fríggjadagur 16. november 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Faðirættin hjá Gunnari gongur
aftur til Húsavíkar til húsini á
Guttabreyt.
Abbi Gunnar, Gutti Sámalsson
(1821-1901), seinri kendur sum gamli
Gutti, hevði ikki ætlað sær konu, men
tá ið systur- og fostursonur hansara,
Gutta Jógvan, giftist og fór at byggja
sær hús, kom brell á hann, og hann
fann sær gentu av Strondum, ið var
31 ár yngri enn hann. 58 ára gamal
giftist Gutti í 1879 í Sands kirkju við
Elsebeth Kathrine Malene Strænder,
vanliga nevnd Gutt-Elspa ella Gutta
kona.
Sonur teirra, pápi Gunnar, Gutta
Sámal (1880-1942) giftist við Inger
Anna Maria Dam (1884-1964) úr
Kollafirði, og tey búsettust í Havn.
Hann tók skiparaprógv í 1908 hjá
brøðrunum við Stein, og hann átti
Livingstone í 1909 og 1910. Í 1915 førdi
hann Karina.
Dóttirin, Gutta Katrina, f. 1886,
giftist í Froðba við Dánjal Jákup
Gustav Petersen f. 1885. Ein sonur
teirra var Jens Christian og ein sonur
hansara var Anthon Petersen. Báðir
vóru kendir sum útróðrarmenn í
Grønlandi.
Elspa var búgvandi á Guttabreyt
til seint í 1920-unum. Hon fór so
suður til dóttrina í Froðba, har hon
doyði í 1931.
Doyðu av tuberklum
Sámal og Inger Anna Maria Gutte
sen búðu í Tróndargøtu og fingu
fýra børn, sum fingu eftirnavnið
Samuelsen. Gunnar var føddur
5.4 1908. Eftir loknan barnaskúla
fór hann á skrivstovuna hjá Skipa
felagnum at arbeiða. Men hann
fekk tuberklar og doyði í 1930, bara
22 ára gamal.
Ingvard, beiggi Gunnar, fekk eisini
tuberklar og doyði ungur. Beiggin
Hjalgrim var leingi niðri á sjúkrahúsi,
har hann eisini doyði.
Margretha (1909-1999) hevði vask
ingina hjá Lamhauge og Waagstein
undir hond frá byrjan í 1948. Hon
giftist við Andreas Djurhuus úr
Sumba. Tey fingu børnini Gunvør,
Rosu og tvíburarnar Any og Poul.
Gutta Jógvan
Gutta Jógvan var fostursonur abba
Gunnar, og hann var eisini systur
sonur hansara. Um hann verður
sagt í minningarorðum í 1912:
Gutta Jógvan í Húsavík var ein
kempa til støddar og ein bjørn til
styrki, og hann var ein hin dám
ligasti og góðsligasti maður, ein
kundi ynskja sær at hitta, rætt ein
føroyingur, sum ein kundi hugsað
sær teir bestu føroyingar at vera.
Sum grótmaður kom Jógvan
manga staðni umkring, mest saman
við bygdafelaga (og svági) sínum
Hanus í Skumpitoft, eitt reystmenni
eins og Jógvan.
Teir vóru fittligir gestir at hava,
tí báðir elskaðu arbeiðið og fóru
so fegnir um tað, sum var tað til
ein gamansleik. Var tað ein stórur
klettur, sum treiskaðist teirra kempu
kreftum, so tóku teir í eitt reystligt
kvæðaørindi, og tá kundu teir beita
hann, hvar teir vildu. Tað var rætt ein
fragd at síggja hesar báðar menninar
takast við stórgrót. Og lagaligir vóru
teir hartil. Tá ein sá teir taka tøk við
veldigar steinar, so kom ein at hugsa
um hin sterka Janus við Gjónna, sum
lagaði hin víðagitna garðin, ið verjir
húsini fyri áarlopi.
Jógvan hevði tað við sær, at hann
ongantíð hugsaði um at eira seg, og tá
hann, tað eru nú fleiri ár síðan, fekk
ringa influensa í kroppin, gjørdist
hann aldrin tann maður aftur, sum
hann hevði verið. Hann kendi seg
ússaligari og ússaligari, og nú í sínum
63 ári fór hann av verðini.
Men eitt dømi um, hvussu hesin
trúfasti maðurin var lýddur av øllum,
var hin stóri líkskarin, sum var og
fylgdi honum til hansara seinasta
hvíldarpláss.
