hósdagur 1. apríl 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 64 - 1. apríl 2004
Nr. 64 - 1. apríl 2004
3
Amnesty aðalfund
Aðalfundurin hjá Amn-
esty International, Før-
oya deild verður á
Landsbókasavninum
hóskvøldið 15. apríl kl.
1930. Skráin verður
sambært lógir felagsins.
Aftan á fundin greiðir
Elin Reinert Planck frá
arbeiðinum hjá Kvinnu-
husinum.
Annika á Lofti á Jinx
Frá 1. apríl til 30. apríl
fer Annika á Lofti at
hava søluframsýning á
Jinx.
Annika á Lofti er 20
ára gomul, hon er úr
Sandavági,
og
hava
málningar hennara m.a.
fyrr verðið við á Vestan-
stevnusýningini
og
Ólavsøkuframsýningini.
Almennur fyrilestur á
Fróðskaparsetrinum
Fimti fyrilesturin í røð-
ini ‘Modernaðir teoret-
ikarar’, sum Fróðskap-
arsetur Føroya og Før-
oya
Fróðskaparfelag
skipa fyri í vár, verður
mikukvøldið 31. mars
kl. 20 í Ovastovu í Nóa-
túni.
Erika Hayfield, Ph.D-
lesandi á Napier Uni-
versity í Edinburgh, fer
at halda fyrilesturin
»Børn og forbrúk.«
Fyrilesturin lýsir nøk-
ur av høvuðsevnunum
viðvíkjandi børnum og
forbrúki. Hesi eru í høv-
uðsheitum
samleiki,
marknaðarføring (ser-
liga lýsingar og fjøl-
miðlar), merkivørur, og
fatanin hjá børnum av at
vera
brúkari.
Eisini
verður hugt at etisku
spurningunum í markn-
aðarføring, ið vendir sær
móti børnum. Dømi
vera úr Ph.D-ritgerð
hennara, millum annað
dømi um munin millum
tvey øki í Skotlandi, har
annað vanliga verður
hildið at vera múgvandi
og hitt ikki.
Erika Hayfield er út-
búgvin BA (hons) í
Marketing Managament
og Postgraduate Dip-
loma frá Chartered In-
stitute of Marketing frá
Napier Universitetinum
í Edinburgh. Hon skriv-
ar í løtuni Ph.D-ritgerð
um
marknaðarføring,
ætlað børnum í barn-
agarðsaldri og til umleið
12 ára aldur.
Skráin fyri fyrilestra-
røðina er henda:
31. mars
Erika
Hayfield:
»Børn
og
forbrúk«
14. apríl
H a n s
Andrias Sølvará: »Vald,
vitan og framburður í
verkinum hjá Michel
Foucault«
26. mai.
Jona-
than Schwartz: »Max
Weber kallar á teg! - Hví
protestantiska siðalæran
og sál kapitalismunnar
(1904-5) eru klassikar-
ar.«
Allir
fyrilestrarnir
vera
klokkan
20
í
Ovastovu í Nóatúni.
Sernámsdepilin skipar
fyri skeiði
30. og 31. mars skipar
Sernámsdepilin
fyri
skeiði í Læraraskúla-
num.
Úr Svøríki eru komn-
ar skeiðshaldarar Irene
Johansson og Barbro
Svensson. Irene er pro-
fessari í mállljóðfrøði og
sernámsfrøði við Karl-
stad Universitet í Umeå.
Barbro er serlærari og
musikkterapeutur
í
Norrkoping.
Evnið er »Karlstad-
modellen«, ið er ein ar-
beiðsháttur at stimbra
málfatan og evni hjá
fólki við serligum tørvi
at samskifta. Hesin hátt-
ur byggir á hugburðin
um, at ein felags fatan
hjá øllum, ið eru um
barnið, má vera grund-
arlag undir miðvísum
samstarvi.
