Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tjóðveldisumboðini í Tórshavnar komm­unu svørja nú Heðini Mort­ en­sen og Javnaðarflokkinum nú sín trú­skap. Í yvirlýsing mæla tey til, at sam­gong­an heldur fram. Og fyri at gera tað heila nógv lættari mæla tey til, at tríggjar eyka nevndir verða skipaðar, soleiðis at øll fáa ein for­ mans­sess í part. Vit hava nevnt tað fyrr, at fyrst valdi á tjóðveldislistanum í Havn – og Jógv­an Skorheim í Klaksvík – heilt vist fóru at fáa í boði borg­ar­ stjór­a­sess. Av somu orsøkum – gita vit – vilja fólk í slíkum støðum ikki framm­an undan valinum siga opið og er­liga, hvønn meiriluta tey fara at stuðla. Vit settu Jógvani Arge hendan spurn­ing­in uttan at fáa greitt svar. Jógv­an Skor­heim í Klaksvík fekk sama spurn­ing. Hann segði bart út, at hann onga avtalu hevði við Gunvá við Keldu og Fólkaflokkin. Soleiðis sum valúrslitið háttaði seg, so kundi Heðin Mortensen fara trygt heim at leggja seg, tí við rein­ um meiriluta var hann vísur í, at hann ongan knív fekk í ryggin. Men úrslitið háttaði seg eisini so­leiðis, at eingin av hinum flokk­ u­num hevur ráð at halda hánt um Heðin Mortensen. Tí valdu eis­ini allir býráðslimir hann til borg­ar­ stjóra hóskvøldið. Men tað er ikki bara Tjóðveldi, sum soleiðis satsaði skeivt við ikki at knýta seg at sínum sam­starv­s­ flokk­i fyri valið. Tað er ikki sið­ur at gera soleiðis. At fólk stinga sam­ starvs­fel­ag­ar í ryggin fyri maktina gong­ur sjón fyri søgn – eitt tað mest í­tøki­liga ­dømið er á Eiði, har nýggi borg­ar­stjórin hoppaði av listanum hjá sit­andi borgarstjóra, tí hann bleiv freist­að­ur – og sveik. Hesin møguleiki var ikki ak­tu­ell­ ur í Havn hesaferð, tí Heðin Mort­ en­sen hevur buktina og báðar end­ ar­nar. Tjóðveldisumboðini kunnu hava rætt í tí, at nevndirnar kundu ver­ið skip­aðar øðrvísi, tó at hetta nú mest tyk­ist sum ein roynd at laga bý­ráðs­ar­beið­ið soleiðis, at pláss verð­ur til Tjóðveldi og tess ávirkan. Hin­veg­in kundi verið spurt, um Sjúrð­ur og Annfinn ikki eisini skulu hava okkurt. Tað er eyðsæð, at tað mest pol­ it­iskt-korrekta, sum Heðin Mort­ en­sen kann gera, er at knýta hinar flokk­ar­nar at sær – nú teir so fegnir vilja. Tjóð­veldi stendur helst fremst til vara­borgarstjóran, Sjúrður Olsen kundi fingið onkran formanssess, kanska teknisku nevnd, og Annfinn Brekk­stein ein fíggjarnevndarsess. Tað verður ov strævið hjá Heðini Mort­ensen at stríðast við allar hinar flokk­ar­nar. Ólíka lættari verður, tá øll eru í parti, nú hann kann fáa tey so bí­liga. Ein dagur verður eisini, tá Heð­in Mortensen ikki er í býráðnum long­ur, og tá fer flokkinum at tørva sam­starvs­ flokk­ar. Tað verður helst bíligt hjá Heðin at fáa allar flokkar við Í samrøðu við Portalin segði Kári P. Højgaard leygardagin um Sjálvstýrisflokkin, at »Vit koma sterkt aftur«. Kári P. Højgaard segði, at »velj­ara­kann­ing­ar skulu ikki takast fyri meira enn tær eru«. Og so vísir fremsti maður í gamla Sjálvstýrinum á, at Sam­bands­flokk­ur­in, sum er størsti flokkur í velj­ar­ a­kann­ingini, fær bara ein bý­ráðs­lim í Havn og ongan í Klaks­vík. Tilvitað ella ikki, so letst Kári, sum um hann ikki sjálv­ur dugir at lesa velj­ar­ a­kann­ingar. Tríggjar velj­ar­ a­kann­ing­ar eru gjørdar um bý­ráðs­val­ið í Havn og tvær um bý­ráðs­val­ið í Klaks­vík. Um somu tíð er ein velj­ar­a­ kann­ing gjørd til løgtingið. Felags fyri allar velj­ar­a­ kann­ing­ar­nar í Havn var, at tær góvu Sjálv­stýr­is­flokk­i­ num mill­um 1% og 2%. Á valinum fekk Sjálv­stýr­is­ flokk­urin í Havn 1,87%. Ein sera beinrakin velj­ar­a­kann­ ing, um man kann siga so. Sama kanning gav Sam­ bands­flokk­i­num mill­um 9,8% og 11%. Sam­bands­ flokk­ur­in fekk 10,15%. Valsigurin hjá Sjálv­stýr­ is­flokk­inum í Klaks­vík var eisini