fríggjadagur 23. november 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Løgmaður hevur eftir øllum at døma
uppgivið slagið um blokkin – og hevur
ikki verið til samráðingar í heyst um
at hækka blokkin, sum hann annars
boðaði alment frá 17. januar.
Tá komu løgmaður og Jørgen aftur
sum av torveiðum frá samráðingum
um at fáa hægri blokk. Málið hjá løg
manni var at hækka blokkin 150 til
200 milliónir krónur. Úrslitið var, at
stjórnin gekk við til at prístalsjavna
blokkin, og tað gav eina hækking upp
á 8,6 mió krónur.
Tað er eyðsæð fyri øll, at tað ber
ikki til at bakka aftur eina slíka av
talu, sum løgtingið og landsstýrið
gjørdu við stjórnina í 2003, tá blokk
urin varð skorin.
Men løgmaður vildi ikki viðganga,
at dysturin var taptur. Hann segði
seg hava avtalað við Helle Thorning-
Schmidt, at stjórnin og landsstýrið
skuldu fara undir konkretar sam
ráðingar í heyst. Kaj Leo Johannesen
segði seg hava avtalað hetta á fundi
við stjórnina 16. januar í ár.
– Tak ikki feil. Vit fáa hesar 200
milliónirnar. Ikki fyrsta árið, men
næsta, triðja ella fjórða árið. Tað
skulu samráðingar til, og vit avtal
aðu á fundinum i gjár, at tað verða
konkretar samráðingar til heystar.
Ikki bara brævaskifti, ikki bara tele
fonsamskifti, sum tá blokkurin varð
skorin 600 milliónir.
Soleiðis segði løgmaður við Deg &
Viku 17. januar í ár.
Men nú stjórnin er um at verða
liðug við fíggjarlógaruppskotið, sum
skal samtykkjast í Fólkatinginum, so
sæst, at einki er um hetta, sum løg
maður segði. Sambært uppskotinum
til fólkatingsfíggjarlógina verður
blokkurin til Føroyar 624,5 millión
ir næsta ár – í 2013. Tað verður hann
eisini í 2014 og í 2015 sambært upp
skotinum, sum liggur í Fólkatingi
num.
Og samráðingar hava ongar verið.
Løgmaður sjálvur hevur einki gjørt
við málið. Hann hevur latið tað upp í
hendurnar á Jørgen Niclasen – og tað
er sum at lata revin ansa høsnunum,
tí Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin
hava alment boðað frá, at tey halda
einki um hesa ætlan hjá løgmanni og
Sambandsflokkinum.
Og Jørgen Niclasen hevur einki
gjørt við málið. Ongar samráðingar
hava verið um at hækka blokkin,
so sum løgmaður segði, at hann og
stjórnin avtalaðu 16. januar í ár. Jørg
en Niclasen sigur við blaðið í dag, at
vit brævaskifta við donsku stjórnina
í hesum døgum. Galdandi avtala er
bara fyri 2012, og tí skal nýggj avtala
gerast – eisini um tað, at blokkurin
bara skal hækkast við prístalsjavning
sum í ár.
So er spurningurin, um talan er
um vánaligt politiskt handalag – ella
talan er um bluff. Í øllum førum ger
samgongan tað øvugta av tí, sum
løgmaður lovaði – og eftir øllum at
døma trýr løgmaður ikki ein gong
sær sjálvum í hesum máli.
Trýr ikki upp á hægri blokk
Í dag letur upp ein fram
sýning við tekningum hjá
Palla Gregoriussen upp í
Galerie Focus í Lambagerði
1 í Havn.
Talan er um myndaevni
úr gomlu Havnini, úr Føroy
um og úr útheimi.
–
Allar
tekningarnar
eru teknaðar at staðnum.
Tað dámar mær best, og eg
haldi, at tú fært nógv meira
burtur úr við at tekna á
staðnum, sigur Palli Gre
goriussen.
Hann leggur afturat, at
tú lærir so nógv av at tekna
á staðnum.
Palli Gregoriussen er út
búgvin arkitektur í 1960 og
stovnaði saman við øðrum
Arkitektafelag Føroya í 1981.
Hann fylti 80 ár 24. apríl í
ár.
Hann er kendur sum ark
itekturin, sum hevur sett sín
serliga dám á byggilistina
í Føroyum, bæði sethús,
skúlar og nógvar aðrar
spennandi bygningar til
dømis Listaskálan í Havn.
Hann hevur sýnt fram sínar
tekningar síðan 1962, millum
annað ferðatekningar úr út
heiminum.