Teir 50 luttakarararnir
eru pedagogar, foreldur,
serlærarar og lærarar
– Einki ár uttan Ársins
Songrødd.
Heldur
ikki
2004, siga fyrireikararnir,
sum eru farnir undir at
leggja kappingina til rættis.
Teir eru komnir so langt, at
teir fara at lata upp fyri til-
melding til kappingina sum
byrjar 17. apríl í høllini á
Kambsdali.
Fólk kunnu nú tekna seg
til kappingina á heimasíð-
una www.songroddin.com
ella ringja/SMS´sa á 22 51
63.
Tað er Konto-Inn ið er
høvuðsstuðul og Trend-
floor sum stuðlar Ársins
Songrødd2004.
NORØNAFELAGIÐ
Tíðindaskriv
Broytingar í kommunum og
luturin hjá teimum ungu í
vinarbýasamstarvinum eru
evnini á vinarbýarstevnuni
í Kalmar í Svøríki viku-
skiftið 6. til 8. august í ár.
Á skránni eru eisini víðk-
anin hjá ES og hvussu hon
ávirkar vinarbýasamstarv-
ið, og góð dømi um vinar-
býasamstarv í Norðurlond-
um verða tikin fram.
Føroyingar eru sjálvandi
vælkomnir at vera við.
Freistin at boða frá er til
1.juni. Luttøkan kostar
1.500 kr. umframt innivist
og ferðina aftur og fram.
Umsóknarblað fæst hjá
Norrøna Felagnum í Føroy-
um, J. Paturssonargøtu 24,
100
Tórshavn,
tlf.
217999.
Norrøna Felagið hevur
aðalfund í Jákupsstovu, J.
Paturssonargøtu 24, mik-
udagin 31. mars kl.20.00.
Millum annað nevndarval
er á skránni.
SAMFELAGSSTEVNA
Tíðindaskriv
Aftur í ár verður samfelags-
stevna á páskum í Siloa í
Fuglafirði og í Ítróttarhøll-
ini á Kambsdali. Møtir
verða í Siloa skírisdag 8.
apríl og langafríggjadag 9.
apríl kl. 18.
Leygardagin 10. apríl
verður farið út í Ítróttar-
høllina á Kambsdali. Byrj-
að verður við einum so-
nevndum temamøti kl. 15.
Evnið, sum viðgjørt verður,
er: »So kemur tá trúgvin av
tí, sum talað verður« - tín á-
byrgd í samkomuni. Páll
Poulsen og Klæmint Elia-
sen fara at viðgera evnið.
Leygarkvøldið kl. 20
verður ein evangelisk sang-
løta, har sangkórið í Siloa
og onnur fara at syngja.
Eisini verður nógvur fel-
agssangur og ein stuttur ev-
angeliskur boðskapur.
Tvey familjumøti verða á
Kambsdali á páskum, fyrra
páskadag og 2. páskadag,
báðar dagarnar kl. 16. Hesi
møti eru á ein serligan hátt
ætlað allari familjuni, har
ymiskt verður bæði til børn
og vaksin. Har verður
nógvur góður sangur, søga
til børnini og annað.
Umframt tað, sum nevnt
er omanfyri, verða tvey
evangelisk møti í Ítróttar-
høllini á Kambsdali. Tey
verða páskadag og 2. pásk-
adag kl. 18.
Tvær ferðir verður borð-
reitt við nátturða hesar dag-
ar í Ítróttarhøllini. Beint
eftir bæði familjumøtini
páskadag og 2. páskadag -
umleið kl. 17 - fáa øll, ið
eru til staðar, nátturða.
Hetta verður gjørt bæði av
praktiskum orsøkum, og
fyri at fundarfólkið kann
hava møguleika at hugna
sær og práta saman.
