fríggjadagur 23. november 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Eirikur bíðar eftir
gjøgnumbrotinum
Hondbóltur Tað eru ikki nógvir føroyskir hondbóltsleikarar, ið hava fingið æruna av at spæla í
bestu mansdeildini í Danmark, men nú er 18 ára gamli Eirikur Simonsen úr Havn á gáttini. – Mítt mál
er at spæla fast í bestu deildini, sigur Eirikur, sum júst er sloppin á besta liðið hjá Viborg HK
Pætur Albinus
Í síðstu viku umrøddu vit 18 ára
gamla Eirik Simonsen úr Havn, sum
– eins og nógvir aðrir føroyingar
gera – sum 16 ára gamal valdi at fara
á eftirskúla í Danmark. Har spælir
hann hondbólt við Viborg HK, og
í síðstu viku varð hann á fyrsta
sinni úttikin til dyst fyri besta lið
felagsins í fremstu deildini í Dan
mark. Vit hyggja nú nærri at, hvør
Eirikur er, og hvat hann ætlar sær.
Valið fall á býin Viborg, har siður
er fyri hondbólti, og av tí at Eirikur
at kalla alt sítt lív hevur spælt
hondbólt, so lá hetta so væl fyri.
Liðugur á eftirskúlanum valdi
hann at verða verandi í Viborg.
Hann venur hondbólt og styrkis
venjing tilsamans átta ferðir um
vikuna, og í gerandisdegnum hug
savnar hann seg eisini um at taka
HHX-miðnámsútbúgving á Viborg
Handelsgymnasium.
Gjøgnumbrot í eygsjón
Eirikur Simonsen hevur frá barns
beini av spælt við Kyndli, har hann
hevur roynst væl serliga í bakket
uni. Av tí at hann einans var 16 ára
gamal, tá ið hann flutti til Danmark
ar, so hevur hann ikki verið at sæð
í fremstu mansdeildini her heima,
men hevur hann hinvegin verið
fastur partur av ungdómsliðum
hjá Kyndli og spældi eisini við næst
fremsta liði felagsins síðstu tíðina
undan fráferðini til Danmarkar.
Eirikur spælir fast á U18-liðnum
hjá Viborg HK, og sleppur tríggjar
ferðir um vikuna eisini at venja við
besta liðnum. Í síðstu viku varð
hann so á fyrsta sinni úttikin til dyst
fyri besta liðið, har íslendski Oskar
Bjarni Oskarsson er venjari. Í sam
røðu við portalin metti Eirikur, at
hetta var úrslit av góðum avrikum
undir venjing seinastu tíðina.
Hann slapp ikki á vøllin og mátti
frá beinkinum síggja liðfelagarnar
tapa 23-25 ímóti Skive FH. Hetta
merkir, at Viborg HK framvegis er
í tyngra endanum á stigatalvuni,
men enn eru ikki nógvir dystir
leiktir og nógv lið eru sera jøvn.
Vil spæla fast
Sum ítróttarfólk flest hevur Eirikur
sett sær eitt mál við hondbóltinum.
Nú hann er úttikin til besta liðið, so
er hann helst eisini tættari at røkka
sínum málið.
– Mítt mál sum hondbóltsspælari
er at spæla fast í bestu deildini í
Danmark, sigur Eirikur, sum ven
ur dúgliga fram ímóti hesum mál
inum.
– Eg venji tilsamans átta ferðir
um vikuna styrkisvenjing og hond
bólt, leggur hann afturat.
Fyribils er U18-lið felagsins
framvegis hansara lið, um ein kann
kalla tað so, men sleppur hann upp
í tríggjar ferðir um vikuna at venja
við besta liðnum.
Skaði hevur darvað
Eirikur spælir í bakketuni og kann
nýtast á bakkunum og eisini sum
spælbýtari. Styrki hansara hevur
verið skotini, men ein skaði hevur
fyribils sett hesa styrkina til viks.
– Eg havi havt trupulleikar við
økslini í tvey og eitt hálvt ár, so
leiðis at eg ikki havi fingið skotið,
so eg havi verið noyddur at dúvað
upp á onnur ting. Gjøgnumbrot og
at verja eru mínar sterkastu síður,
sigur Eirikur.
Ansa eftir niðurflyting
Fremsta mansliðið hjá Viborg HK,
har Eirikur nú er sloppin at snúsa
til, skal ansa sær, um talan ikki skal
gerast um niðurflyting. 14 lið eru í
bestu deildini, og í løtuni er Viborg
HK á einum 11. plássi – einans eitt
stig frammanfyri aftasta liðið.
Kappingin er sera tøtt serliga í
botninum, men Eirikur væntar, at
teir megna at hóra undan.
– Vit hava mist nakrar leikarar,
men vit hava eisini fingið nakrar
nýggjar, og tað sær bara gott út. Tað
er øgiliga ilt at siga, tí har eru fleiri
lið, sum eru jøvn, men eg vænti og
vóni at vit klára at halda okkum
uppi, sigur Eirikur.
Tað er serliga Heino Holm
Knudsen, sum hevur verið ein
fongur hjá Viborg HK í ár. Við 61
málum í 11 dystum er hann fimt
besti málskjúttin í deildini og hevur
stóran týdning fyri teir grønu úr
Viborg, har Eirikur vónandi í fram
tíðini kann gerast ein avloysari.
albinus@sosialurin.fo
Hondbóltur
Atlantic Airways deildin:
Sunnudagin 25/11:
16.00 StÍF - Kyndil
16.00 KÍF - H71
Fremsta deild kvinnur:
Sunnudagin 25/11:
14.30 StÍF - Kyndil
15.00 VB - Stjørnan
Flogbóltur
Eik-ligan Menn:
Leygardagin 24/11:
14.00 SÍ - Mjølnir
Sunnudagin 25/11:
16.00 ÍF - Fleyr
Eik-Ligan Kvinnur:
Leygardagin 24/11:
14.00 Dráttur - Mjølnir
Sunnudagin 25/11:
14.00 ÍF - Fleyr