mikudagur 14. november 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Seinastu fýra árini hevur
Gunvá við Keldu verið borg
arstjóri í Klaksvík. Í gjár
góvu veljararnir henni per
sónliga álitisváttan. Fólka
flokkurin
varðveitti
síni
fimm umboð í býráðnum,
og borgarstjórin fekk størri
persónliga undirtøku. Í 2008
fekk hon 188 persónligar at
kvøður, og í gjár vann hon
302 persónligar atkvøður.
Men Gunvá við Keldu
og
Fólkaflokkurin
missa
eftir øllum at døma valdið
í Klaksvík. Tá ið tað í gjár
kvøldið
var
greitt,
at
Sambandsflokkurin
hevði
mist sítt umboð, at Tjóðveld
ið hevði økt um sína um
boðan úr tveimum og upp
í tríggjar býráðslimir, og at
Sjálvstýrisflokkurin
hevði
tvífaldað sína umboðan úr
einum og upp í tveir limir,
vóru samráðingar millum
Tjóðveldið, Sjálvstýrisflokkin
og
Javnaðarflokkin,
sum
misti annan sessin og harvið
hevur soltnastu umboðan
ina í Klaksvík, síðani upp
stillingin varð politisk fyri
umleið einari hálvari øld
síðani.
Klokkan
tíggju
fyrra
partin í dag hittust hesir
tríggir flokkarnir til sam
ráðingar um skipan av sam
gongu í Klaksvík. Tað er lagt
upp til, at Jógvan Skorheim
úr
Sjálvstýrisflokkinum
verður borgarstjóri. Jógvan
hevði eitt rimmar val. Um
framt at flokkurin tvífaldaði
sína umboðan í býráðnum,
so var pesónliga atkvøðutalið
hjá Jógvani gott. Hesa ferð
fekk hann 230 atkvøður. Fyri
fýra árum síðani, tá ið hann
fyrstu ferð varð valdur, var
atkvøðutalið 134.
Jógvan Skorheim vil ikki
siga, at hann verður nýggjur
borgarstjóri í Klaksvík.
-Vit avgjørdu í gjárkvøldið,
at vit skulu samráðast um
nýggja
samgongu.
Hesir
tríggir flokkarnir hava til
saman
meiriluta
millum
veljararnar. Vit fáa at síggja,
hvat spyrst burturúr, segði
Jógvan
Skorheim,
sum
eftir øllum at døma verður
borgarstjóri í næststørstu
kommununi.
Tað eru 44 ár síðani, at
Sjálvstýrisflokkurin seinast
átti borgarstjóran í Klaksvík.
Eftir
valið
í
1966
var
Asbjørn Joensen valdur til
borgarstjóra. Tá var borgar
stjórin valdur á hvørjum ári.
Avtalan í samgonguni tá var,
at Sjálvstýrisflokkurin skuldi
eiga fremsta sessin í tvey
ár, og Asbjørn Joensen var
borgarstjóri í 1967 og 1968.
Síðani tá hevur Sjálvstýris
flokkurin ikki verið nærri
tindinum enn næstformans
sessinum. Nú bendir alt á, at
Jógvan Skorheim á nýggjári
num verður nýggjur borgar
stjóri í Klaksvík.
Bjóðaðu Signhild nógv
Tá ið tað í gjárkvøldið var
greitt, at samstarvið millum
Fólkaflokkin og Sjálvstýris
flokkin ikki fór at halda
fram, royndi Fólkaflokkurin
at gera aðra samgongu. Sam
bært
Norðlýsinum
vendi
Fólkaflokkurin sær til Javn
aðarflokkin við tilboði um
samgongu.
Signhild Johannesen er
nývald í býráðið fyri Javn
aðarflokkin, sum seinastu
fimmti árini altíð hevur átt
í minsta lagi tvey umboð
í býráðnum, men nú bara
eigur eitt umboð. Norðlýsið
veit at siga, at tilboðið, sum
Signhild Johannesen fekk
frá Fólkaflokkinum var upp
aftur betri enn tilboðið, sum
Jógvan Skorheim fekk frá
Fólkaflokkinum fyri fýra
árum síðani.
