fríggjadagur 16. november 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvið
Starvið fevnir um gransking og útbúgving við atliti at
burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum í
føroyska samfelagnum.
Lektarin skal virka fyri at menna eitt sterkt granskingar-
umhvørvi, hvørs gransking skal vísa á burðardyggar
møguleikar fyri at minka um nýtsluna av fossilum
brennievnum. Somuleiðis skal lektarin virka fyri saman
við øðrum at menna hægri útbúgvingartilboð í orku- og
umhvørvisverkfrøði við serligum atliti at burðardyggari
gagnnýtslu av varandi orkukeldum.
Lektarastarvið er fast vísindastarv.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava ph.d. útbúgving og starvsroyndir,
ið eru viðkomandi fyri starvið.
Lektari í orkuverkfrøði
Eitt lektarastarv í orkuverkfrøði á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi verður
hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. mars 2013 ella e$ir avtalu.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit
yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing
av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini
skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og
hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans skulu leggjast
við umsóknini. Umsóknir skulu sendast til við telduposti til
umsokn@setur.fo ella í fýra eintøkum til niðanfyristand-
andi adressu Fróðskaparsetursins. Ynskiligt er at
umsóknirnar eru orðaðar á enskum.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á
Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært
sáttmála millum landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.
Freist
Umsóknarfreist er 26.11.2012.
Umsóknin skulu stílast til
umsokn@setur.fo ella
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá rektara Fróðskaparsetursins,
Sigurði í Jákupsstovu, sigurdj@setur.fo og Hans Paula
Joensen, hanspj@setur.fo, dekani á Megindeildini fyri
náttúruvísindi og heilsuvísindi.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
www.setur.fo.
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo
Starvsøki
Umframt vanligt skrivstovuarbeiði fevnir arbeiðið um
fyrisiting í sambandi við undirvísing, próvtøkur og fundir.
Nógv samski2i er við lesandi, undirvísarar, granskarar og
onnur í fyrisiting Setursins.
Høvuðsuppgávur tínar verða:
• felags telefonmóttøka fyri alt Setrið
• ábyrgd av deildarjournalini
• dagføring av deildarheimasíðuni
• samskiſti við lesandi, undirvísarar og próvdómarar
• annars alt vanligt skrivstovuarbeiði
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
• hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
• hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum og enskum
• hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð evni
at samski2a
• hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
Skrivstovustarv á Námsvísindadeildini
Eitt skrivstovustarv á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja.
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast til ber.
Fróðskaparsetrið er í eini bygnaðarligari tillagingartíð,
hetta ger, at umsøkjari skal kunna tola møguligar
broytingar, ið standast av, at Setrið er farið undir at
miðsavna ávísar skrivarauppgávur.
Setanarviðurski2i
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt í 3. flokki sambært
sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Fróðskaparsetrið leggur harumframt stóran dent á, at
umsøkjari hevur góð samstarvsevni og jaligan hugburð.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit
yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.
Freist
Umsóknarfreistin er mánadagin 3. desember.
Umsóknin skulu stílast til
umsokn@setur.fo ella
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Janus Jensen, janusj@setur.fo, tlf. 299404, deildarleiðara
á Námsvísindadeildini, ella til Jørgen Meitilberg,
jorgenm@setur.fo, tlf. 292504, fyrisitingarstjóra
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
www.setur.fo
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo