Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eitt er tað, at Jógvan Skor­ heim hevur vunnið sær stórt pol­it­iskt vald við bæði at sita sum borg­ar­stjóri í Klaksvík og sum løg­tings­mað­ur. Men við sín­um pol­it­isku størv­um, so kann Jógv­an Skor­heim verða mað­ur­in, sum tryggj­ar, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in ikki kám­ast púr­asta úr før­oysk­ um pol­i­tikki á næsta løg­tings­ vali. Tað sær einki út hjá flokki­ num, sum sambært fleiri velj­ ar­a­kann­ing­um síð­ani síðsta val ikki stendur til at fáa um­ boðan. Tað verður óivað lagt trýst á Jógv­an Skorheim um at leggja ting­sess­in frá sær, so­ leið­is at Krist­i­anna Wint­h­er Poul­sen kann taka sæt­ið fyri hann. Á tann hátt fær flokk­ ur­in eitt triðja fólk, sum kann mark­era flokk­in – sam­stund­is sum flokk­ur­in kann kjøl­festa seg aft­ur í høv­uðs­stað­num – og vinna nakr­ar kvinnu­ at­kvøð­ur og mið-vinstra ­at­ kvøð­ur, tí Krist­i­anna Winther Poul­sen er ein mót­vekt til mið-høgra linj­una hjá Kára Post og Jógvan Skor­heim. Vit gita, at Jógvan Skor­ heim fer at varð­veita løg­tings­ sess­in. Borg­ar­stjór­ar hava ofta stórt vald á løg­ting­i­num, og tað er tí at borg­ar­stjór­ar í løg­ting­i­num hava man­er­er­ að so­leið­is, at borg­ar­stjór­ar sleppa at sita á tingi, hó­ast teir eru í al­menn­um full­tíð­ ar­starvi sum borg­ar­stjór­ar. Tað var Jógvan við Keldu sum í síni tíð fekk tryggjað borg­ar­ stjór­um hetta bein­ið. Við borgarstjóraløn og løg­ tings­løn og skatt­a­frí­um á­góð­ um, so verð­ur Jógv­an Skor­ heim hægst lønti pol­it­ik­ari í Før­oy­um sam­an við javn­ að­ar­mann­i­num á Tvø­r­oyri, Krist­in Mich­el­sen. Teir liggja um 100.000 krón­ur um mán­að­in – so hví for­spilla sær ein slík­an kjans? Og klaksvíkingar vilja heilt víst hava sín borg­ar­stjóra á tingi – og hann skal kára seg ó­met­a­liga illa sum borg­ar­ stjóri, um klaks­vík­in­g­a­r ikki velja hann á ting næstu ferð. Skorheim er tí fram­tíð­ ar­vón­in hjá Sjálv­stýr­is­ flokk­i­num. Í blaðnum í dag hevur Beinta í Ják­ ups­stovu eina áhugaverda uppgerð yv­ir být­ið av kvinnum og monnum, sum vald eru í kommunustýri kring land­ið – og yvir, hvussu býtið er í upp­still­ing­ini. Hon vísir á, at støðan í Føroyum ikki er góð, tí kvinnu­um­boð­an­in er ov lítil. Hon vísir eisini á, at val­ið hesa­ferð í so máta var ein aft­ur­ gongd, tí kvinnuumboðanin í før­ oysk­um komm­un­u­stýr­um fór úr 31 niður í 28 prosent. Vit hava so mangan víst á, at størsti trup­ul­leikin við javnstøðu í poli­tikki er, at fyri at kvinnur skulu fáa vald, sum mugu menn missa vald. Og tað er tað, sum er so ringt hjá monn­um. Teir halda helst, at kvinnu skulu sleppa framat – men bara tað ikki gongur út yvir »teir«. Tí skal altíð ein kollvelting til, fyri at kvinn­ur skulu fáa vald. Ofta verða pol­it­isku flokkarnir last­að­ir fyri vant­andi vilja til at fremja javn­ støðu. Men taka vit komm­un­u­val­ið hes­a­ferð, so hava pol­it­isku flokk­ ar­nir skikk­að sær væl í so máta. Ser­liga í Havn, í Klaksvík og á Tvør­ oyri. Men tó eisini í Vági og í Eyst­ ur­komm­unu, ið hava flokspolitiska upp­still­ing. Í Havn vórðu valdar seks kvinn­ ur og sjey menn í býráðið. Tað gev­ ur eitt pro­sent­býti upp á 46/54. Í Klaks­vík vórðu valdar fimm kvinn­ ur og seks menn. Tað gevur eitt pro­ sent­býti upp á 45/55. Hetta ber boð um, at í hvussu so er Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóð­veldi í Havn hava dug­að at havt eina góða upp­still­ing – og eina góða kvinnu­ upp­still­ing. Sama kann sigast um Fólka­flokk­in, Javn­að­ar­flokk­in