Palli hevur altíð verið sera
góður við barndómsstað
sín, Havnina, og mangan
teknað Havnina. Palli hevur
eisini útgivið bøkur við
egnum tekningum, serliga
kendar eru bøkurnar um
kirkjurnar
í
Føroyum.
Á framsýningini í Galerie
Focus eru 72 blýant og akva
rell tekningar. Framsýningin
er opin til 6. desember: týs
dag til fríggjadag kl. 15 til 18,
leygardag kl. 16 til 18, eisini
er opið eftir avtalu.
Ymiskt er sum bendir á, at
politiskur vilji er til at greiða
fíggjarfløkjuna í Kringvarpi
Føroya.
Aksel V. Johannesen mælir
í grein her í blaðnum dag til, at
løgtingið ásetir ein kringvarps
skatt, ið eins og kirkjuskatturin
er leysur av fíggjarlógini – ein
skattur, sum politikararnir ikki
skulu taka støðu til á hvørjum
ári.
Sambært
uppskotinum
verður gjaldið 0,7 prosent fyri
hvønn skattgjaldara. Á henda
hátt fær Kringvarpið 60 milli
ónir um árið. Ein stakur pen
sjónistur rindar tá 450 krónur
um árið móti 3.625. Ein við inn
tøku upp á 300.000 rindar 2.100
og tann við eini inntøku upp á
eina millión rindar tá 7.000 í
kringvarpsgjaldi um árið.
Ein slíkur háttur hevði í
øllum førum verið ein loysn.
Høgni Hoydal tosar eisini um
eina loysn við at fáa kring
varpsgjaldið um skattin, og
formaðurin í Mentanarnevnd
løgtingsins, Bjarni Djurholm
tosar eisini um eina loysn uttan
spøl og lýsingar.
Og
tað
ber til at fáa
eina
slíka
loysn longu
frá
nýggj
árinum, um
slíkt uppskot kemur í tingið.
Soleiðis fær Kringvarpið
eitt trygt fíggjarligt grundar
lag. Men tað er av alstórum týd
ningini, at handilslýsingar fara
burtur úr Kringvarpinum. Vit
hava longu sæð, hvussu stóran
skaða handilslýsingarnar hava
gjørt bæði Kringvarpinum – og
hinum miðlunum, sum missa
inntøkur av ójøvnu kapping
ini frá Kringvarpinum.
At Kringvarpið hevur brúkt
so nógva orku til at leggja sína
skrá yvir skránna hjá Rás2 fyri
at halda lurtarunum til Kring
varpið – soleiðis at Kringvarpið
kann »halda upp á lurtararnar«
og selja fleiri lýsingar er prógv
um, hvussu tápuligt tað er at
fíggja eitt alment public ser
vice kringvarp á henda hátt.
Men tað krevur sjálvandi,
at Kringvarpið verður stýrt
við ábyrgd. Tað er tað so ikki
seinastu árini. Kringvarps
stýrið hevur sína stóru ábyrgd.
Gamla leiðslan hevur sína
stóru ábrygd. Nýggi stjórin er
sjálvandi gyrdur í brøkur, men
hann steðgaði ikki á,
meðan tíð var. Sparitiltøkini,
sum nú verða sett í verk eru
armóðstekin.
Tá
kringvarpsleiðslan
í óðum verkum vil siga 30
fólkum – ella øllum – úr starvi,
so er okkurt sum bendir á, at
leiðslan vil rudda upp. Kanska
eru tað fólk, sum leiðslan vil
sleppa av við. Gamlir vanar
sum gera, at summi sleppa at
gera minni til nyttu enn onnur.
Slíkir óvanar búnast í vikrjum
við vánaligari leiðslu.
Men øll eru tó góð við
Kringvarpið, tí vit virða tann
mentanarliga týdning, sum
stovnurin hevur. Tí eiga vit at
finna eina loysn. Ein beinleiðis
kringvarpsskattur kann vera
rætta loysnin til eitt kringvarp
í fólksins tænastu, sum ikki
skal grunda sítt tilverugrund
arlag á fjant og fjas og spæl og
lýsingar.
Nú er gylt høvi at rudda
upp í Kringvarpinum – frá
stýrinum og allan vegin niður
gjøgnum stovnin.
Kringvarpið um skattin
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Farið
ikki í
panikk!
Jógvan sundstein
Tíðargrein á síðu 19
Verður
nøkur
kvinna
vald?
Eyðgerð m. kruse
Eygamálið á síðu 18
Palli teknar
gomlu Havnina
Ongar samráðingar hava
verið um at hækka blokkin