hósdagur 1. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 64 - 1. apríl 2004
Nr. 64 - 1. apríl 2004
5
Summi fáa meiri og onnur fáa minni
Strandferðslan er far-
in at fyrireika ferða-
ætlanina, sum skal
vera í gildið tað
komandi árið og nú
vil stovnurin hava
viðmerkingar til
ætlanina
FERÐAÆTLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit royna at fáa meiri fyri
sama pening.
Tað er hetta, sum Strand-
ferðslan hevur lagt seg eftir,
nú hon er farin at fyrireika
nýggju ferðaætlanina, sum
skal koma i gildið í summar
og sum sostatt skal verða
galdandi tað næsta árið.
Strandferðslan
hevur
gjørt eitt uppskot til nýggja
feðaætlan og tað uppskotið
liggur nú frammi, so at
stovnurin kann fáa við-
merkingar til uppskotið.
Andrass Jensen, ferða-
fólkaleiðari á Strandferðsl-
uni, sigur, at tað eru ikki
tær stóru broytingar, sum
ætlanin er at gera í nýggju
ferðaætlanini.
– Vit hava funnið ein
leist, sum ferðaætlanin
verður løgd eftir. Ferðaætl-
anin er løgd í eima hampi-
liga fasta legu, sum vit
halda riggar nokk so væl.
Sostatt er tað ikki tær stóru
broytingarnar, sum eru
gjørdar, sigur ferðafólka-
leiðarin.
Kortini eru ymsar tillag-
ingar gjørdar, sigur hann.
– Talan kann vera um
ynski, sum eru komin
ymsastaðni frá um at broyta
fráferðir fyri at fáa eina
farleið at passa betri og at
samsvara betri við aðrar
leiðir.
Men tann mest týðandi
broytingin er, at onkrar
smábygdir
mist
onkrar
túrar við Bygdaleiðum, tí
vit halda ikki, at grundarlag
er fyri teimum.
– Vit hava hugt eftir,
hvussu nógv fólk eru við
ymsar túrar hjá Bygdaleið-
um og í tí sambandi hava
vit broytt koyringina til-
svarandi við at leggja
ávísar túrar burtur.
Fáa betri samband
Andrass Jensen sigur, at
hinvegin eru tað onnur, sum
hava fingið betri ferðasam-
band, enn tey hava havt
higartil.
Hann sigur í hesum sam-
bandi, at ymsar útoyggjar
hava fingið betri samband,
enn tær hava havt við tað, at
fastir túrar eru lagdir inn,
sum ikki hava verið áður.
– Vit hava roynt at veita
útoyggjunum eina betri
tænastu.
Samanumtikið
hava vit roynt at fáa meiri
fyri pengarnar við at leggja
túrar eftir, hvar teir gera
best gagn. Í hesum sam-
bandi hevur Strandferðslan
eisini hugt eftir, hvussu
fólkasamansetingin á yms-
um plássum er og hon hev-
ur roynt at laga ferðaætl-
anina eftir, har eitt nú, har
ung húski við børnum eru.
Eitt dømi um hetta er
Nolsoy, sum hevur fingið
onkrar fastan túr afturat.
Sostatt hava nolsoyingar
fingið ein fastan túr afturat
á miðdegi sunnudag. Men
eisini svínoyingar hava
fingið betri samband.
Kortini vísir hann á, at
enn er ógreitt, hvussu sigl-
ingin verður um Leirvíks-
fjørð. Eitt nú er ógreitt,
hvussu nógv Ternan fer at
sigla afturat Dúgvuni.
Somuleiðis hevur Strand-
ferðslan gjørt vart við, at tá
ið nýggi Smyril kemur í
oktober, verður ferðaætl-
anin ímillum Suðuroynna
og Havnina kanska broytt.
Somuleiðis er viðmerkt, at
siglingin út í Kalsoy verður
broytt, tá ið nýggja ferju-
legan verður tikin í nýtslu
um árskiftið.
Men hann leggur kortini
dent á, at enn er ongin av-
gerð tikin um at broyta
ferðaætlanina ella um, at
nýggi Smyril fer at sigla
fleiri túrar.
– Tað er fyri at binda um
heilan fingur, at vit longu
nú gera vart við, at ferða-
ætlanin kann verða broytt,
tá ið nýggi Smyril kemur.
Andrass Jensen leggur
kortini dent á, at enn er
ferðaætlanin til hoyringar,
so enn er onki avgjørt.
Summi smápláss fáa betri
ferðasamband og summi fáa
verri, nú Strandferðslan er í
ferð við at leggja nýggja
ferðaætlan
Leygarkvøldið spælir
Terji Rasmussen
Band til stóran dans í
Roynhøllini í Hvalba
DANSUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Terji Rasmussen er ein av
okkara allarbest umtóktu
tónleikarum.