Tað bragdið, ið sorenskrivarin
Andersen (1890-96) gjørdi Gutta Jógv
ani, við tað, at hann læt bæði hann,
konu og ein hálvvaksnan son sita í
langa tíð í Skansanum fyri tjóvarí
– konan var enntá við barn – tó at
tey vóru aldeilis sakleys, niðurbreyt
heimið soleiðis, at tað ongantíð bleiv
aftur, sum tað áður hevði verið. Og
hetta bragdið kann eisini hava skyld
í, at tann kraft, ið Guttajógvan átti í
sær, misti mótstøðu sina ov skjótt. Tí
Jógvan tók sær – sum allir ið kendu
hann vistu – nær av hesum tilburði.
Torturur framdur av dómara
Hetta er ein søga um tortur framdur
av myndugleikunum í Føroyum fyri
einans góðum 100 árum síðani.
Í minningarorðum um Hanus í
Skumpitoft í 1934 verður sagt um
hetta mál, at søgan hjá Gutta Jógvan
verður við, tá rættarsøga Føroya eina
ferð verður prentað.
Heðin Brú hevur greitt frá hesi
hending í stuttsøgusavninum Bú
ravnurin í søguni Ovari Vegur.
Kanska yrkir Heðin nakað, men
frásøgnin er annars verulig. Heðin
skrivar:
Eina ferð i gomlum døgum kom
øvrigheitin til bygdar [Húsavíkar]
eftir einum smádreingi, hóttu hann
at siga frá um ting og viðurskifti í
samband við eitt sakarmál sum var.
Men drongurin segði, at hann visti
einki. Teir hóttu hann enn meira. Tað
segði tað sama, drongurin svaraði
bert, at hann einki visti. So fóru teir
avstað við honum til Sands. Komnir
til Mórarnar støðgaðu teir á við eitt
myrkt holið og søgdu við dreingin:
“Sig okkum nú! Annars koyra vit
teg í holið.”
Smádrongurin svaraði aftur hetta
sama: ”Eg veit einki at siga.” So tóku
teir hann, koyrdu hann líðandi niður.
“Sig nú, sig nú, sig nú!” søgdu teir,
meðan teir koyrdu hann djúpari og
djúpari niður í holið.
Drongurin svaraði alsamt hetta
sama: “Eg veit einki at siga.” So sleptu
teir hann niður á botn í vatnið og
myrkrið, og søgdu: “Sigur tú ikki nú,
rýma vit frá tær, so kann tú sleppa at
royna teg, tá ið náttin kemur, og øll
trøllini fara at tysja um teg.”
Men drongurin gav teimum
málveikur sama svarið: “Eg veit einki
at siga.”
Teir fóru frá honum, lótu eina
væna tíð ganga, komu so aftur og
tóku hann upp úr holinum og skak
aðu hann: “Sig ella verður verri
vorðið.”
Eg veit einki at siga,” letur í hon
um.
Tá spurdu teir hann ikki meira,
men ein teirra tók bugfulla hondina
í andlitið á honum og kroysti, so
fingrarnir gjørdu hol fyri sær. Teir
høvdu hann við sær til Havnar,
men teir fingu einki at vita frá
honum. Men hann kom skjótt aftur
til bygdina, livdi sín aldur út. Men
arrini í andlitinum frá hendingunum
á Mórunum hevði hann til sín
doyggjandi dag.”
Talan var um skuldseting fyri
seyðastuldur, sum endaði við frí
døming.
Keldur:
Hanus A. Samuelsen
Rosa Strøm
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Gunnar N. Samuelsen:
Torturur í Húsavík
Gunnar Nyholm Samuelsen fekk ikki eitt langt lív. Hann gjørdist
bara 22 ára gamal. Men hansara ættarsøga er dramatisk
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá skómakaran Johannes
Bærentsen og hansara ætt
Margretha, systir Gunnar, við manninum Andreas Djurhuus
Tað finst eingin mynd av Gunnari. Men hesar myndirnar
eru av foreldrunum, Inger og Sámal
Hetta er eisini ein frásøgn um dramatikk í Húsavík
GUNNAR N. S.
SAMUELSEN
FØDT 5.4. 1908
HENSOVET I HERREN
30.10 1930
HERREN ER MIN HYRDE
MIG FATTES INTET