mánadagur 12. november 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hava skipini,
sum trola eftir upsa undir
Føroyum, havt vánaligan
fiskiskap. Teir, sum sigla við
hesum skipum, halda tó ikki,
at vánaliga veiðan kemst av,
at ov lítil upsi er til.
Tvørturímóti, siga teir.
Nógvur upsi er at síggja.
Fiskurin gongur bara ikki
við botnin, har teir plaga at
fáa hann, men ferðast uppi í
sjónum.
Botnfiskaskip hava ikki
loyvi at royna við flótitroli,
og tí gongur í løtuni illa at
fáa fatur í hesum fiskinum.
Upsi á línu
Tummas
Christophersen,
sum er reiðari á trolarum,
sigur, at tað er heilt óvanligt,
sum í løtuni fer fram á fiski
leiðunum.
Tað vísir seg nevniliga,
at línubátar liggja og draga
upsa, og at hetta er púrasta
óhoyrt.
- Eg havi hoyrt um línu
bátar, sum seinastu tíðina
hava landað fleiri túsund
pund av upsa, sigur reiðarin
í Vestmanna.
Jóhannus Martin Olsen,
línuskipareiðari, váttar, at
fleiri línuskip hava fingið
nógvan upsa seinastu tíðina.
- Tað vísir seg, at tey skip,
sum hava roynt á djúpum
vatni eftir longu og brosmu,
hava fingið nógvan upsa á
línu.
Hann heldur, at fiskurin
tekur uppi í sjónum, bæði tá
línan verður sett, og tá drigið
verður.
Reiðarin á Toftum sigur,
at tann eini av línubátunum,
sum hann er reiðari á, tann
eina túrin hevði út við 40.000
pund av upsa.
- Nei, hetta er ikki hent áð
ur í mínari tíð sum reiðari, og
eg veit einki um, at línuskip
undir Føroyum yvirhøvur
hava fiskað upsa.
Jóhannus Martin Olsen
sigur, at tað er bara stórur og
góður upsi, sum línuskipini
soleiðis hava fingið hesa
seinastu tíðina.
Tað er óhoyrt
Óli Jacobsen, fyrrverandi for
maður í Føroya Fiskimanna
felag gjøgnum ein mans
aldur, sigur, at hann hevur
heldur ongantíð í sínari tíð
sum formaður heft seg við,
at línuskip hava fingið so
stórar nøgdir av upsa.
- Hetta er eisini púrasta
fremmant í mínari verð, sig
ur Óli Jacobsen við Sosialin.
Vilmund Jacobsen
Næsta ár verður aftur
farið at kanna gýting hjá
makreli, og í hesum sam
bandi luttók Havstovan í
farnu viku á eini altjóða
verkstovu í Hálandi, har
endamálið er at læra at
kanna og kenna makrel
egg.
Triðja hvørt ár verða
kanningar gjørdar av gýt
ingini hjá makreli, har
endamálið er at kanna alt
gýtingarøkið alt gýting
artíðarskeiðið. Hetta eru
sjálvandi sera umfatandi
kanningar, har fleiri lond
luttaka.
Havstovan sigur, at
kanningarnar er samskip
aðar av ICES, og úrslitini
verða brúkt í stovnsmet
ingini av makreli.
-
Makrelur
ferðast
víða gjøgnum árið. Um
summarið er hann um
okkara leiðir, vestan fyri
og norðan fyri í Norska
havinum og leitar eftir
føði. Seint um veturin
og tíðliga um várið leitar
hann til gýtingarøkið fyri
at gýta, og tá gýtingin er
liðug, fer hann aftur til
føðiøkið.
Lagt verður aftrat, at
makrelur gýtir í einum
sera stórum øki. Høvðus
gýtingarøkið er vestan
fyri Írland, men samlaða
øki røkkur heilt frá Suður-
Portugal til Føroyar, og
gýtingin gongur fyri seg
yvir eitt langt tíðarskeið
frá februar til juli.