Tvey
av
kvøldunum,
leygarkvøldið og sunnu-
kvøldið - kl. 22 - verður
opið hús í Siloa. Har verður
nógvur sangur - bæði fel-
agssangur og framførdur
sangur - vitnisburðir og
tala. Eisini verður hugna-
løta við drekkamunni. Hes-
um løtum skipa tey ungu
fyri, men tey siga at øll eru
vælkomin, bæði ung og
eldri.
Fyrireikararnir bjóða øll-
um at vera hjartaliga væl-
komnum til øll hesi møti.
Ungdómur í vinarbýasamstarvi
Samfelagsstevna í Siloa í Fuglafirði á Páskum
Klárt at kappast um
bestu songrøddina
Á páskum verður samfelagsstevna í Siloa í Fuglafirði og í ítróttarhøllini á Kambsdali
Triðji hvør dani fær krabba
og fjórði hvør fer at
doyggja av krabbameini.
Hetta kemur fram í Uge-
skrift for læger. Niðurstøð-
an tekur støði í teimum frá-
greiðingum, sum verða
latnar
donsku
krabba-
skránni.
Men tað eru eisini eydnu-
søgur millum mongu tølini.
Tá kvinnur í dag verða
screenaðar triðjahvørt ár,
hevur tað nærum eydnast at
útrudda
lívmóðurháls-
krabba, tí hann verður
funnin í góðari tíð. ´
Í 1970 vóru 40 tilburðir
millum 100.000 kvinnur.
Nú fáa undir 5 av 100.000
sjúkuna.
rs
Lívmóðurhálskrabbi nærum útruddaður
Í dag fer fyrsta tíð-
indasendingin av
Sosialinum á Argjum
í luftina. Blaðið fer
komandi árið at gera
tíðindasendingar á
Rás 2
MIÐLAHÚS
Eirkur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag fer Sosialurin at
senda útvarpstíðindi.
– Vit hava gjørt avtalu
við Rás 2 um at gera tíð-
indasenginarnar hjá rásini
komandi árið, og fer fyrsta
sendingin úr Miðlahúsinum
hjá Sosialinum á Argjum í
luftina í dag kl 12, sigur Jan
Müller, blaðstjóri.
Miðlavirksemið er broytt
nógv seinastu árini. At Sos-
ialurin nú eisini fer at senda
útvarp, er so bara enn eitt
stig á leiðini.
Longu í 1996, tá internet-
ið gjørdist veruleiki í Før-
oyum, royndi Sosialurin
seg so smátt við tíðindum á
netinum, og síðani 1997
hevur
InternetSosialurin
verið ein nátúrligur partur í
miðlavirkseminum hjá Sos-
ialinum.
Seinastu
árini
hevur
blaðið eisini skrivað tíðind-
ini til www.portal.fo hjá
Føroya Tele, sum er Føroya
nógv mest vitjaða heima-
síða.
Øðrvísi tíðindi
Tað verður Eyðun Klakk-
stein, journalistur, sum fer
at leggja tíðindasendingar-
nar á Rás 2 til rættis, og
fyrstu tíðina verður tað
Hans Kárason Mikkelsen,
sum verður útvarpsvertur.
– Tíðindini á Rás 2 skulu
vera eitt alternativ til tíð-
indini hjá Útvarpi Føroya.
Vit fara ikki at kopiera út-
varpið, men fara at gera
øðrvísi tíðindi, sigur Eyðun
Klakkstein.
– Útvarpið hevur eina
góða og breiða tíðindaflatu,
ið fevnir víða. Vit fara at
gera frísk tíðindi, og fara
ikki at leggja dent á tungar
politiskar
søgur,
sum
kanska ongan týdning hava
í
veruleikanum,
men
byggja á meingingar hjá á-
vísum fólkum – vit fara at
tora at velja, sigur hann.
