Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bakkafrost er størsta føroyska útflutningsfyritøkan. Bakkafrost fram­ leiðir og selur fyrsta floks matvørur úr laksi til marknaðir í Evropa, USA, Russlandi, Kina og aðrastaðni. Vit sóknast eftir eldhugaðum søluleiðara at standa á odda fyri sølu og marknaðarføring hjá Bakkafrost. Ein umráðandi partur av uppgávuni er at varðveita og styrkja støðuna hjá Bakkafrost á marknaðinum sum ein álítandi samstarvspartnari og útvegari av heilsugóðum matvørum. Arbeiðsøki Søluleiðarin er partur av leiðslubólkinum hjá Bakkafrost samtakinum og hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á Bakkafrost. Søluleiðarin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sølu og marknaðarføring hjá felagnum. Marknaðurin er eyðkendur fyri harða kapping, og sum søluleiðari skalt tú saman við starvsfólkunum á søludeildini leggja til rættis og optimera sølu felagsins. Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá søluleiðaranum er samráðingar við verandi og nýggjar kundar um langtíðaravtalur. Sum søluleiðari skalt tú tryggja, at søla og marknaðarføring hjá Bakkafrost sampakkar við strategi felagsins og tekur hædd fyri kunda tørvi og kundaatferð. Harumframt skalt tú standa á odda fyri at menna og seta í verk ætlanir fyri sølu og marknaðarføring til tess at styrkja verandi og menna nýggjar marknaðir. Tín vangamynd Tú hevur hóskandi útbúgving og royndir við sølu og marknaðarføring av mat vørum. Tú hevur flair fyri góðum handilsskapi og evnar bæði at greina marknaðir og kundar á einum ástøðiligum støði og at saman­ tvinna hetta við praktiska veruleikan. Tú dugir væl at skipa arbeiðið og hevur gott tev bæði í mun til innanhýsis viðurskifti og uttanhýsis samstarv, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið í einum til tíðir skiftandi gerandisdegi. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persón ligum avbjóðingum í einum altjóða umhvørvi. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Meira at vita Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Guðrun Olsen, deildarleiðara á Starvsfólkadeildini, á tel. 23 51 15 ella við t­brævi til guol@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verður send til Bakkafrost, Bakkavegur 9, FO­625 Glyvrar, Att.: Starvsfólkadeildin ella við t­brævi til hrm@bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 26. november 2012. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com SøLULeiðAri TiL BAKKAFROST Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Felagið rekur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 13 aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 550 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. sansir.fo