Men tað er ikki ofta, at
suðuroyingar hava høvi til
at hoyra hann og hansara
orkestur við frálíkum tón-
eikarum.
Men hetta leygarkvøldið
verður eitt undantak.
Leygarkvøldið fer Terji
Rasmussen Band at spæla
til dans í Roynhøllini í
Hvalba.
Í sambandi við dansin
koyra MP - Bussar av Stat-
oil á Tvøroyri á midnátt til
Hvalbiar.
Tónleikurin, sum Terji
Rasmussen
og
hansara
menn spæla, spennir rætti-
liga víða.
Eyðvitað spæla teir løg,
sum teir sjálvir hava gjørt
og sum eru kend frá Terja
og Føstufrensum.
Men teir spæla eisini løg
eftir Frændum, sum Terji
eisini hevur sungið og
spælt við. Og fara vit í tann
útlendska básin, eru løg
eftir bæði Robbie Williams
og Limp Bizkit á skránni,
umframt tónleikur eftir
øðrum, kendum nøvnum.
Teir, sum spæla við Terja,
eru nakrir av okkara fræg-
astu tónleikarum. Rógvi á
Rógvu spælir trummur,
Arnold Ludvig spælir bass,
Magnus Johannesen, tang-
entar og Búi Dam spælir
guitar.
Sumbingar
heiðraðir fyri
føroyskan dans
Lions- klubburin í
Suðuroy hevur
stuðlað Sumbiar
Dansifelag í arbeiði
teirra at varðveita og
kunna um føroyskan
dans
HEIÐUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sumbingar hava altíð ver-
ið tiltiknir kvøðarar. Teir
hava eitt heilt sermerkt
dansilag og ikki skerst
burtur, at teir hava gjørt
eitt stórt arbeiði fyri at
varðveita og menna okk-
ara ein av okkara fremsta
mentanararvum, kvæðini,
vísurnar og tann føroyska
dansin.
Hetta arbeiðið hevur
Lions Klubburin í Suður-
oy nú stuðlað.
Á lítlari samkomu á
gistingarhúsinum í Øravík
herfyri, handaði Lions-
klubburin
í
Suðuroy
Sumbiar Dansifelag ein
kekk upp á 10.000 krónur.
Avgerðin um at stuðla
Sumbiar Dansifelag, tók
Lions klubburin í Suður-
oy eftir at teir høvdu havt
Lions - limir úr Íslandi á
vitjan seinasta summar.
Tá dansaðu sumbingar
føroyskan
dans
fyri
teimum ógvuliga hug-
tiknu íslendingunum og
tað vóru eisini onkrir ís-
lendingar, sum royndu
seg uppií.
Terji Rasmussen og hansara
menn spæla aftur í Suðuroy
Hetta leygarkvøldið fáa suðuroyingar eitt sjáldsamt høvi til at hoyra Terja Rasmussen og
hansara men spæla til dans. Teir hava eina fjølbroytta skrá, sum spennir heilt frá Frændum og
Terja og Føstufrensum, til Robbie Williams og Limp Bizkit
Íbúðirnar í Berja-
brekku 3 byggistigin-
um ganga sum heitt
breyð, sigur byggi-
meistarin Høgni
Mikkelsen, sum ikki
sigur seg merkja nak-
að til ringar tíðir
ÍBÚÐARBYGGING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Koyrir tú tær ein túr niðan
eftir Sundsvegnum í Havn
og niðan móti Berjabrekku,
sært tú beinan vegin at farið
undir triðja byggistig av
eigaraíbúðum
á
Berja-
brekku. Tað er byggimeist-
arin, Høgni Mikkelsen, ið
stendur fyri byggingini, og
íbúðirnar ganga sum heitt
breyð.
Næstan allar avlagdar
Í Berjabrekku 3 byggistig-
inum eru 68 eigaraíbúðir,
og av teimum eru longu tær
54 avlagdar, sigur Høgni
Mikkelsen. Farið varð undir
at skriva fólk upp til íbúð-
irnar um ólavsøkumundið
seinasta ár, og Høgni Mikk-
elsen sigur, at ein rúgva av
íbúðunum fóru beinanveg-
in. Fólk ringdu langa tíð
framman undan at farið var
undir at skriva upp, sigur
byggimeistarin, sum dag-
liga fær fyrispurningar frá
fólki um íbúðir. Áhugin er
sera stórur, sigur hann, og
fólk spyrja hann eisini um,
hvat ið tað næsta verður,
sum hann fer í holt við av
íbúðarbygging.
