Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Akfør Toyota Carina 2,0 árg. 1991 er í sera góðum standi, sýnaður 28.01.2011 og gókendur. Er vælviðfarin hevur 2 sett av summardekkum á felgum, 1 sett av píkadekkum á felgum, er til sølu Tlf 441225 ella 281225 Persónbilur til leigu Persónbilur bíliga til leigu. Ring 213992 Amboð Minigravari til leigu Er vælegnaður til t.d. dren, urtagarðsarbeiðið og kann arbeiða í kjallara. Brekkari og minidumpari kunnu fylgja við. Stendur á vogni Ring 213992 Arbeiði ARBEIÐI VERÐUR GJØRT FLUTNING, SMARRI SUM STØRRI. SM ÍÐA,MÁLA,STOYPA,RUDDA,GRAVA,LA GA V.M 224910 Bátasmíð Hey! Manglar tær ein føroyskan bát ella treingir tín til umvælingar,so eri eg til dystin fús.Harafturat smíði og umvæli eg kappróðrarbátar. Terji 585585 Bingo Strálubingo á Strondum sunnudagin 25 nov kl 16.Burturlutað m.a. føroyskt krov og gávukort á 1000 kr - eisini lúkur Strálan EB-Streyma Bingo Bingo verður við Margáir mánakvøldið 3. des . kl. 19 EB-Streymur Býli í Føroyum Kamar til leigu Kamar til leigu í miðbýðnum í Havn: Felags køk/bað og internet. Tlf. 216363 Íbúð í Tórshavn til leigu, nær miðbýnum Tlf 508878 Íbúð til leigu Í Kovalág 4 er ein íbúð til leigu. Kostn. kr 5800, íroknað el og olju. Depositum ein mánaður. Vaskirúm, gongd, wc/bað, køkur, stova og eitt kamar. 216171/218989 Hús á Strondum Hús á Selvindisvegi 2 til leigu. Húsini eru hunalig og hava gott útsýni. 232720 Býli uttanlands Til leigu 74-m2 nýggj møbulera íbúð til leigu í Keypmannahavn Weidekampsgade 37-5,tv, Islands Brygge. Myndir, http:// www.facebook.Weidekampsgade 37 5tv. Útleigast dag-viku ella eftir avtalu. Nær við metro. 15 min gongd til Tivoli- Ráðhúspl. 3 min. gongd til havnebadet- havneparken-kulturhuset. Atgongd til elevator, læst p-pláss, altan, internet- TV, vaskimaskina-turkitrumla. Skriva til hognivik@yahoo.dk ella ring. 313339-279993-004528245550 Dansur LM BAND á Strondum leygarkvøldið 24 nov - dansurin byrjar á midnátt. Strálan Innbúgv Til sølu Ein útrekningssong við madrassu til sølu Tlf 312940 ella 212941 Sjavs Sjavskapping Almenn sjavskapping verður í posthúskjallarinum týsdagin 27. novembur kl 18. Afturat kappingini verður jólahugni, við onkrum góðum til matna og sang frá monnum úr Frelsunarherinum. Nevndin Ymiskt Flytibilur til leigu Mercedes Sprinter v/skjótihurð á síðuni og dupulthurð aftan. Lastar 1550 kg ella 11 m3. kann leigast til DK. Er til lítla koyrikortið. 213992 Flytigóðs Pláss er fyri flytigóðsi til Danmarkar,farið verður 29. november. ring 281282 281282 Loppumarknaður Reyði Krossur skipar fyri loppu­markn­ aða í Styðagøtu 6 leygardagin tann 1. decembur 2012kl. 10 til 15. Vit taka ímóti alskins lutun soleiðis: í Vágsbotni mikudag kl 14-16 og 19- 21 í Stiðjagøtu 6 28.,29. og 30. novembur kl. 14-18 Reyði Krossur Føroya Loppumarkanður 1. desember Vit taka ímóti lutum til loppumarknað. Opið er í Vágsbotni nú leygardagin kl. 14.00-16.00. Hevur tú størri lutir, kunnu vit heinta hesar. Avtala um hetta á tlf. 213081 Reyði Krossur Føroya Basarur Basarur verður í KFUK varðagøta 9 leygardagin 1. des. kl. 15.00, við eydnuhjóli, mat og køkutombola, loppumarknaði, borðsølu og kondittaríið. Nógvir góðir vinningar at vinna. Øll eru vælkomin 311928 / 211824 Bakkafrost er størsta føroyska útflutningsfyritøkan. Bakkafrost fram­ leiðir og selur fyrsta floks matvørur úr laksi til marknaðir í Evropa, USA, Russlandi, Kina og aðrastaðni. Vit sóknast eftir eldhugaðum søluleiðara at standa á odda fyri sølu og marknaðarføring hjá Bakkafrost. Ein umráðandi partur av uppgávuni er at varðveita og styrkja støðuna hjá Bakkafrost á marknaðinum sum ein álítandi samstarvspartnari og útvegari av heilsugóðum matvørum. Arbeiðsøki Søluleiðarin er partur av leiðslubólkinum hjá Bakkafrost samtakinum og hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á Bakkafrost. Søluleiðarin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sølu og marknaðarføring hjá felagnum. Marknaðurin er eyðkendur fyri harða kapping, og sum søluleiðari skalt tú saman við starvsfólkunum á søludeildini leggja til rættis og optimera sølu felagsins. Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá søluleiðaranum er samráðingar við verandi og nýggjar kundar um langtíðaravtalur. Sum søluleiðari skalt tú tryggja, at søla og marknaðarføring hjá Bakkafrost sampakkar við strategi felagsins og tekur hædd fyri kunda tørvi og kundaatferð. Harumframt skalt tú standa á odda fyri at menna og seta í verk ætlanir fyri sølu og marknaðarføring til tess at styrkja verandi og menna nýggjar marknaðir. Tín vangamynd Tú hevur hóskandi útbúgving og royndir við sølu og marknaðarføring av mat vørum. Tú hevur flair fyri góðum handilsskapi og evnar bæði at greina marknaðir og kundar á einum ástøðiligum støði og at saman­ tvinna hetta við praktiska veruleikan. Tú dugir væl at skipa arbeiðið og hevur gott tev bæði í mun til innanhýsis viðurskifti og uttanhýsis samstarv, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið í einum til tíðir skiftandi gerandisdegi. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persón ligum avbjóðingum í einum altjóða umhvørvi. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Meira at vita Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Guðrun Olsen, deildarleiðara á Starvsfólkadeildini, á tel. 23 51 15 ella við t­brævi til guol@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verður send til Bakkafrost, Bakkavegur 9, FO­625 Glyvrar, Att.: Starvsfólkadeildin ella við t­brævi til hrm@bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 26. november 2012. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com SøLULeiðAri TiL BAKKAFROST Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Felagið rekur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 13 aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 550 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. sansir.fo Lýsingartorgið