Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 2 VIKUSKIFTI Útgáva Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – M.C., hvussu ber tað til, at tú ert bliv­ in soleiðis? Tað spurdu eini hjún M.C. Restorff, tá tey vóru komin á Hotel Hafnia at fáa sær ein bita. Tey sipaðu til tónleikin, sum M.C. spældi og gav út. Øll vóru ikki so glað fyri tann heldur popputa gospel­tónleikin, sum M.C. spældi, og tað hoyrdi hann mangan fyri. – Eg var ikki altíð so væl móttikin mill­um tey etableraðu í samkomuni, tá ið eg kom við mínum gittara, sigur M.C. Restorff. – Mær hevur altíð dámt væl at syngja sálmar, men eg legði teir til viks eitt tíðarskeið fyri at spæla eitt ann­að slag av tónleiki. Men líkamikið, um eg havi sungið sálmar ella meira modernaðar sangir, so er alt grundað á eina einfalda barnatrúgv, og tað er tað framvegis, sigur hann. Sanganna veingir Um vikuskiftið kemur nýggja fløgan hjá M.C. Restorff út. Fløgan kallast Sang­anna Veingir, og hon kemur út 14 ár eftir, at M.C. seinasta gav fløgu út – og 41 ár eftir, at fyrsta plátan hjá MC og hans­ara fólki kom út í 1971. Á nýggju útgávuni hevur M.C. fleiri gestasangarar við – eitt nú Finn Koba, Joen Magnus Danielsen og Jenny Old. Hans Poulsen hevur framleitt tónleikin, og beiggi hansara, Óli Poulsen, hevur ljóðblandað og mastrað. Um vikuskiftið verður fløgan at fáa í høvuðsstaðnum, og fyrst í komandi viku er hon eisini komin í sølubúðir kring landið. Hvørjum velja vit eftir? Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: »Fifty Shades« klumman Barbara Holm – Líkamikið, um eg havi sungið sálmar ella meira modernaðar sangir, so er alt grundað á eina einfalda barna­trúgv, og tað er tað framvegis, sigur M.C. Restorff, sum er aktuellur við nýggjari útgávu Nú takkar amerikanska valstríðið fyri seg, og nakrir fegnir og nakrir vónbrotnir ameri­ kanarar sita í dag eftir við tí úrsliti, at ein út av tveimum valevnum varð valdur. Tað er mangan fullkomiliga órealistiskt at fylgja við í amerikanska valinum. Serfrøð­ ingar, politiskir viðmerkjarar, mótstøðufólk, ja øll hugsandi menniskju eru frammi í sam­ bandi við amerikanska valið fyri at greiða frá hvat tað er, sum fólk skulu velja ímillum. Obama ella Romney. Valið er fyri so vítt rættiliga lætt, tí tað eru bara tveir møgu­ leikar. Meðan amerikanska valið er farið aftur­ um, er enn eitt lagnuval eftir í Føroyum. Kanska ikki eitt serstakliga spennandi val, men kortini eitt val, sum vit mugu taka í størsta álvara. Í mínum hugaheimi eru vit í einari sera álvarsamari støðu í Føroyum. Hvønn dag hoyra vit útisetar úr Føroyum, at ónøgdin til samgonguna er øgilig. Tað tykist sum, at eingin ordiliga veit hvussu tað ber til, at samgongan ger tær broytingar sum hon ger, tí – hvør hevur valt hatta, og hava tey, sum valdu tað, fingið tað tey væntaðu? Summi hava allarhelst. Meðan onnur sita við einari keðiligari kenslu av, at flokkurin, sum tey áður stuðlaðu, nú er broyttur til nakað, sum tey ikki kunnu kennast við. Tað er nú heldur ikki so løgið, og tað fer neyvan at broyta nakað. Vit eru von við, at miðlarnir eru á tremur við gyltum vallyftum tá ið val nærkast, og vit eru von við, at hesi lyfti ikki hava so nógv at siga, tá ið avtornar. Men nú er tað kommunuvalið vit tosa um. Og hvat kunnu vit gera her? Eg spyrji mangan meg sjálvan hvat tað er, sum fólk velja eftir í Føroyum. Vit hava ongan blokkpolitikk, og tað merkir, at vit ikki við vissu kunnu vita hvat vit í veruleikanum at­kvøða fyri. Í kommunuhøpi er støðan enn verri. Her hava vit ikki eingongd eina yvir­ skipaða politiska ætlan frá flokkunum, tí tað í størstan mun eru einstaklingar, sum bjóða seg fram. Eg havi mangan hoyrt fólk siga »ja, eg atkvøddi fyri honum, tí eg kenni so væl pápa hansara«, ella»eg hevði atkvøtt fyri henni, um grannin hjá mær ikki stillaði upp«. Tað er als einki løgið í, at fólk velja eftir vina og kenningaháttinum, har ein velur tey, sum ein kennir best. Tí hvat annað val hava vit í veruleikanum? Men spurningurin er hvussu langt vit koma við at velja eftir hesum leisti. Spurn­ ingurin er, um vit ikki noyðast at lata kenslurnar liggja við hús, tá ið vit leita til val­støðini. Spurningurin er, um okkara kæra sam­felag ikki hevði fingið ágóða av, at øll sum ein valdu tey, sum tey púra erligt mettu vóru best egnað, og ikki tey, sum oftast komu fram­við til kaffi. Mín vón skal vera, at føroyingar nú fara á val, og velja eftir allarbestu sannføring. Velja eftir hvat tey halda kann gagna kommununi, og velja tann persón, sum tey halda kann gera ein veruligan mun. Ella vilja vit kanska, at samfelagið skal halda fram sum tað er í dag? So segði hann... Alt er grundað á einfalda barnatrúgv Eg vil takka mínum gentum fyri stuðulin, men eg sigi bara: Ein hundur er nóg mikið Barrack Obama í síni takkartalu, eftir at hann varð afturvaldur til forseta í USA. Fyri fýra árum síðani hevði hann lovað døtrunum ein hund, um hann gjørdist forseti. M.C. Restorff er aktuellur við 10 nýggjum sangum á útgávuni Sanganna Veingir myndir: Álvur Haraldsen