fríggjadagur 23. november 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Edmund Joensen, fólkatings
limur fyri Sambandsflokkin,
harmast um, at samgongan
ikki biðjur um tað, sum hann
sigur, føroyingar eiga og hava
fullan rætt til.
Sostatt dregur hann ikki
somu líni á hesum øki sum
samgongan ger.
Eftir hansara tykki eigur
blokkurin
úr
Danmark
nevniliga at vera einar 160
milliónir hægri enn hann er.
Hann hevur ført fram, at
landsstýrið skal samráðast
við donsku stjórnina um at
”normalisera” blokkin, sum
hann kallar tað.
Tað, hann hugsar um, er
at prístalsviðgera blokkin
heilt aftur til 2003.
Hevði blokkurin verið tað,
hevði hann verið einar 150-
160 milliónir hægri nú, enn
hann er.
Og tað er hetta, fólka
tingsmaðurin heldur, at sam
gongan eigur at biðja danir
um, tí hetta er nakað, vit eiga
og hava rætt til.
- Eg havi víst samgonguni
á, hvussu skeivt tað er at lata
hetta fara afturvið borðinum.
Samstundis
ásannar
hann, at tá ið semja ikki er
í landsstýrinum um hetta,
er ikki lætt, serliga tá ið
tað ráðandi sjónarmiðið í
samgonguni, er tað hjá teim
um, sum halda, at blokkurin
ikki skal hækka.
Edmund Joensen sigur, at
danska fíggjarlógin verður
samtykt 18. Desember.
Hann væntar, at næsta ár
verður blokkurin aftur prís
talsviðgjørdur, sum í ár.
- Men stígur er komin í
samfelagið, so eg vænti ikki,
at prístalsviðgerðin verður
líka stór næsta ár, sum hon
er í ár, nú hon er 8,6 milliónir,
sigur føroyski fólkatings
maðurin.
Áki Bertholdsen
Tað hava ongar samráðingar
verið ímillum Landsstýrið
og donsku stjórnina í heyst
um at hækka ríkisveitingina
við eini trýtaldari millióna
upphædd.
Tað staðfestir Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
í fíggjarmálum.
Í fjør miðaði Sambands
flokkurin annars eftir, at
danska ríkisveitingin til
Føroya skuldi hækkað 130-
200 milliónir krónur.
Eitt, sum varð nevnt
var, at ríkisveitingin skuldi
prístalsviðgerast við aftur
virkandi kraft. Endamálið
við hesum er at fáa blokkin
upp á eitt dagsvirði, men
síðani skal eisini skuldi prís
talsviðgerast framyvir.
Men tær samráðingarnar
við donsku stjórnina endaði
við, at ríkisveitingin varð
prístalsviðgjørd 8,6 millión
ir krónur í 2012.
Avtalan var bara gald
andi fyri eitt ár, so nú skal
nýggj avtala aftur gerast
ímillum Føroyar og Dan
mark um blokkin fyri næsta
ár.
Og tað tykist eisini sum
um at Kaj Leo Holm Jo
hannesen, løgmaður, hevur
slept ætlanini um at fáa ta
stóru hækkingina.
- Tað var ikki stórt for
stáilsi fyri, at ríkisveitingin
skuldi
hækka
yvir
100
milliónir, staðfestir hann.
- Eg tapi ikki sama dyst
tvær ferðir, leggur hann
afturat, tá ið vit spyrja hann,
um ætlanin framvegis er, at
ríkisveitingin skal hækkast
130-150 milliónir.
Skuldu vera konkretar
samráðingar
Annars segði løgmaður í
Degi og Viku tann 17. januar
í ár, at í heyst skuldu sam
ráðingar
verða
ímillum
landsstýrið
og
donsku
stjórnuna um at hækka
ríkisveitingina.
Og hann legði afturat, at
tað skuldi vera ”konkretar
samráðingar” og ikki bara
brævaskifti og ikki bara
telefonsamrøður.
Nú sigur hann fyri Sosia
linum, at hetta er eitt mál,
sum er latið upp í hend
urnar á Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjar
málum, sum umsitur máls
økið.
Slík mál verða altíð latin
upp í hendurnar á tí ráðið,
sum umsitur tey, leggur
hann afturat.
Men annars vil Kaj Leo
Holm Johannesen ikki siga
nakað um, hvat føroyska út
spælið er.
- Tað er í løtuni samskifti
við danskar myndugleikar
um ríkisveitingina, so fáa
vit at síggja, hvussu stór
hon verður og um hon verð
ur tann sama, sum í ár, ella
um hon verður hægri.
Hann sigur, at lands
stýrið hevur fingið eitt upp
legg frá donsku stjórnini,
men enn er støða ikki tikin
til tað.
Hann vil heldur ikki siga,
hvat uppleggið frá donsku
stjórnini er.
- Eg havi ongar viðmerk
ingar til tað, fyrrenn ein
niðurstøða fyriliggur, sigur
hann.
Men málið skal vera av
greitt um eina ella tvær vik
ur, leggur hann afturat.
Hinvegin
vísir
hann
eisini á, at verður danska
ríkisveitingin prístalsvið
gjørd hesi næstu árini,
merkir
tað
eina
inn
tøkuhækking hjá lands
kassanum upp á einar 50
milliónir tilsamans.
Ongar samráðingar
Jørgen Niclasen staðfestir,
at ongar samráðingar eru
við donsku stjórnina um at
hækka blokkin.
Hann sigur kortini, at av
talan um blokkin var bara
galdandi fyri 2013, so nýggj
avtala skal gerast.
Um talan aftur verður
um eina eittárs avtalu, ella
um talan verður um eina
trýára avtalu, sum tað var
fyrr, dugir hann ikki at siga.
- Hetta eru spurningar,
vit brævaskifta við donsku
stjórnuna um í hesum døg
um, sigur hann.
Hann vil heldur ikki siga,
um hann aftur nú hevur
biðið um at fáa blokkin prís
talsviðgjørdan.
- Málið er ikki avgreitt, so
tað fái eg onki sagt um enn.
Men hann sigur, at eitt
uppskot um donsku ríkis
veitingina skal so leggjast
fyri Løgtingið heilt skjótt, tí
tann rætta upphæddin skal
setast á fíggjarlógina, sum
verða samtykt í seinasta
lagi nýggjársaftan.
Men landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum staðfestir,
at í øllum førum eru ongar
samráðingar um at hækka
blokkin 130-150, sum annars
var eitt av høvuðsmálunum
hjá
Sambandsflokkinum
upp undir løgtingvalið í
heyst.
624,1 millión
Í hesum døgum leggur eisini
danska
stjórin
seinastu
hond á fíggjarlógina fyri
næsta ár.
Og greitt er, at hon hevur
sett 624,1 millión av í ríkis
veiting til Føroya næsta og
– og tey næstu árini, fram
til 2016.
Tað merkir, at, fyribils í
hvussu so er, hevur danska
stjórnin ikki roknað við,
at ríkisveitingin til Føroya
eisini skal prístalsviðgerð
ast hesi næstu árini.
aki@sos.fo
Eg tapi ikki sama
dyst tvær ferðir
RÍKISVEITINGIN Samgongan hevur slept ætlanini um
at fáa donsku ríkisveitingin til Føroya at hækka
Vit eiga 150-160 milliónir afturat
Nyttar onki
- Tá ið samgongan ikki er samd, er ikki so nógv at gera, sigur Edmund
Joensen, sum hevur víst á skeivleikarnar til onga nyttu
Tað skuldi vera
”konkretar samráðing
ar” og ikki bara bræva
skifti og ikki bara tele
fonsamrøður