Seinastu árini hevur Sos-
ialurin breitt virksemið
kring landið við lokalred-
aktiónum í Klaksvík, í Salt-
angará, í Sandvík og í
Sandavági. Hetta er gjørt
fyri at koma borgarunum
nærri, og er hetta eisini ætl-
anin við tíðindasendingu-
num á Rás 2, at koma nærri
vanliga fólkinum.
– Nærleikin hevur stóran
týdning, og vit fara at gera
nógv burtur úr at tosa við
vanliga fólkið, sigur Jan
Müller.
Mennandi samstarv
Tað verða sjálvandi tíðind-
ini hjá Sosialinumm, sum
verða grundarlagið undir
tíðindunum á Rás 2. Men
Sosialurin verður greiddur
til prentingar á middegi. Tí
verða tað fleiri tíðindi, ið
kunnu fyljgast upp í út-
varpssendingunum,
sum
sjálvandi eisini fara at taka
støði í tíðindum, sum onnur
framleiða, bæði útvarp,
sjónvarp og Dimmalætting.
– Vit vænta at fáa gott
samstarv við nýggja sam-
starvsfelagan, so hetta kann
gagna øllkum kring landið,
sum hoyra Rás 2, og vit
vænta eisini, at hetta fer at
leggja lunnarnar at menna
Sosialinum sum eitt miðl-
ahús við alskyns fjølbroyt-
tum miðlavirksemi – og
Rás 2 sum eina góða út-
varpsstøð, sigur Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri á Sosial-
inum.
Teldan stjelur
svøvnin frá børnum
Børn, sum hava teldu
ella playstation á sov-
ikamarinum, sova ov
lítið, vísir ein ensk
kanning, sum gransk-
arar
frá
Oxford
Universiteti
hava
gjørt.
Elektronikkurin
stjelur
tíðina
frá
svøvninum, skrivar
BCC Online. Ein av
granskararunum, dr.
Luci Wiggs, sigur, at
tað er óvist, hvørji
langtíðarárin henda
gongdin hevur á sál-
arligu og kroppsligu
vælveruna hjá børn-
um.
Men vit vita, at
sova børn illa ella í ov
fáar tímar, kann tað
skaða heilsuna, teirra
akademisku avrik og
sálarligu heilsu, sigur
Luci Wiggs.
Aftrat telduni og
spælimaskinum,
er
fartelefonin hjá børn-
unum eisini við at
gerast ein trupulleiki
fyri
svøvnin.
Tá
mamma og babba
hava sagt góða nátt
og sløkt ljósið, skriva
børnini sms undir
dýnuni.
rs
Lærarin má
taka ræðið
Tey vaksnu mugu aft-
ur taka ræðið í skúl-
unum. Misskilt tol-
semi hevur ov leingi
latið
næmingarnar
siga, hvar skápið skal
standa.
Ein kanning, sum
fólk frá miðstøðini
fyri atferðargransk-
ing á háskúlanum í
Stavanger hava gjørt,
vísir, at næmingar
vilja hava greiðar, av-
gjørdar og reglufastar
lærarar.
Úrslitini frá eini
verkætlan í 4 skúlum
í Oslo vísir, at av-
gjørdir og greiðir lær-
arar,
umframt
at
minka um happingina
millum
næmingar,
eisini gera undurverk
fyri dissiplin og bind-
indi.
Sigrun
Ertesvåg,
sum hevur ábyrgdina
av kanningini, trýr
uppá eina strangari
floksleiðslu, men tað
merkir tó ikki, at vit
eiga at seta pening av
til nýggj spanskrør,
sigur hon við norska
Aftenbladet 29. mars.
rs
Sosialurin ger nú eisini útvarp
Hans Kárason Mikkelsen fer at lesa tíðindi á Rás 2 fyrstu tíðina
Mynd: Jonhard Hammer
Hans Kárason Mikkelsen og
Eyðun Klakkstein fyri reika
seg til fyrstu tíðindasending-
ina. Sosialurin hevur inn-
rætta studio í blaðhúsinum á
Argjum
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
3
2