og Tjóð­veldi í Klaksvík. Hinvegin hava Fólkaflokkurin og Sam­bands­flokk­ur­in í Havn dugað hetta út av lagi illa. Bak­slátt­ur­in – ella back­lash ­' – sum Beinta í Jákupsstovu tosar um, er ser­liga galdandi á plássum, har fólk­ið stillar upp á »almennum list­um«. Her síggja vit nógvastaðni, at man­e­rerað verð­ur so­leið­is, at bara ein listi er – ella í øll­um før­um ein stór­ur listi, sum ræður, eitt nú í Runa­vík og Sunda kommunu. Her er einki fótarbeiði áðrenn, eingin plan­legg­ing um upp­still­ing, so sum pol­it­isk­ir flokk­ar gera. Her er tað ganska al­mind­i­ligur tal­i­ban­stí­lur, sum verð­ur brúkt­ur. Tað er eis­ini ein­fald­ari, tí so sleppa menn frá at lata vald­ið frá sær, og kvinn­ur­nar halda seg ikki til, og so koyrir tað bara víðari upp á besta beskubb. Kanska skuldu politisku flokk­ ar­nir gjørt meira við upp­still­ing í fleiri komm­unum kring landið, tí har er kanska eitt sind­ur meira av skili í hó­ast alt. Pol­it­isku flokk­ar­nir gurnda sín pol­i­tikk á ym­isk virð­is­ grund­ar­løg, sum fólk við yms­um upp­fat­an­um kunnu kenna seg aft­ ur í – og teir duga bet­ur javn­støðu enn floks­leysu mans­dom­i­ner­aðu list­ar­nar... Lesið grein hjá Beintu í Jákupsstovu á síðu 20 Floksleysu listarnir eru nógv meira mansdomineraðir Flokkar duga betur javnstøðu Skorheim skorar stórt Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevði Javnaðarflokkurin í Klaks­vík havt fullan lista í til bý­ráðs­val­ið í Klaksvík, so hevði flokk­ur­in varð­veitt síni tvey um­boð í bý­ráðn­um. Flokk­urin hevði bara seks val­evni – hann kundi havt 15. Flokk­ur­in manglaði eina at­kvøðu at vinna sessins. Hevði Eyð­gunn Sam­u­el­sen, ting­kvinna, um ikki ann­ að stað­ið á list­anum, so var seinna umboðið tryggjað. At hon er tingkvinna kann vera eitt politiskt argument fyri ikki at stilla upp. Men takt­ist er tað ein óklók av­ gerð. Og tá politikkur er tak­ tikk­ur, so var tað ein skeiv pol­it­isk av­gerð. Eyðgunn kostaði ósigurin í Klaksvík Summar stætt­ ir í sam­fel­ag­ num eru meira kradd­a­r­a­stætt­ ir enn aðrir. Ein slík stætt er ad­ vok­at­stætt­in. Eitt dømi um tað er rokn­ing­ in, sum Djóni Thom­asen, ad­ vo­k­at­ur, hev­ ur sent Taks í sam­bandi við b u m m ­a r a n , sum Taks gjørdi við at krevja skatt frá teimum í P/F Vinn­ uni í Gøtu. Manglandi vitanin hjá Taks um hvussu spekulantar – við løgtingsins vilja – eiga at sleppa undan at gjalda skatt, er nú við at forkoma lands­kassanum, sum skal gjalda 75 milliónir krónur fyri eina skattaskuld upp á 53 milliónir. Hinar 22 mill­i­ón­ir­nar fara til yms­ar eykaútreiðslur, so sum 15,5 mió kr í rentu, og so til sam­sýn­ing til advokatin – og hann dugir sannliga at skriva rokning: 4.500.000 krón­ur! Sodan! Tað trýr tá pokkar, at vit hava stættamun í hesum sam­fel­ag­num. Tey, ið sita und­ir valdi­num ella yvir vald­inum ella við síðuna av vald­i­num og ráðgeva hava gott tak á valdinum. So gott, at tey kunnu skriva rokningar sum teim­um lyst­ ir. Dóm­arar ­og onnur yppa kanska øksl, politikarar standa sum neyt, fjøldin øs­ir seg – og advokatarnir gníggja sær í lógvunum og senda ein penan tanka til Jørg­en Niclasen, sum uttan iva be­tal­ir – og pengarnar finn­ur hann við lækka onkr­ ar sos­i­ala­r veitingar... Advokatar kradd­arar – ella er fjøldin býtt? Verri kvinnu­ umboðan Beinta í Jákupsstovu kjak á síðu 0 Eitt sind­ur ó­hugna­ligt Magnus Tausen kjak á síðu 18 Hevur tú ein fínan tittul sum »advo­ kat­ur« so er slagið frítt at skriva himm­al­róp­andi klikkaðar rokningar. Fjøldin er býtt – og landið betalir....