Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 23. november 2012 2 VIKUSKIFTI Ghetto Føroyar Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Sendingin úr Keypmannahavn hevur størsta partin av 2012 bjóðað forkunnugt til­far úr útisetaumhvørvinum í Keyp­ manna­havn, har alt frá skrásettum par­ lagið til nær kvinnur skulu fáa sær børn hevur verið uppi og vent. Tað er eingin loyna, at útisetarnir í Keypmannahavn eru nógvir í tali. Flest teirra ogna sær í hesum døgum servitan innan øll hugsandi øki, og hetta hevur sendingin hjá Rás2 Ghetto Føroyar notið gott av seinastu mánaðirnar. Útisetarnir í føroysku ghettoini í Keypmannahavn hava hvørja viku kasta ljós á áhugaverd føroysk evni, og hevur Ghetto Føroyar á hendan hátt virkað sum liður ímillum útisetarnir og heimlandið. Ghetto Føroyar byrjaði sum eitt prát millum miðlafólk úr Føroyum, sum brádliga øll vóru í Danmark. Síð­ani varð fyrsta sendingin royndar­ koyrd í mai í ár úr einum køki á Sofiu­ garð­inum í Keypmannahavn. Seinni flutti sendingin í eina stovu á Oyra­ sunds­næmingaheiminum, og seinastu tíðina hevur Ghetto Føroyar hildið til í deildini hjá BankNordik á Amager. Næsta hósdag takka fólkini handan Ghetto Føroyar fyri 2012, og fara at enda árið við einum braki. Sendingin verður longd ein tíma, og harvið verður varpað ljós á enn fleiri evni, sum útisetar í Keypmannahavn hava áhuga í. Í hesum døgum arbeiða fólkini hand­an Ghetto Føroyar við einari verk­ætlan, sum hevur til endamáls at savna eina rúgvu av útisetum saman til eitt konstruktivt prát um framtíðina hjá Havnini og øðrum pørtum av land­ inum. Endamálið við hesari verkætlan er at lata útisetar koma við uppskotum um hvussu Havnin kann gerast ein betri høvuðs­staður, og úrslitið frá hesum verð­ur at hoyra í seinastu sendingin. Tað er komandi hósdag klokkan 13.00, at seinasta Ghetto Føroyar send­ ingin í ár verður at hoyra á Rás2. Ger lívið uttanfyri fosturlívið betri Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Helena Jørmundsson / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Inna Törnroos Hósdagin 29. november takkar Ghetto fyri seg fyri í ár Tað er áhugavert at fylgja kjakinum í sosialu miðlunum, nú fosturtøka aftur er á bredd­anum. Hetta er eitt evni, sum næstan ikki kann diskuterast ov nógv, tí tað er so týdningar­mikið. Kvinnurnar á Facebook eru ikki blíðar. Onkur skrivar »Saudi-Føroyar«. Ein onnur, at talibanarnir taka yvir, um uppskotið hjá Miðflokkinum, at kvinnur, sum umhugsa fosturtøku skulu taka ímóti ráðgeving frá einum ráði. Eftir mínum tykki er lív heilagt. Tá eitt fostur er gitið í móðurlívið, er tað eitt lív, og at taka tað lívið SKAL verða nakað, ein hugsar seg væl um, áðrenn ein ger. Um tað so er at seta seg frammanfyri ein sosialráðgeva, prest, lækna ella okkurt heilt annað. Og er tað nakað, eg ikki ivist í, so er tað, at tær allarflestu kvinnur hugsa seg væl um, áðrenn tær taka hetta álvarasama stig. Lógaruppskotið hjá Miðflokkinum er eftir mínum tykki byrja í heilt skeivum enda. Í staðin fyri at seta pening av til hesar ser­ frøð­ingarnar, skuldi peningur verið brúktur til at gera lívið hjá einsamøllum for­syrgj­ arum lættari. Tað er væl øllum kunnugt, at nógvar ungar kvinnur flyta úr Føroyum av júst hesi orsøk – at tað er so torført at fáa endarnar at røkka saman, tá ein hevur børn at forsyrgja. Hækka barnapeningin, gev børninum mat í barnagarði og skúla, og ger tað lættari hjá lítlum húskjum at finna bústað. Tað trúgvi eg hevði verði betri háttur at fingið aborttølini niður enn at tvinga kvinnurnar fram fyri eitt ráð, sum fortelur teimum, hvat tær skulu og ikki skulu gera. So segði hon... Ghetto Føroyar endar við einum braki – Eg havi ongantíð vilja grátið framman fyri børnunum ella øðrum fólkum. Eg veit ikki hví, men eg haldi mær dámdi best at gráta, tá eg var einsamøll. Sóleyg á Fríðriksmørk, sum misti mannin, pápan og beiggjan, tá ið Sjóborg gekk burtur í 1998