mikudagur 7. november 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Um
valfepurin
kennist
høgur
í
Klaksvíkar
Ítr
óttarfelag, so er tað
ikki so undarligt.
Fleiri av teimum,
sum
hava
stóra
ábyrgd
í
størsta
ítróttarfelagnum í
Klaksvík, bjóða seg
fram á býráðsval
inum, sum verður
týsdagin.
Støðan hevur við
sær, at arbeiðið við
ætlanum fyri kom
andi kappingarár,
bíðar, inntil býráðs
valið hevur verið.
Norðlýsið sigur, at
teir ikki vilja blanda
politikkin og fót
bóltin saman.
Tummas Lervig er formað
ur í KÍ. Hann er uppstillaður á
javnaðarlistanum í Klaksvík.
Ein annar í ovastu leiðsluni
í felagnum er Jóhan Lútzen,
sum hevur ábyrgdina fyri
samskifti. Hann er á tjóð
veldislistanum í Klaksvík.
Karl
Marius
Poulsen
er nevndarlimur í KÍ, og
síðsta
kappingarár
var
hann hjálparvenjari hjá Páll
Guðlaugsson. Hann er upp
stillaður á tjóðveldislista
num í Klaksvík.
Jóan Pauli Jacobsen var
síðsta kappingarár høvuðs
venjari í ungdómsdeildini hjá
KÍ. Hann er á tjóðveldislista
num í Klaksvík.
Aleksandar
Djordjevic
var
síðsta
kappingarár
venjari hjá sigursvandu KÍ
kvinnunum. Aleksandar er á
sambandslistanum í Klaks
vík.
Jákup
Mikkelsen
var
síðsta kappingarár málverji
hjá ÍF. Hann hevur boðað frá,
at hann næsta kappingarár
ætlar at royna seg í KÍ. Jákup
er býráðslimur í Klaksvík, og
hann bjóðar seg fram aftur
á javnaðarlistanum í Klaks
vík.
Tað er ikki at undrast á,
um tey í Klaksvíkar Ítróttar
felag bíða við at taka fótbólts
ligar avgerðir, inntil veljarin
í Klaksvíkar kommunu týs
dagin hevur talað og harvið
gjørt av, um ein ella fleiri av
KÍ monnunum skulu vera við
til at stýra býnum.
»Eri sera hugtikin av, at fólk meta seg
vita, hvat fólkatal og fólkasamanset
ing verður í 2050. Hetta kann eingin
sjálvandi hava ánilsi um, hetta svar
ar til at framskriva veðurvánirnar, og
meta hvat veðurlíkindini verða, somu
tíð næsta ár.«
Orðini eru endurgivin av Facebook,
har Kaj Leo Holm Johannesen mang
an leggur fram síni sjónarmið. Hesi orð
skrivaði Føroya Løgmaður á Facebook
mánadagin.
Eitt er, at onkur speirekur lærd
fólk við slíkum í skemti, men at hetta
er boðskapurin frá Føroya Løgmanni,
vekir sjálvandi stóra undran. Tí tá
løgmaður sigur slíkt, er tað annaðhvørt
niðurgerandi – ella sera avdúkandi:
Tí hevur løgmaður rætt, so eru
vísindafakfólk á mongum heimsins
hagstovum, stats- og kommunalum
stovum og hjá nationalum og multi
nationalum risafyritøkum og ráðgev
arafeløgum milt sagt ikki rættiliga
klók. Tí slík fólk brúka øll fólkafram
skrivingar sum eitt av teirra allar týdn
ingarmestu politikkfyrireikandi og
planleggingaramboðum. Hetta er tað,
tey gera hjá eitt nú Eurostat og United
Nation Population Division.
Á heimasíðuni hjá Eurostat ber til
at síggja talvu yvir fólkaprognosur
fyri øll tey 27 ES londini frá 2012 til
2060. Eisini ber til at fáa hetta brotið
niður á aldursbólkar og kyn.
Tað er ikki til stuttleikar, at ES so
leiðis roynir at finna út av, at fólkatalið
í til dømis Danmark fer at vaksa frá at
vera 5.629.468 í 2012 til at blíva 6.079.838
í 2060, at fólkatalið í Týsklandi, sum nú
er 80 mió bara verður 66 í 2060, og at
fólkatalið í Spania veksur úr 46 mió til
52 mió sama tíðarskeið.
At slíkar framrokningar verða
gjørdar, er sjálvandi fyri at tað skal
bera til at leggja til rættis politikkin.
Løgmaður kundi sjálvur brúkt hetta
eitt nú tá hann skal finna út av,
hvussu nógv fólk verða at gjalda
pensjónirnar í 2050, ella um vit í heila
tikið hava ráð til nakra fólkapensjón
ella um grundarlagið er tikið undan
pensjónum við at straksskatta tær.
ST brúkar eisini slíkar framrokn
ingar fyri allar heimspartar og øll
heimsins lond í síni planlegging.
Eins og okkara egna hagstova, so
kunnu vit fara inn á heimasíðurnar hjá
øllum heimsins hagstovum og finna
framskrivingar, sum røkka minst 50
ár fram í tíðina.
Og fyri at tosa um nakað, sum
løgmaður hevur skil fyri, so verður
nøkulunda sami framferðarháttur
brúktur til stovnsmetingar, tá Hav
stovan kannar stovnarnar. Tá er tað
ikki fyri at vita, hvussu fiskastovn
arnir hava tað í dag – men tað er júst
fyri at fáa eina hóming av, hvussu teir
fara at hava tað um nøkur ár. Hetta
er eitt amboð at brúka í politiskari
planlegging.
Var tað ikki júst Kaj Leo, sum segði,
at at tað er betur at vita heldur enn
gita? At gera framskrivingar er at gera
prognosur undir vísindafakligum for
treytum sum grundarlag fyri ætlanum,
heldur enn at sleikja fremstafingur og
stinga hann upp í luftina.
Onkur átti at hjálpt løgmanni og
vegleitt hann um, hvussu tú skrivar al
ment, sum til dømis á Facebook – tí ein
løgmaður eigur ikki blotta seg sjálvan
soleiðis.
Einaferð segði løgmaður,
at betur var at vita enn gita...
Grindahvalirnir, sum Nátt
úrugripasavnið merkti í
Vági fyri góðum mánaði
síðan, støðast væl eystur
úr Føroyum. Har hava teir
svomið aftur og fram í
nakrar dagar, 90 fjórðingar
eystur úr Fugloynni.
Dýpið er umleið 500
metrar, og hetta er inn móti
landgrunninum.
Teir hava
helst funnið eitt gott mið,
tá ið teir eru so støðufastir
har, sigur lívfrøðingurin
Bjarni
Mikkelsen.
Hvørja
føði teir hava funnið, veit
hann ikki.
Í morgun eru hvalirnir
farnir á veg út aftur í Hetl
andsrennuna á nakað djúp
ari vatn.
Bjarni Mikkelsen
sigur annars, at óvanliga
nógvir bóghvítuhvalur hev
ur verið millum oyggjarnar
í ár.
Hann
heitir
inniliga
á
fólk,
sum
síggja
bóghvítuhval ella annan
hval, um at boða Náttúr
ugripasavninum frá. Tað
hevði eisini komið væl við,
um fólk tóku myndir av
hvalunum og sendu Nátt
úrugripasavninum tær.
Hvalirnir støðast
við Føroyar
Hann er altso løgmaður...
KÍ er upptikið av býráðsvali
Mayday
Mayday...
Joen Petersem
kjak á síðu 9
Tað
sker meg í
hjartað
Gunnleivur dalsgarð
kjak á síðu 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000