Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Skulu kommunurnar fáa eldra­økið at umsita, fer tað at krevja eitt stórt ar­beiði av okkum at gera okk­um klár til at makta upp­gávu­ na. Tað heldur Marjun Ol­ sen, sum er varð vald í Tvør­oyr­ar Býráð á valinum í gjár. Hetta er aðru ferð, hon situr í býráðnum, fyrru ferð­ina var valskeiðið frá 2004-2008, so hesi seinastu fýra árini hevur hon verið úti. Tvey av hennara stóru arbeiðs­økjum verður at bøta um umstøðurnar hjá teimum eldru og um­støð­ur­ nar hjá skúlanum í kommu­ nuni. - Vit skylda teimum eldru at vit taka okkum av teim­um. Tað sømir seg ikki eini kommunu, sum okkara, at okkara eldru verða send til Sands til umlættingar, stað­festir hon. Men hon heldur, at nú kommunurnar fáa eldra­ økið at umsita, verð­ur tað neyðugt allar kom­mu­nur­ nar samstarva um, hvussu vit skipa eldraøkið í oynni. - Hetta er eitt mál, vit mugu samstarva um, sigur hon. Betri skúli Og í hinum endanum á lívs­leið­ini hjá, heldur hon eisini, at tað verður neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá skúlanum. - Skúlin á Tvøroyri er upp­slit­in, ótíðarhóskandi og har eru umstøðurnar vána­ligar. Tað heldur Marjun Ol­ sen, at nýggja býráðið má gera okkurt alvorligt við. Hennara boð er, at skúl­ in í Trongisvági verður bygd­ur út til at hýsa øllum skúla­num í kommununi. - So kann skúlin úti á Tvør­oyri brúkast til onnur enda­mál, heldur hon. - Kanska kann hann brúk­ast til íbúðir, ella skriv­ stovur, leggur hon afturat. Í valstríðnum upp und­ir valið, tosaði Marjun Ol­sen nokk so fitt um saman­legg­ ing og samstarv ímill­um kommunurnar. - Eg hevði viljað lagt alla oynna í eina kommunu. Men fæst ikki undirtøku fyri tí, eiga vit at byrja við samstarvi, serliga nú eldraøkið verður lagt und­ir kommunurnar, tí tað verð­ ur neyðugt. - Eg veit ikki hví land­ sins myndugleikar vilja tving­að kommunurnar at sam­starva, men teir vilja ikki tvinga tær at leggja sam­an, heldur hon fyri. Betri Javnstøða Marjun Olsen er vald á Kvinnulistanum, sum hevði sum fremsta endamál at fáa meiri javnstøðu í bý­ ráð­ið. Sum er, situr bara ein kvinna, Malla Dam úr Javn­að­ar­flokkinum, í bý­ ráð­num. Í nýggja býráðnum verða tvær afturat, Marjun Ol­sen á Kvinnulistanum og Anita Vibergsdóttir á fólka­ floks­listanum. Sostatt verða trígg­ir av teim­um sjey b­ý­ráðs­lim­un­ um á Tvøroyri, kvinnur og fýra verða menn. Guð­mund­arson ­eru bæði av tí av tí bleytara og tí harðara slag­num, sum vit plaga at kalla tað. - Eitt av mínum fremstu hjarta­málum er at útvega barna­familjunum í komm­ un­uni ein barnagarð, sigur hann. Annars heldur hann, at tað verður neyðugt at bøta um umstøðurnar á havn­ar­ lagnum fyri at gera tað ar­ beiðs­ligari hjá vinnuni. Eitt, sum tosað hevur verið um, er, at gera atløgu­ pláss­ini betri, nú tað eru so nógv­ir trolarar í bygdini, men tað hevur eisini verið ført fram, at umstøðurnar á sjálvari btyggjuni eru ov trong­lig­ar. Tískil ætlar Trúgvi Gud­ mund­ar­son sær at tosa við vinnuvirkini, sum eru á havnarlagnum, at vita, hvørj­ar ábøtur, tey halda eru neyðu­gar at gera. Eitt mál, sum var nógv fram­mi í valstríðnum, var eisini at gera nýggjan báta­ hyl í Hvalba, men Trúgvi Gud­mund­a­rson hevur ikki so av­gjørda meining um tað beint nú. - Tað eru í hvussu so er ikki pengar til tað nú. Tað verður neyðugt hjá bygd­a­ ráð­num at gera eina lang­tíð­ ar raðfesting yvir tær íløgur, men tað mugu vit so tosa um í bygdaráðnum. Annars heldur hann, at tað verður neyðugt at halda fram við arbeiðnum at fáa kloakk­irnar í Hvalba og í Sand­vík í rættlag. Hinvegin vil hann ikki í smá­lutir enn, men hann tekur undir við samstarvi og tí kann henda, at hann fer at leggja upp til sam­starv við teir tríggjar kom­mu­nu­stýris­ lim­ir­nar á hinum listanum eisini, men tað veldst um, hvus­su alt tørnar út. Hinvegin sær hann ikki fyri sær, at kommunur í Suð­ ur­oy fara at leggja saman hastliga, men landsstýrið æt­ lar at leggja eldraøkið undir kom­mun­urnar og tað verður ein avbjóðing av teimum heilt stóru, sum uttan iva fer at krevja samstarv ímillum kom­mu­nur, sigur Trúgvi Gud­mund­ar­son. Ætlar sær at arbeiða fyri skúlanum og teimun eldru MUGU VERA KLÁR vit mugu vera klár, tá ið kommunurnar fáa eldraøkið at umsita, heldur Marjun Olsen, sum aftur verður at síggja í býráðnum á Tvøroyri Javnaðarlistin fekk 4, Fólka­ flokkurin 2 og Kvinnulistin 1 umboð í Tvøroyrar Býráð. Javnaðarlistin fekk saman­lagt 575 atkvøður, og tey sum vóru vald eru: Kristin Michelsen, Bjarni Hammer, Malla Dam og Jens Johannesen. Fólkaflokkurin fekk til­ samans 298 atkvøður, og tey sum blivu vald á fólk­a­ floks­listanum vóru Hallur í Heiðunum og Anita Vibergs­dóttir. Kvinnulistin fekk 131 at­ kvøð­ur, og har varð Marjun Olsen vald. Andstøðulistin fekk saman­lagt 81 atkvøður, men hetta var ikki nóg mikið til at fáa umboðan í Bý­ráð­ num. TOPPSKORARI Trúgvi Gudmundarsonm sitandi, varð toppskorari á kommunustýrisvalinum í Hvalba í gjár. Her er tað Øssur Schrøter Mørk Thomsen, sum ynskir honum tillukku við valinum ímeðan ein annar bygdaráðslimur, Rúni Thomsen, v.m. hyggur at Tað sømir seg ikki eini kommunu, sum okkara, at okkara eldru verða send til Sands Samstarv - Tað slepst ikki undan samstarvi, heldur Marjun Olsen, vm, sum her er avmynda saman við Mallu Dam, býráðslimi fyri Javnaðarflokkin á einum valfundi, sum Valkyrjurnar skipaðu fyri í Vági nú ein dagin