fríggjadagur 9. november 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
VÍF fekk øll stigini, tá teir vóru á
vitjan í høllini á Hálsi. Kyndil kom
best frá byrjan, men helst skuldi VÍF
verið á odda við fleiri enn trimum í
hálvleikinum. Spenningurin vardi
líka til átta sekund fyri tíð, tá VÍF
kom á odda við tveimum.
Kyndil fekk tvey tey fyrstu
málini og tóktust tendraðir, men
VíF svaraði aftur. Móti endanum av
hálvleikinum vóru Kyndlamen ein
maður í yvirtal í fýra minuttir, men
megnaðu ikki at útnytta støðuna.
Millum annað langaði Rasmus
Junker ein bólt í málhornið.
Tá Kyndil so skoraði, so var
tað fleiri ferðir upptakt til skjóta
byrjan frá gestunum. Tað gav mál
einar tvær ferðir og kostaði Josef
Abrahamsen eina útvísting, tá
mátti stegða einum skjótálopi.
Finnur
Hansson
megnaði
at minka um munin við góðum
skotið í seinasta sekundinum av
hálvleikinum, so munurin var trý
mál í hálvleikinum.
Kyndil svaraði væl aftur í fyrru
hálvu av seinna hálvleiki. Tíggju
minutir fyri tíð kom Kyndil upp á
20-20, men megnaði ikki at taka av,
tá VÍF í fleiri førum vóru í undirtal.
90 sekund fyri tíð var time-out, og
støðan var javnleikur 22-22.
VÍF hevði bóltin og skoraði
upp á sítt álop. Tað eydnaðist ikki
Kyndil at svara aftur, og í seinastu
sekundunum avgjørdi VÍF dystin
til 24-22.
Úrslitið merkir, at VÍF nú
yvirhálar Kyndil á stigatalvuni og
hevur saman við H71 átta stig á
ávíkavist øðrum og triðja plássi.
Kyndil hevur sjey stig á fjórða
plássi.
Strandingar vunnu mikukvøldið
29-20 á Neistanum. Úrslitið merkir,
at StÍF nú hevur seks stig á fimta
plássi, meðan Neistin frmvegis
bara hevur tvey stig á næstaftasta
plássi. Hóast StÍF hevur verið
verið væl við í teimum flestu av
dystunum í ár, so er tað bara blivið
til tvey stig higartil.
Mikukvøldið lá betri fyri, men
tað var ikki fyrr enn fimm minuttir
fyri tíð, at sigurin gjørdist tryggur.
Í hálvleikinum var munurin
tvey mál. Fyri neistan var tað
serliga Terji Mørk, sum gekk undan
við at skjóta mál. Hann skoraði
fimm av sínum átta í fyrra hálvleiki.
Áki
Mørk,
venjari
hjá
Neistanum, hevur fyrr víst á, at
unga liðið hjá Neistanum manglar
royndir. Tað kom til ssjóndar, tá
Neistin mistið takið fimm minuttir
fyri tíð. Tá var munurin framvegis
bara trý mál, men StÌF seks mál
upp í slag og endaði við at vinna
ein tryggan sigur.
VÍF vann á Kyndli
Kyndil – VÍF 22-24
(11-14)
Kyndil: Finnur Hansson 7, Ludvík
Súnason 4, Josef Abrahamsen, 3, Birgir
Poulsen 2, Thorvald Abrahamsen 2,
Hørður Fannar Sigtorsson 2, Andrias
Sólsker 1, Høgni Klein Olsen 1
VÍF: Magnus á Rógvu 4, Andrias
Eriksen 4, Filip Jojic 4, Martin Ritto 4,
Rasmus Junker 3, Joen Pauli Høgnesen
2, Bárður Brimsvík 1, Angar Joensen 1,
Holger Durhuus 1
StÍF – Neistin 29-20 (12-10)
StÍF: Allan Norðberg 8, Sveinur Justinussen 5, Pætur Joensen 4, Borgar Danielsen 4, Marius
Joensen 4, Rógvi Danielsen 2, Jógvan G. Joensen 2
Neistin: Terji Mørk 8, Teitur Magnusson 4, Torstein Balle 3, Ári Roch 2, Andras Joensen 1,
Beinir Davidsen 1, Rógvi Nolsøe 1
StÍF dregur frá botninum
Tað var spenningur til seinasta
minutt, tá Kyndil mikukvøldið vann
24-22 á felagsliðnum VÍF/Tjaldur.
Í hálvleikinum var felagsliðið á
odda við fýra, men tíðliga í seinna
hálvleiki kom Kyndil upp á javnt.
Dysturin kundi koppa báðar
vegir, men tríggjar útvísingar upp á
seks minuttir gjørdi fortreyturnar
hjá gestunum nakað verri miskeiðis
í seinna hálvleiki.
Kyndil valdi eisin at mansverja
Adinu Petrea í seinna hálvleiki,
eftir at hon skjeyt heili fimm mál
í fyrra hálvleiki. Liljan Djurhuus og
Sarah Hansen toku tí yvir í seinna
hálvleiki fyri felagsliðið.
Kyndil fekk oda seg framum.
Við støðuni 23-22 hevði VÍF/Tjaldur
ein risa møguleika at javna, men
Tomma Petersen stórbjargaði í
Kyndla málinum. Í hinum endanum
avgjørdi
Kyndla
toppskorarin,
Guðrið G. Eysturberg dystin við
máli til 24-22.
Kyndil knógvaði VÍF/Tjaldur
Kyndil – VÍF/Tjaldur 24-22 (12-16)
Kyndil: Guðrið G. Eysturberg 7, Turið Arge 4, Ásleyg Súnadóttir 3, Jórun Ludvig 2, Bjarta
Johannesen 2, Anna Brimnes 2, Anja Heinadóttir 1, Birita Mortansdóttir 1, Annika
Sigurðsdóttir 1, Randi S. Wardum 1
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 7, Liljan Djurhuus 5, Sarah Hansen 5, Amanda Kristensen 3,
Heidi Sevdal 1, Tóra Seloy 1