Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Í Gamla Testamenti skuldu dreingjabørnini hjá ísraelsfólki um­skerast. Hetta var ein sátt­ máli, sum Gud gjørdi við Ábra­ ham. Vit lesa hetta í 1. Mós. 17,9-14: “Síðani segði Gud við Ábra­ ham: "Tú skalt eisini halda sáttmála Mín, tú og avkom títt eftir teg, mann eftir mann. Hetta er sáttmálin millum Meg og tykkum og avkom títt eftir teg, sum tit skulu halda: Alt mannkyn hjá tykkum skal verða umskorið. Tit skulu um­ skera yvirhúð tykkara, og tað skal vera sáttmálatekinið mill­ um Meg og tykkum. Átta dagar gamalt skal hvørt dreingjabarn hjá tykkum verða umskorið, mann eftir mann, bæði tann, ið føddur er heima, og tann, ið er keyptur fyri pening frá onkrum fremmandum fólki og ikki er av avkomi tínum. Um­skerast skulu bæði tann, ið føddur er í húsi tínum, og tann, ið keyptur er fyri pening tín. Soleiðis skal sáttmáli Mín vera á holdi tykkara - ævigur sátt­ máli. Men ein óumskorin av mann­kyni, ein, hvørs yvirhúð ikki er umskorin, hann skal verða týndur úr fólki sínum; hann hevur brotið sáttmála Mín!"” Hetta er ongantíð álagt heidn­ingum at gera, men var ein sáttmáli millum Gud og Ábra­ham. Tað er heldur ikki álagt kristnum heidningum at gera hetta, tvørtur ímóti, Paulus stríddist ímóti teimum, sum vildu leggja kristnar heidn­ingar undir lógina og um­skeringina, tað vóru teir, sum vildu gera hetta á døgum Paulusar, men hann stríddist ímóti teimum. Umskeringin var ikki fyri at frelsa børnini, tað er skilligt. Børnini hoyra Harranum til, tað er ikki neyðugt hjá okkum at gera nakað, fyri at børnini skulu hoyra Harranum til. Hann hevur samt allan heimin við seg sjálvan, 2. Kor. 5,19, eis­ ini børnini. Undir gamla sátt­ málanum skuldu børnini um­ skerast áttanda dagin, vit lesa einki um, at tey skuldu um­ skerast fyrr, um tað sá út til, at tey fóru at doyggja áðrenn áttanda dagin. Vit lesa einki um, at sonurin hjá Dávid og Batsebu, sum tey høvdu fingið at vita um, at hann fór at doyggja, varð umskorin, hann doyði sjeynda dagin. Gud er ikki avmarkaður av nøkrum, sum vit skulu gera. Er nøkur læra um ný­føð­ in­gar ella lítil børn í Nýggja Testa­menti? Jú tað er tað. Paul­ us lærir hetta í 1. Korintbrævi: “Við hini sigi eg - ikki Harr­in -: Hevur ein bróðir van­trúgv­ andi konu - og hon vil búgva saman við honum - so skilji hann seg ikki frá henni! Og hevur ein kona vantrúgvandi mann - og hann vil búgva sam­an við henni - so skilji hon seg ikki frá manni sínum! Tí hin vantrúgvandi maðurin er halg­aður við konuni, og hin van­trúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heiløg.” 7,12-14. Her lærir Paulus, at eitt barn, har annað foreldrið er trúgvandi, er heilagt. Hetta merk­ir tó ikki, at barnið er endur­føtt, tí barnið hevur bert somu støðu, sum tað foreldrið, sum ikki er trúgvandi. Sjálvur hevði eg tann framíhjárætt at vera ein heilagur frá nýføðingi av, for­eldur míni vóru baði trúgv­andi, eg var tó ikki endur­ føddur, men var í somu støðu sum øll menniskju, eg mátti verða føddur av nýggjum, sum Jesus segði við Nikodemus. Eg var í hesi støðuni, sum vit lesa í Ef. 2,3: “Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girnd­ um holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini.” Hesari støðu var eg í, sum øll onnur. Eg hevði ein stór­an framíhjárætt, við tað at for­ eldur míni vóru trúgvandi, men eg mátti verða føddur av nýggjum sjálvur. Tað bleiv eg ein dag, eg veit ikki neyvt nær tað var, men við tað at orðið varð prædika fyri mær aftur og aftur, lærdi eg umsíðir at taka ímóti Kristusi og frelsu hansara, tá var eg endurføddur. Sum vit lesa í Galatiabrævinum: “Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lóg­ verkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv?” Kap 3,2. “Hann, sum nú gevur tykk­ um Andan og virkar kraftar­ gerðir tykkara millum - ger Hann tað av lógverkum ella av, at tit hoyra í trúgv!” 