fult í tráð við velj­ar­ a­kann­ing­ar­nar í Klaksvík, og semja man vera um, at hes­in sigur einki hevur við lands­politikkin hjá Kára Post at gera. Kári hevur helst rætt í, at góða úrslitið í Klaksvík fer at síggjast aftur á løg­ tings­vali­num. Tað verður utt­an iva orsøkin til, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in ikki fer í søguna á næsta løg­tings­ vali, at flokk­ur­in hev­ur ein sprelsk­an borg­ar­stjóra í Klaks­vík. Ann­ars tala velj­ ar­a­kann­ing­ar­nar sín dapra spá­dóm... Kári sigur sjálvur, at Sjálv­stýr­is­flokkurin ber prís­in fyri tiltøk, sum sam­ gong­an hevur sett í verk og sum ikki hava verið so væl dámd. Kanska d e y ð i n h e v u r sína or­ søk...? Kári pellar um kanning Øll vilja hava ávirkan Men Djóni Thomasen fekk bara 1,4 mill­i­ón krónur í sín part. Á hesum stað í fríggj­a­ dags­blað­num viðmerktu vit sak­fø­r­ar­a­rokn­ing­ina í sam­ bandi við skatta­mál­ið hjá gøt­ u­monn­um, har Taks av ó­røtt­ um álegði teimum at rinda 53 milliónir í skatti. Vit skrivaðu um »kradd­ a­r­a­stæt­t­ina«, advokatarnar, sum duga serliga væl at skriva rokningar. Men tað er í hesum føri at leggja advokatunum ov nógv fyri, at teir duga so væl at skriva rokningar, tí vit hava eitt so fantastiskt sys­t­em, sum so at siga skriv­ar rokn­ ing­ar­nar fyri teir. Upp­hædd­in, sum varð nevnd fríggj­a­dag­i­n upp á 4,5 mió krónur var til báðar partarnar í mál­i­num, sakføraran hjá Taks og sak­før­ ar­aran hjá Vinnuni, á­vik­a­vist Djóni Thomasen og Christ­ian Andreasen. Spurningurin er ikki um inn­satsin hjá advokatunum, og hvussu nógva tíð teir brúka til slíkt arbeiði, spurn­ing­ur­in er bara, hvussu stór upp­hædd­in er, sum partarnir stríð­ast um. So smart fungerar syst­em­ ið fyri summi. Tí summi eru meira verd enn onnur. Tað er ein avgerð, sum verð­ur tik­in onkr­a­staðni uppi í syst­em­ in­um. Tað eru fólk, sum eru »klók­ari« enn pol­i­tik­ar­ar, sum bara standa sum neyt og einki tora at gera við hini fólk­ini, sum í veruleikanum hava nógv størri makt enn poli­tik­ar­arnir. Um vit umrokna sak­før­a­ r­arokn­ing­ar­nar í hes­um mál­i til ar­beiðs­mann­a­løn­ir, sum er um 19.600 krónur um mán­að­in, so svar­ar hetta til, at ein maður við ar­beiðs­mann­a­løn ar­beiddi í 19 ár við hes­um máli, áðr­enn hann tjenti tað sama, sum hesir báðir ad­vo­kat­ar­nir. So vit kunnu bara stað­festa, at fjøldin er býtt, fyri ikki at siga pillbýtt. – Ella í øll­um før­ um, at summi be­trakt­a fjøld­ina sum býtta, har­í­mil­l­um rætt­ar­ skip­an­in. Advokatar fingu 19 árslønir hjá einum arbeiðara Er nøkur orsøk til at hava listar? Jens Marius Dalsgaard tíðargrein á síðu 15 For­ skrúv­ að hugs­an um sos­i­ala á­byrgd? Sjúrður skaale kjak á síðu 10 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til býráðsvalið í síðstu viku bjóð­aði Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in Fram­sókn at gera lista­sam­ gongu  soleiðis, at Sjálv­stýr­is­ flokk­ur­in og Framsókn høvdu fel­ags lista. Men hesum tilboð havn­aði Framsókn. Um flokkarnir gjørdu slíka sam­gongu, so høvdu tey fingið eitt um­boð í Tórshavnar býráð. Til­sam­ans fingu flokkarnir 936 at­kvøð­ur, og tað hevði verið nóg mik­ið at fing­ið 9. sessin í bý­ráð­num, og tað hevði aftur merkt, at Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði mist sítt sjeynda umboð, sum er valt sum nummar 13. Kristianna Winther Poulsen hevði so verið vald við 146 persónligum at­kvøð­um. Sum vit skilja, so bjóðaði Fram­sókn Sjálv­stýr­is­fólk­u­num at koma upp á listan hjá Fram­ sókn, tí tey vildu ikki hoyra um fel­ags lista. Soleiðis fóru atkvøðurnar hjá trim­um flokk­um, Fram­ sókn, Mið­flokk­inum og Sjálv­ stýr­is­flokk­inum fyri skeytið hes­a­ferð – eins og á trimum val­um framm­aundan. Framsókn vrakaði lista­sam­gongu