Javnaðarflokkurin
tók
ikki av tilboðnum frá Fólka
flokkinum.
Í
staðin
fór
Signhild Johannesen klokk
an tíggju í morgun at sam
ráðast við Tjóðveldið og
Sjálvstýrisflokkin um nýggja
samgongu.
Tjóðveldið styrkti um sína
støðu í Klaksvík. Tí kann
roknast við, at Tjóðveld
ið fer at seta seg á fleiri av
formanssessunum í nevnd
unum.
Eirikur Lindenskov
Tað verður nýggjur borg
arstjóri valdur í Fugla
firði. Hetta er greitt, eftir
at samgongulistin millum
Javnaðarflokkin og Tjóð
veldið á valinum í gjár
vann fimm av teimum
níggju limunum í býráð
num.
Toppskorari á sam
gongulistanum var Sonni
í Horni við 102 atkvøðum.
Hann er fyrstvaldur bý-
ráðslimur. Longu í gjár
kvøldið varð avrátt, at
hann skal vera nýggjur
borgarstjóri. Hvussu bý
ráðið annars verður skip
að er ikki greitt enn.
Merkisvert er tað, at
teir báðir borgarligu list
arnir í Fuglafirði vunnu
fleiri atkvøður enn sam
gongulistin, men at teir
kortini mistu valdið.
Samlaða atkvøðutalið
hjá teimum borgarligu er
504. Hjá samgongulista
num er atkvøðutalið 451.
Útrokningarfrymilin
er
tí stóra til fyrimunar. Tí
vinna tær 451 atkvøðurnar
fimm menn, meðan hinir
listarnir – 245 og 259 at
kvøður í part – bara vin
na tveir menn í part. Um
hesar atkvøðurnar høv
du verið vunnar á einum
og sama lista, so hevði
samgongan, sum hevur
rátt fyri borgum í Fugla
firði,
framvegis
havt
meirilutan!
Eirikur Lindenskov
Javnaðarflokkurin hevur
altíð verið sera stinnur
á Tvøroyri. Síðani í tríati
árunum hevur flokkurin
verið mest sum einaráð
andi í javnaðarháborgini
fram um allar aðrar, og
soleiðis verður tað eisini
næstu fýra árini.
Tað eru sjey limir í bý
ráðnum á Tvøroyri, og í
gjár endurvann Javnað
arflokkurin fýra umboð.
Kristin Michelsen, sum
er bæði tingmaður og
borgarstjóri, vann nógv
tær
flestu
persónligu
atkvøðurnar, hóast talan
hesa ferð var um ávísa
afturgongd. Fyri fýra ár
um síðani atkvøddu 298
fyri Kristini. Hesa ferð
settu 239 krossin við
borgarstjóran.
Malla Dam og Jens
Johannesen
á
javnað
arlistanum
vórðu
aft
urvald,
meðan
Bjarni
Hammer avloysir Paula
Einarsson. Marjun Ol
sen, sum áður hevur um
boðað Sambandsflokkin,
varð hesa ferð vald fyri
Kvinnulistan.
Hallur
í
Heiðunum varð aftur
valdur á fólkaflokslista
num, og Anita Vibergs
dóttir
er
nývald
fyri
Bergur Berændsen, sum
ikki stillaði uppaftur.
Kristin
heldur
fram á
Tvøroyri
Sonni loysir
Sigurd av
Í Fuglafirði vann samgongulistin
millum Javnaðarflokkin og
Tjóðveldið valdið frá teimum
borgarligu, sum taptu, tí teir
stillaðu upp á tveimum listum
Gunvá vann valið
og misti valdið
Alt bendir á, at Fólkaflokkurin endar í andstøðu í Klaksvík,
har Jógvan Skorheim verður nýggjur borgarstjóri í samgongu
millum Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin
Jógvan Skorheim og Gunvá við Keldu
Mynd: Dávur Winther