur eingin føroyingur er spurdur eftir. Tað undrar eisini, at granskararnir - sambært keldulistanum - heldur eru farnir til Týsklands at spyrja, enn at fara til Danmarkar og Íslands. Eg veit, at tað í Føroyum (í hinum londunum allarhelst eisini) eru granskarar, politikarar, ráðgevar og onnur fróð fólk, ið kundu greitt frá viðurskiftunum hjá teimum smáu londunum, og givið eitt gott íkast til hvussu Norðurlond kundu verið skipað í framtíðini. Tá hesar tjóðir ikki verða nevndar - og ikki eingang hoyrdar - hvussu hevur man so hugsað sær, at fólkið í hesum londum skal taka undir við tonkunum, sum koma fram í frágreiðingini? Hetta er ikki hóskandi fyri eitt 60 ára jubileumsrit hjá Norðurlandaráðnum. Trygvi D. Strøm, vælevni fyri Javnaðarflokkin á Tvør­ oyri, vísir í grein á nøkrum av okkara portalum, at av­ gjørt neyðugt verður við út­ bygg­ing av Tvøroyrar Havn, tí VarinPelagic fær tørv á víðkan av frystigoymsluni. Róð verður upp undir, at ans­ast skal eftir at fótonglar ikki verða lagdir fyri fram­ haldandi framburði á Tvør­ oyri og kanska Suðuroy sum heild. Henda útsøgn eigur at verða tikin við allar stórsta fyri­varni, tí verður hugt eftir hvussu Tvøroyrar kommuna hev­ur fyriskipað fortreytir og býarplanlegging við vinnu­ økj­um, bústaðarøkjum, nýggj­um vegum, ítróttar- og frítíðarøkum, vatn- kloakk- og øðrum tekniskum leið­ing­um, so kann ikki sigast ann­að enn, at kommunan júst hevur lagt fótonglar fyri sær sjálvari og teim fólkum, sum búga í kommununi, og meira og minni forða og dýrkað um eina skilagóða framtíðar menning. Nøkur dømi kunnu nevnast: Ferjulegan á Krambatanga Ferjulegan á Krambatanga varð løgd soleiðis, at ikki ber til meira at sigla inn um Lítla Hólm við smábatum. Varð ferju­legan løgd 40 metrar longur móti vestri, hevði enn­ borði til at gagnnýtt hetta sera vækra náttúrøki, sum­ altíð hevur verið gjørt. Verk­ frøðingar hava seinri váttað, at einki var til hindurs fyri, at ferjulegan lá eitt vet long­ ur vesturi og eisini uttan nakran meirkostnað. Flogvallarmøguleikin spiltur Í Froðba, frá Høvdatanga, vest­ur til gamla fótbolts­vøllin á Sevmýri, er frástøðan góðar 1200 metrar. Økið er allar­ helst einasta pláss í Suður­ oy har lendisumstøður og veðurlíkindini eru so mikið góð, at til ber at gera ein flogvøll, ið kann taka flog­ før í stødd við t.d. SAAb 340, ið tekur um 30 ferðafólk og lastar umleið 12-14 tons. Í kleyvarskapi og manglandi pro­fessionellari planlegging vóru byggiloyvi givin til 3 - 4 sethús, ið nú standa júst har ein lendingarbreyt kun­di verið bygd. Skal slík­ur vøllur gerast í fram­tíð­ini skulu einar 4 til 6 millión­ir endurgjaldast til set-húsa­eigar­ar til nýgg og líka góð hús. Vandamikil atkomuvegur Nýggjur atkomuvegur varð lagdur oman fyri verandi búseting frá Trongisvági og út á Tvøroyri. Her vóru ongar skyn­samar frákoyringar gjørd­ar til smærri savnað bú­stað­arøki til 5 kanska 10 sethús hvørt. Úrslitið er í dag at sethús standa lið um lið á øllum strekkinum frá Keypssamtøkuni og út til búsetingina vestur úr Røktarheiminum. Ein vanda­ mikil skipan við fleiri út­koyr­ ing­um út á høvuðsveg har bilar standa perkeraðir á og fram við vegnum. Afturat tí ein vánalig gagnnýtsla av góð­um dyrkaðum lendi. Tvørá horvin og Valurn oyðilagdur Heldur enn at leggja lok á vøkru Tvørá átti sjálvandi at verði gjørd nútímans kloakk­ skipan har rør varð lagt fram við ánni. Her kundi verið ein snøgg gøta við benkrum fram við ánni. Eitt veðurgott pláss upp til grøna vøllin og fyrst bygda sethúsið á Tvøroyri. Væl grundaður spurningur kann setast, um tað var rætt at bróta seg ígjøgnum gamla bú­stað­ ar­økið í Valinum, tí væl bar til at leggja omankoyring gjøg­ num gomlu fiskaplássini – frá horninum hjá Harry Jesper­s­en, sála, og oman til miðstaðarøkið hjá N.J.Morten­sen A/S. Aftur her ein avbera vánalig mið­býar­ skip­an, ið greitt vísir jánkas­liga økisnýtslu og innrætting til ein miðbý. Vegagerð í miðbýnum Fleiri líka so jánkasligir fótonglar hevur Tvøroyrar kommuna lagt sær sjálvum og borgarunum, og kann m.a. at nevnast vegagerð í mið­ býnum. Asfalt er lagt oman á asfalt og eyr og uttan at tryggja haldgott støði til nógva og tunga ferðslu. Frá Konga­brekku og vestur til fiska­plássi hjá T.F.Thomsen A/S – strekkið framman fyri kommunuskrivstovuna, sæst at gamli lagaði garðurin til sethúsini, ið Hans Georg Thom­sen bygdi í 1892, er um at detta niður og in í tún og urta­garð, tí einki annað enn as­falt og eyrur er undir til nógva og sera tunga ferðslu. Og næst er eingin veit at taka vatn frá vegnum og renn­ur alt tí inn á stykkið. Tvør­oyr­ ar kommuna letur hánt um støðuna og letur bara standa til. Her koma skattgjaldarar á Tvøroyri at gjalda stóra upphædd fyri kleyvarskap og fótonglar, ið býráðið hevur lagt sær sjálvum. Nýggir fótonglar Soleiðis kundi verið hildi á fram við fótonglum, ið Tvøroyar kommuna leggur mót­vegis skynsamari menn­ ing og óneyðugum meir­ kost­n­að­um, ið borgarin í kommununi í síðsta enda kemur at gjalda. Nú skal so aftur ein nýggjur fótongul leggjast fyri framtíðar trivn­ að og skilagóðari skipan av mi­ð­býnum. Friðaða økið fram til brúgvakant og keihyl við gomlum søguligum pakk­húsum, handli v.m. og einasta eftirverandi fiska­ plássi­num i býnum, hevur í eygsjón at verða inni­byrgt við uppfylling av hyli­n­um og stórari frysti­goyms­lu. Trongligt er á Trongis­vágs­f­ irði, verður sagt, men er nakar annar fjørður í landi­num, burtursæð frá Skála­firði, ið hevur so góð­ar umstøður at skipa væla umstøður til menning av fiskivinnuídnaði og vinnuvirkjum, sum júst Trongisvágsfjørður? Nei, neyvan tað, og skal mín vón og áheitan tí verða til allar veljarar á Tvøroyri, at tit nú velja skilafólk inn í býráðið, ið ikki áhaldandi ætla at leggja fótonglar fyri sær sjálvum, íbúgvum á plássinum og einari skilagóðari framtíðar menning. Fótonglar fyri sær sjálvum er kleyvarskapur