Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rás2 Leygarkvøld í klaksvík Lívligt valkjak og livandi list Valevni til kommunuvalið í Klaksvík kjakaðust, listafólk vístu list og design fram, og tónleikarar sungu og spældu, tá ið Rás2 hevði sendingina Leygarkvøld í Klaksvík Rás2 sendi leygarkvøldið úr Klaks­vík. Í sendingini hesa­ferð var kjak upp undir kommunu­valið, livandi tón­ leikur við lokalum tónleik­ arum og framsýning av list og designi. Listamaðurin Pól Skarð­ enni, sum er ættaður úr Klaks­vík, men er búsitandi í Vatnsoyrum, sýndi nøkur av sínum verkum fram og tos­ að varð við Pól og at finna íblástur til listina í føroysku náttúr­uni. Pól er kendur fyri at mála landsløg og bygdir, men hann eksperimenterar eis­ini við aðrari list. Jórun Høgnesen av Norð­ oyri hevur seinastu árini verið búsitandi uttanlands. Hon hevur tikið design-út­ búgving í Brighton, og hon hevur eisini sýnt ymisk verk fram uttanlands. Mill­um annað hevur stórur áhugi verið fyri hennara ser­merkta designi í London og Milano. Jórun ger eitt nú stóla­ troyggjur og letur steinar í før­oyska ull. Hans Andrias Jacobsen, sum er eitt av stjørnu­skot­ unum í tónleikalívinum í Klaks­vík, spældi nakrar sang­ir, og tað gjørdi livandi leg­end­an Karl Martin Samuelsen eisini. Valkjak Kvøldið endaði við, at valevni til kommunuvalið í Klaksvík kjakaðust um nøkur av heitu málunum, sum hava verið frammi í valstríðnum. Hvør av teimum politisku flokkunum, sum stillar upp í Klaksvíkar kommunu, hevði eitt umboð við í kjakinum. Fólkini, sum kjakaðust, vóru Gunvá við Keldu, Jógvan Skor­heim, Óluva Klettskarð, Tummas Lervig og Símun Michael Sørensen. Tey førdu fram, hvussu tey vildu raðfesta útbyggingar komandi árini, hvat skuldi tak­ast fram um annað, og hvussu kommunan skuldi fáa fólkatalið at vaksa upp til tað, sum tað einaferð var.