Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge – Toftir Øssur Hansen hevur øll árini havt serlig fótbóltsevnir. Sum bara 15 ára gamal er hann so góður, at B68 biður FSF um undan­taks­ loyvi at fáa vinstra beinta fót­ bólts­snillingin á besta liðið. Tað verður ikki góðtikið, men Øssur fær undantaksloyvi at spæla í næst­bestu deildini. Í 1987 spælir Øssur sín fyrsta dyst í bestu deildini og komandi árini verður fótbóltsspælarin Øssur Hansen skúlaður á einum liði, sum er millum tey bestu í land­inum. Í 1988 er B68 eitt stig frá meistara­heitinum og árið eftir fáa tofta­menn eina bronsu um hálsin. Í 1992 bragdar, og B68 vinnur FM heitið. Liðið er í høvðusheitinum mann­að við lokalum leikarum og Øssur Hansen er toppskjútti við tíggju málum. Árið eftir vinnur hann sær fast pláss á A-landsliðnum. Í 1994 er Allan Simonsen høvðusorsøkin til, at Øssur Hansen spælir við Vejle í næstbestu donsku deildini og hevur sína bestu tíð sum fót­ bólts­leikari. Einsemi fær tó ræðið á 23 ára gamla toftamanninum, sum vel­ur útbúgving, B68 og Føroyar fram­ um fótbóltsyrkisleiðina. Fram til 1997 er Øssur B68 leik­ ari, tá jugoslaviskur venjari kem­ ur til B68. Honum dámar einki nýggja venjaran og skiftir til GÍ. Í 1998 er alt við tað gamla. Venj­arin er frákoyrdur og Øssur vendir heim til B68 eftir eitt stutt tíðar­skeið í Herning. Men ynskið um at royna okkurt nýtt ger, at hann í 1999 skiftir til B36, sum hóast eitt framúr lið bara fær bronsu. Tað er seinastu ferð, at Øssur spælir við øðrum felagi í Føroyum enn B68. Hann hevur tó enn eitt útlendskt ævintýr eftir í sær, tá hann á summri 2001 skiftir til B93. Øssur toppar fyri aðru ferð í yrkisleið síni, men felagið fer á heysin. Frísparkssnillingurin hev­ ur spælt sín seinasta dyst uttan­ fyri Føroyar, og við familjuni í huga vendir hann heimaftur til B68 fyri seinastu ferð. Í samfull tíggju ár spælir hann við besta liðnum og til tíðir næst­ besta liðnum, til hann í ár spælir sín seinsta dyst í bestu deildini sum 41 ára gamal. B68 flytur niður, og nýggjur venj­ari er Øssur Hansen. Hann hevur verið í venjaratoyminum í eina tíð, og málið er at sameina Toftir og B68. Felagið skal aftur á gamlar gøtur. Pannukøkur og Premier League Øssur er gestablíður og prátingar­ samur, tá Sosialurin kemur á vitjan. Umframt Øssur, so tel­ur húskið konuna Súsan og gent­ urnar Báru, sum er 15 ár, Sandru, sum er 11 ár og Nomi, ið er trý ára gomul. Tað er leygardagur og Premier League er í sjónvarpinum. Swansea tekur ímóti Chelsea. Hóast Øssur er Liverpool við­ halds­maður, so hevur dysturin stór­an áhuga. Tað verður borðreitt við kaffi, pannukøkum og ísi. Skeggið er nakað størri enn tað hevur verið fyrr. Nógvu árini í fót­bólti gera, at hann til tíðir má hugsa seg væl um, áðrenn hann fær allar prikkarnar í yrkisleiðini at passa saman. Øssur er útlærdur eletrikari. Hann er arbeiðisformaður fá skilji­miðstøðini. Fotbóltur var í familjuni Uppvøksturin hjá Øssuri er fót­ bóltur og arbeiði. Hann er yngstur av sjey systkjum. Allir beiggarnir, Asbjørn, Jens Christian, Petur Hans, Høgni og Heri, eru ídnir bólts­pælarar og spæla við B68. Tað er ikki ilt at ímynda sær, hvaðani áhugin fyri fótbólti kem­ ur frá. Á ungum árum er Øssur nakað sjálvsøkin tá hann spælir bólt. Tofta bygd hevur ikki so nógv fólk at taka av, og tað er ein avbjóðing at fáa mannað í yngru deildinum. Tí er dygdin á leik­ arunum ymisk, og tað hvílur nógv á vinstra-beinta miðvallaranum, sum mangan fær bóltin í føturnar, tí hann er millum teir bestu. Frítíðin fer eisini við at spæla bólt og annars arbeiða. Ser­liga Øssur hansen vangamynd Hann hevur skotið kendasta frísparkið í føroysku landsliðssøguni í fótbóltsskóm, sum hann ikki átti. Hann var ikki við í Landskrona, tí hann skuldi egna. Hann er toftamaður við stóra T og er uppvaksin við einum gullvinnandi B68-liði. Hann vil hava einstaklingarnar at blóma á vøllinum, men vil hava samanhald uttanfyri vøllin. Hann hevði sína bestu fótbóltstíð í Danmark, men valdi tað trygga, tá valið stóð millum yrkisfótbólt og útbúgving. Hann spældi í ár sín seinasta dyst fyri B68 sum 41 ára gamal. Hann er nýggjur venjari hjá B68 og eitur Øssur Hansen Visti eg fór at skora Eg visti beinanvegin, at eg for at skora. Vit høvdu vant akkurát somu støðu einar tíggju ferðir dagin fyri, og eg skoraði næstan hvørja ferð ...framhald á síðu 38