- Føroyar vóru við
á fyrsta sinni í hesum
kanningunum í 2010, tá
Havstovan
luttók
við
Magnusi Heinasyni í tvær
vikur síðst í mai. Úrslitini
tá vístu, at makrelur gýtti
í føroyskum sjógvi, tó at
nøgdirnar vóru smáar.
Ætlanin er, at Hav
stovan skal verða við í
kanningunum aftur kom
andi ár á sama hátt sum
seinast, og tað verður
enn einaferð við Magnusi
Heinasyni.
Aftur at
kanna
makrel
gýting
- Føroyar vóru við á fyrsta
sinni í hesum kanningunum í
2010, tá Havstovan luttók við
Magnusi Heinasyni í tvær vikur
síðst í mai. Úrslitini tá vístu,
at makrelur gýtti í føroyskum
sjógvi, tó at nøgdirnar vóru
smáar, sigur Havstovan
Óhoyrt at línuskip
fáa so nógvan upsa
- Tað vísir seg, at tey línuskip, sum hava roynt á djúpum vatni eftir
longu og brosmu, hava fingið nógvan upsa á línu. Fiskurin tekur uppi í
sjónum, bæði tá línan verður sett, og tá drigið verður. Hetta er púrasta
ókent í mínari tíð sum línuskipareiðari, sigur Jóhannus M. Olsen
Vilmund Jacobsen
- Fleiri línuskip - helst eini
sjey ella átta í tali - koma inn
at landa í dag. Flestu skipini
hava brosmu og longu, men
nakað er eisini av toski og
hýsu, svartkalva og blálongu.
Tað sigur Fiskamarknaður
Føroya, sum metir, at nøkur
skip aftrat koma inn at landa
seinni í hesi vikuni, flestu
við brosmu, longu, blálongu,
svartkalva, toski og hýsu.
- Streymurin er vánaligur,
og veðurvánirnar eru ikki
góðar, serliga fyrst í vikuni.
Tí vænta vit ikki nógv av út
róðri, men tað, sum kemur,
verður mest toskur og hýsa.
Lítil trolveiða
Fýra djúpvatnstrolarar eru
til vanligan fiskiskap. Teir
fáa mest av upsa, men fiski
skapurin er smáligur. Tveir
trolarar koma inn at landa í
vikuni, og hinir báðir koma
helst inn í næstu viku. Aðrir
djúpvatnstrolarar, sum eru
til fiskiskap, frysta veiðina
umborð.
- Flestu partrolarar eru
til fiskiskap. Teir fiska upsa,
men heldur ikki hjá teimum
er veiðan nakað serlig. Skip
ini koma inn at landa, sum
vikan gongur.
Fiskamarknaður Føroya
visti fríggjadagin at siga, at
tveir trolbátar eru til fiski
skap. Teir fáa mest av toski,
havtasku, upsa, longu og
hvítingi. Væntandi koma
báðir bátarnir inn at landa í
dag. Aðrir trolbátar fara út
aftur, tá líkindini batna.
Trý garnaskip
Trý garnaskip eru til fiski
skap. Ein fiskar svartkalva
eystan fyri og landar helst í
vikuni. Ein fiskar havtasku
og landar væntandi mána
dagin ella miðskeiðis í vikuni.
- Triðja garnaskipið fiskar
svartkalva og frystir veiðina
umborð, sigur Fiskamark
naður Føroya um útlitini fyri
hesa vikuna.
Streymurin er vánaligur, og línuskipini koma inn at landa.
Roknað verður ikki við nøkrum serligum útróðri, og par
trolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap
Línuskipini landa
hesa vikuna
- Tað er púrasta óhoyrt, at línuskip fáa so
nógvan upsa. Tað eru øll samd um
Mynd: Súni í Hjøllum
Í dag landa fleiri línuskip, og onkrar landingar
við línufiski verða eisini seinni í vikuni
Mynd: FMF