fríggjadagur 9. november 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Yviri við Strond 6
Postmoga 215
110 Tórshavn
Tel. +298 314583
bustadir@bustadir.fo
www.bustadir.fo
Opin hugskotskapping:
SKAPA EIN BÝLING
Oman Mattalág
Bústaðir hava eitt øki á stødd við ein fótbóltsvøll í Vesturbýnum. Har fara vit, í samstarvi
við Tórshavnar kommunu, at skapa eitt serstakt umhvørvi. Vit ynskja ein vælvirkandi og
framtíðarvendan býarpart. Ver við í hugskotskapping og kom við boðum uppá, hvørjar
karmar tey, sum koma at búgva har, og grannalagi fara at fáa.
Vit hugsa okkum ein býling við 25 ella fleiri bústøðum, sum
í ymisleika eru so fjølbroyttir, at tað er rúm fyri øllum.
Vit hugsa okkum ein býling, sum bæði er ein ágóði og eitt
prýði fyri økið og grannalagið, og sum samstundis er ein
arkitektonisk heild.
Oman Mattalág skal eisini vera sýnisgluggi fyri komandi
bygging í Føroyum. Tí er tað ein treyt, at innsendu hug
skotini vísa á, hvussu umhvørvið og orkunýtsla kunnu
spæla saman í arkitektonisku heildini.
Ver við í kappingini og ger eina neyva ætlan um, hvussu vit
byggja ein nýskapandi og spennandi býling mitt í Havnini.
Hugskotskappingin er í tveimum pørtum: Fyrri partur er ein
høvuðs ætlan fyri alt økið, meðan seinni partur fevnir um
3 til 5 ymisk íbúðarsnið. Luttakararnir í hugskotskappingini
kunnu gera uppskot til allan býarpartin ella til einstøk
íbúðarsnið.
TíðAræTLAN OG TrEyTIr fyrI KAPPINGINA
Tíðarfreist fyri innlating av uppskotum er fríggjadagin
1. februar 2013 kl. 16:00. Les meira á www.bustadir.fo.
Her finnur tú korttilfar og byggiskrá, ið m.a. inniheldur
treytir og virðislønir
BúSTAðIr hAvA TIL ENdAMáLS AT
virka fyri at øll í Føroyum kunnu útvega sær
ein góðan bústað
tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
byggja orkuvinaligar íbúðir