mikudagur 14. november 2012síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Í tólv ár hevur Sorin Anghel spælt
fótbólt í Føroyum. Hann hevur
síðani hann ein kaldan dag í mars
mánaði 2001 kom svangur og
tystur úr flúgvaranum í vágunum,
spælt við EB/Streymi.
Sorin er uppvaksin í rumenska
býnum Ramnicu Valcea, har hann
eisini gekk í skúla og royndi seg
á fótbóltsskúla. Sum 21 ára gamal
hittur hann hondbóltsspælaran
Alinu Olaru, sum stutt seinni fer
til Føroyar.
Hálvt ár seinni stendur Sorin
í t-shirt og skilur einki, tá traðkar
úr flúgvarinum í vágum - tað er
kavi.
Hann møtir til vening við
jarnknobbum, tí ongin hevði
greitt honum frá, at í Føroyum
verður spælt á graslíki. Fyrstu
árini gongur einki serlig, men tá
Piotr Krakowski blívur venjari, og
Rólant Højsted verður formaður
í felagnum, verða stór framstig
gjørd.
Í 2006 hevði felagið allar møgu
leikar at vinna FM heitið, men
misti tað á stokkinum til HB. Í
2007 kemur fyrsta steypið í hús, tá
felagið vinnur steypakappingina.
Árið eftir vinnur EB/Streymur
greipuna við Sigfríði Clementsen
og Magna Mohr sum venjarum.
Í 2009 er felagið í upploysn.
Heðin Askham er nýggjur venjari.
Í 2012 vinnur Sorin Anghel annað
meistaraheitið fyri EB/Streym,
men undan seinasta dystinum
hevur hann gjørt upp við seg
sjálvan, at tað er seinasti dysturin
hjá honum í felagnum.
Sorin kennir á sær, at hann
hevur gjørt alt hann kann fyri
felagið. Hann hevur keypt hús í
Havn, og koyringin etur av hon
um. Hann hevur hug at royna
nakað nýtt. Hann hevur nógv at
takka Sámal Erik Hentze fyri, og
vilja gjarna geva honum nakað
aftur av øllum tí, sum fyrrverandi
hjálparvenjarin hjá EB/Streymi og
arbeiðsgevarin hjá Sorin, hevur
givið honum. Tí fall valið á AB.
Sorin vildi gjarna, men slapp
ongantíð at royna seg á føroyska
landsliðnum. Tann dreymin hevur
33 ára gamli rumenin uppgivið,
men Sorin Anghel hevur avgjørt
at liva føroyska deymin í fleiri ár
afturat.
Út at sparka við babba
Sorin situr í arbeiðsklæðum. Hann
hevur fingið frí eina løtu, men
tað er nógv at gera í Húsavøru
tænastuni. Sorin er timburmaður.
Tað er við ágrýtni og nógvum
rørslum, at fryntligi rumenin
greiður frá. Hann tosar sjálvlært
føroyskt. Tá hann ikki finnur orð
ið, so skiftir hann til enskt. Tað er
einki, ið hann ikki fær greitt frá,
tá samanum kemur.
Hugurin at greiða frá og
fortelja er stórur. Hann skiftist
millum at lena seg framyvir, og
lena seg afturav. Eina ferð reis
ist hann eisini, tá hann skal
greiða frá hvussu hann rann
undan løgregluni, tá hann lendi
í Vágum.
Sorin Anghel er føddur og
uppvaksin í Ramnicu Valcea,
sum er ein býur við áleið 100.000
íbúgvum, og liggur góðar tveir
tímar frá rumenska høvðusstað
num, Bukarest.
Sum bara fimm ára gamal
fór Sorin saman við pápanum,
Anghel Vasile, á leikvøllin hjá
lokala liðnum at sparka.
– Babba plagdi at koma heim
um 14 tíðina hvønn dag. So fóru
vit á vøllin hjá FC Ramnicu Valcea
at sparka. Hann taklaði í gjøgn
um. Fór eg at gráta, so segði hann
bara, at í fótbólti grætur tú ikki,
sigur Sorin Anghel.
Pápin var ein maður, sum legði
nógv gott í beinini á soninum.
Umframt at sparka við Sorin, so
lærdi hann eisini Sorin nógv um
lívið.
– Skuldi eg vera heima klokkan
20, so meinti hann eisini klokkan
20. Tað var einki við at koma ein
minutt forseint. Eg skuldi eisini
altíð í song klokkan 21, sigur
Sorin.
Soleiðis lærdi Vasile sáli sonin
hjá sær um disiplin. Sorin er í
dag takksamur fyri alt tað pápin
lærdi hann um lívið, og dugur væl
at síggja, at hann bara ynskti tað
besta fyri seg.
Skúlagongd var frá fyrsta til
áttinda flokki, sum hjá okkum
her. Síðani bjóðaði skúlin ein fót
bóltsflokk komandi fýra árini,
sum eisini var tengdur at felag
num í býnum. Hetta dámdi fót
bóltsglaða rumenanum væl.
– Vit vóru í skúla í fýra tímar,
sorin anghel vangamynd
Hann kom til Føroyar uttan at duga eitt orð á føroyskum ella enskum. Hann mundi ikki
komið leiðina fram, og mátti renna undan løgregluni. Hann skuldi upprunaliga til Skála,
men teir høvdu ikki ráð. Hann er uppvaksin í einum hørðum umhvørvi í Rumenia, og
kallar lívið í Føroyum fyri eitt luksus lív. Hann hevur í 12 ár spælt við EB/Streymi, men
hevur nú valt at skifta til AB. Hann er rumeni, 33 ára gamal og eitur Sorin Anghel
EB/Streymur verður
altíð í hjartanum
...framhald á síðu 34
Eg dugdi ikki at gera mat,
vaska klæðir ella nakað
Farvæl
Sorin gongur seinasta fetið
av vøllinum sum EB/Streyma
leikari í dystinum móti NSÍ, tá
meistaraheitið 2012 kom í hús
Mynd: Álvur Haraldsen