mikudagur 21. november 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað er langt úr Norðurbrasil til
Føroyar, men umvegis eitt ár í
Tjekkia og eitt í Danmark, endaði
smílandi brasiliumaðurin í Føroy
um í 2004.
Hann er uppvaksin í einum
lítlum býi í Norðurbrasil, áðrenn
hann sum 17 ára gamal fór ein 41
tíma langan busstúr til ein fót
bóltsskúla, sum skuldi mynda
fótbóltsspælaran, Alex José Dos
Santos.
Í 2002 fór hann saman við trim
um øðrum til eitt púra ókent felag
í einum landi, sum Alex als ikki
visti var til. Í Tjekkia gekk væl,
men eftir uppflyting var umboðs
maðurin ikki nøgdur við sín part.
Síðani var farið til Danmarkar
og BK Frem, men Alex fær onga
spælitíð,
og
umboðsmaðurin
fer avstað við helminginum av
lønini.
Eitt ár í Frem er nokk, og Alex
tekur av møguleikanum at royna
seg í føroyum. Hetta skal vísa seg
at fáa stóra ávirkan á restina av
lívinum hjá vinstra bakkinum.
Komandi níggju árini spælir
hann við B36, EB/Streymi og HB.
Hann hevur føroyska unnustu,
og í 2010 fingu tey eisini eina
dóttir. Alex manglar bara at fáa
eina góðkenta umsókn um rískis
borgararætt, so kann hann eisini
kalla seg føroying á papírinum – í
sinninum er hann langt síðani
blivin tað.
Pápin leggur lag á
Sum heilt ungur tryggjar Alfredo
José Dos Santos, sáli, at sonurin
altíð kemur til venjing. Sum sjey
ára gamal byrjar hann í fótbólts
skúla í lítla býnum Itajuipe, sum
liggur í Bahia landspartinum í
Norðurbrasil.
Býurin hevur áleið 22.000
íbúgvar, og Alex samanber heim
býin við núverandi heimbýin,
Tórshavn.
– Øll kenna hvønn annan, og
tað er ikki kriminalitetur, sum tú
annars hoyrir nógv um í Brasil,
sigur Alex.
Hann er smart ílatin í bundn
ari troyggju, kovboy buksum,
ljósabrúnum skóm og hálsturri
klæði. Hann er altíð blíður at tosa
við og smílist nógv, meðan hann
tosar. Hann greiður fegin frá, og
alt er á føroyskum.
Tá prátið fellur inn á ungu árini
í heimbýnum er ein persónur, sum
Alex nevnir fleiri ferðir. Tað er
pápin, Alfredo, sum doyði í 2003.
– Hann hevur lært meg nógv.
Hann tryggjaði, at eg altíð var
til venjing, og eg misti ongantíð
nakra venjing, greiður Alex frá.
Frá tí Alex er sjey ára gamal til
hann er 16, spælir hann fótbólt við
fótbóltsskúlanum fyrrapart og
seinnapart. Um kvøldið er vanlig
skúlagongd á skránni. Tað verður
tó lagdur stórur dentur á, at tú
skal passa tíni skúlating. Annars
sleppur tú ikki at spæla.
Frá 8. flokki til 10. flokk gongur
illa í støðfrøði. Alex hevur fast
pláss á vinstra bakki, men revs
ingin er púra greið.
– Eg mátti geva venjaranum
ein seðil, har tað stóð, at eg ikki
kláraði meg so væl. Hann segði
bara at tað gert ikki við. Tú veist
at tú missur plássið, greiður Alex
frá.
Meginparturin av fólkunum
í Itajuipe arbeiða á einum fram
leiðsluvirki hjá ítróttarmerkinum,
Penalty. Men pengar hevur Santos
familjan ikki altíð havt nokk av.
– Tað vóru dagar, tá vit ikki
høvdu nokk til mat á borðið. Tí
lærir tú nógv av, sigur Alex.
Sum 17 ára gamal er hann farin
at lesa til gartnara, júst sum pápin,
tá ein umboðsmaður kemur at
hyggja eftir eini venjing.
41 ógloymandi tímar
í einum bussi
Umboðsmaðurin er komin fyri
fótbóltsskúlan
við
navninum
Paraná Soccer Technical Center.
Ella bara PSTC. Tilsamans stend
ur tíggju í boði at fara á væl lýdda
fótboltsskúlan, men heima við
hús er Maria José Dos Santos ikki
glað. Alex skal ongan veg!
– Eg fekk eitt stórt nei frá
ALEX josé dos santos vangamynd
Hann er uppvaksin í Norðurbrasil og flutti heimanifrá sum 17 ára gamal. Sum 21 ára gamal fór
hann uttan familju til Evropa at royna fótbóltseydnuna. Hann hevur spælt í bæði Danmark og
Tjekka. Ein umboðsmaður fór eina ferð avstað við helvtini av lønini hjá honum. Hann er á níggjunda
ári í Føroyum og hevur ikki uppgivið at spæla á føroyska landsliðnum, men tað má henda nú.
Hann er ein 31 ára gamal brasilianari, sum tosar føroyskt. Hann er Alex José Dos Santos
Eg flyti ikki aftur
til Brasil
...framhald á síðu 30
Eg fekk eitt stórt nei frá mammu.
Tað gekk ein vika, áðrenn eg kláraði
at yvirtala hana til at lata meg fara,