3,5. Tað, sum vit skulu gera, er at siga børnunum frá um Jesus, hvat hann hevur gjørt fyri tey á Golgata, síðani vil Andi Guds gera sítt verk. “Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara.” Nýføðingar í Bíbliuni Richard Danielsen Kringvarpi – ein hóttan móti føroyska miðlaheiminum Tað er bara ein stjóri í før­ oyska miðlaheiminum sum kann fara til arbeiðis 1. januar og longu tá veit at hann í inni­ verandi árið hevur oman fyri 50 mió. kr. at gera gott við og tað er stjórin í almenna Kringvarpinum. Umframt at hann hevur inntøkur sum tryggjaðar eru við løg­ tings­lóg brúkar stovnurin orku upp á at kappast við pri­vatu miðlarnar á lýsingar markn­aðinum, og her hevur almenni stovn­urin okkurt árið megnað at fingið aðrar 10 mió. kr. í inn­tøkum. Nú 3 mió. kr. vanta í hjá al­menna stovninum hev­ur Kringvarpið kallað »ser­frøði« og alla ta politisku skip­anina at standa til ábyrgd fyri opnari mikrofon sam­stundis sum leiðslan í Kring­varpinum hevur tikið allar hugsandi sendingar av skránni. Pro­ gram­leiðarin við­gekk í »góðan morgun Før­oyar« at samlaða spar­ing­in sum Kringvarpið hevur fingið burtur úr øllum roki­num við at takka eina røð av sendingum av skrá er 100.000 kr í Inniverandi árið!!! Og yvir­skriftin fyri hesar spar­ingar á heimasíðuni hjá »kreppu-rakta« stovnum er – »Dia slær bremsurnar í«???? Tað er kann ikki undra nakran, at starvsfólk á stovn­ in­um hava fingið ein skelk nú uppsagnir hótta, og vit hava sjálvandi stóra sam­kenslu við teimum – men spurn­ingurin er um hetta ikki ger somu fólk ógegnug at viðgera støðuna sum óheft tíðinda­fólk. Vit hava seinastu vikuna verið vitni til eitt roynt cirkus í Sortudíki, har skot­ið verður við kanónum í eystur og vestur. Øll polit­iska skipanin er kall­að til avhoyringar av tíð­inda­redaktiónunum í út­ varp­inum og sjónvarpinum. Lands­stýrismaðurin í menta­ málum og formað­urin í løg­ tingsins ment­unar­nevnd liggja í føst­um pendulfarti mill­um ymisku sendingarnar hjá Kring­varp­inum. Polit­ iska skip­anin er eftir orða­ floym­inum í kring­varpinum at døma eisini skelkað. Ein áhuga­verdur spurningur er, hvør tað er sum roynir at kløkka politisku skipanina og um hetta ikki er ein roynd at rista meira pengar úr polit­ isku skipanini. Ein hóttan fyri privatu miðlarnar Støðan í Kringvarpinum er ein beinleiðis hóttan fyri pri­ vatu føroysku miðlarnar, tí Føroyska Kringvarpið ope­ rerar á privata lýsinga­markn­ að­inum, og nú end­arnir ikki longur røkka sam­an er stórur vandi fyri, at Kring­varpið verð­ur enn meira aktivt á hes­um sera av­markaða markn­aði. Kappingarráðið ávarði í 2009 politisku skipanina ímóti at loyva kringvarpinum at kappast við privatar miðlar og heitti í skrivi á løgtingið um at taka hendan partin upp til nýggja viðger: ... Høvuðssjónarmið Kapp­ ingarráðsins er, at lógarupp­ skotið brýtur grund­leggj­ andi við megin­regluna um at almannakringvarp (pub­ lic-service) bert, ella í høv­ uðs­heitinum, verður fíggj­að við lógarásettum lurt­ara- og hyggjaragjaldi. Um føroyska lógin hevði havt somu kapp­ ingaratlit sum til dømis tann danska og tann norska lógin, høvdu inn­tøku­keld­urnar verið munandi av­mark­aðar í mun til framman­fyri­stand­andi. Sambært lógaruppskot­ inum fær Kringvarp Føroya allar teir inntøkumøguleikar sum almannakringvarp hava og ha­r­afturat teir inn­ tøku­møgu­leikar sum aðrir miðlar skulu hava at lív­ bjarga sær við. Í so máta er eingin javn­setan av almenna kring­varpinum. Skuldi ein rímulig avleiðing av valdu inn­tøku­skip­anini verið tikin, so skuldi aðrar rásir/miðlar fingið part av einum kring­ varps­gjaldi. Tað fáa tey ikki í dag, og heldur ikki smb. lógar­ uppskot­in­um. Úr donsku lógini: ”§ 15. DR er en selvstændig offentlig institution. Stk. 2. DR’s virksomhed finan­sieres gennem DR’s an­ del af licensafgifterne samt gennem indtægter ved salg af programmer og andre ydel­ser, tilskud, udbytte, over­ skuds­andele m.v. DR kan ikke oppebære reklame­indtægter fra programvirksomheden og public service-aktiviteter på inter­nettet. Stk. 3 DR kan optage lån på almindelige markedsvilkår til finansiering af institutionens investeringer, forudsat at den samlede lånoptagelse ikke over­stiger 4 pct. af ind­tægt­ erne ifølge seneste regn­skab. Lånoptagelse herud­over skal godkendes af kultur­minist­ eren. Kappingarráðið skal við hes­ um heita á Menta­mála­ráðið at umhugsa lógar­upp­skotið enn einaferð við atlitið til hvørjar inntøkumøguleikar Kringvarp Føroya eigur at hava. Hesum viðvíkjandi vilja vit mæla til at skipaninar í grannalondunum verða nýtt­ ar sum fyrimynd. Vegna Kappingarráðið Terje Sigurðsson Nú leiðslan í Kringvarpinum einans hevur fingið 53 mió. kr. ístaðin fyri 56 mió. kr. í kassan – er allur føroyski miðlaheimurin í andaleypi – um man skal trúgva tí sum verður sagt í Kringvarpinum. John William Joensen Blaðmaður Norðlýsið