Ringu tíðirnar, sum nógv
hevur verið tosað um í
miðlunum, sigur byggi-
meistarin seg ikki merkja
nakað til, og hann heldur, at
fjølmiðlarnar ofta gera
tíðirnar nógv verri, enn tær
í veruleikanum eru. Sam-
bært Høgna Mikkelsen vís-
ir tað seg eisini, at øll fólk-
ini, ið biða um íbúð, hava
fingið fígging og øll onnur
viðurskiftir upp á pláss, og
hann merkir so einki til, at
fólk hava ringt við at fáa
fígging.
Nógv tilkomið fólk
Høgni Mikkelsen sigur, at
tað eru fólk í øllum aldri, ið
hava lagt sær íbúð av, men
serliga stórur hevur áhugin
verið millum tilkomin fólk,
sum eru um tey 50-60 árini.
Tó er eisini fitt av ungum
fólki, ið hevur biðið um
eina íbúð. Eisini eru tað
nógv støk fólk, ið hava bí-
lagt sær eina av teimum
minnu íbúðunum, sigur
Høgni Mikkelsen.
Íbúðirnar eru í trimum
støddum. Tær størstu íbúð-
irnar eru 125 fermetrar,
meðan tær smærru eru
ávíkavist 63 og 75 fermetr-
ar. Høgni Mikkelsen sigur,
at tær størstu íbúðirnar upp
á 125 fermetar, ið eru átta í
tali, eru allar farnar, og
somuleiðis er bróðurpart-
urin av teimum 24 íbúðun-
um á 63 fermetrar farnar.
Sambært byggimeistaran-
um vísir tað seg, at fleiri og
fleiri eru áhugaði í at hava
okkurt minni at búgva í, tí
tey tíma ikki at hava so
nógv at fara um, sigur hann.
Alt liðugt síðst í
komandi ári
Arbeiðið við at byggja
nýggju íbúðirnar er væl
ávegis. Í løtuni er tað
betongarbeiði, ið verður
gjørt, men um stutt tíð fara
timburmenninir eisini í
gongd. Fyrstu íbúgvarnir á
Berjabrekku 3 flyta vænt-
andi inn í íbúðirnar í heyst,
men Høgni Mikkelsen sig-
ur, at tað veldst alt um,
hvussu vorðið er við økin-
um kring íbúðirnar. Hann
ætlar ikki, at fólk skulu
flyta inn, áðrenn tunga
ferðslan við lastbilum og
gravimaskinum er av, tí tað
kann man ikki bjóða fólki,
heldur hann. Tað skal verða
hampuligt at koma til og frá
íbúðunum, áðrenn nakar
flytur inn, sigur byggi-
meistarin. Alt arbeiði á
Berjabrekku 3 verður vænt-
andi liðugt seinast í kom-
andi
ári,
sigur
Høgni
Mikkelsen.
Sum sagt er tað Sp/f
Høgni Mikkelsen, ið stend-
ur fyri arbeiðinum í sam-
starvi við Articon, HMP
Consult, p/f Einar Mikkel-
sen, Arkitektavirkið Magn-
us Hansen, Havnar Timbur-
handil og Føroya Spari-
kassa. Arbeiðið upp á
Berjabrekku 3 gevur arbeiði
til gott og væl 30 mans,
harav teir 13 starvast hjá
Høgna Mikkelsen sjálvum.
Eigara-
íbúðir
ganga sum
heitt breyð
Hjá fyritøkuni Húsa-
mekling í Havn, sum
fæst við keyp og sølu
av húsum, siga tey
seg ikki síggja nakrar
ábendingar um, at
sethúsaprísirnir eru
á veg niður
SETHÚSA-
MARKNAÐUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nógv hevur verið tosað
um ringu tíðirnar, ið sig-
ast verða í væntu her á
landi. Ringar tíðir merkja
sum oftast eisini fallandi
húsaprísir, men hjá Húsa-
mekling merkja tey einki
til fallandi sethúsaprísir.
Áhugin ikki
minkandi
Á skrivstovuni hjá set-
húsasøluni Húsamekling í
Havn siga tey, at áhugin
fyri húsum er minst líka
stórur, sum hann hevur
verið seinnu árini. Stórur
áhugi er fyri sethúsum, og
serliga tey nýggjaru húsini
er løtt at sleppa av við,
verður sagt hjá Húsamekl-
ing. Eitt sindur eldri hús er
ofta eitt sindur longri tíð á
sølulistanum
enn
tey
nýggju, men tey húsini, ið
hava tvær íbúðir, verða
ógvuliga skjótt seld, siga
tey á Húsamekling.
Serliga í Havnini er tað
lætt at sleppa av við hús,
verður sagt, meðan tað
gongur eitt sindur meiri
striltið í onkrum øðrum
øki í landinum, har ar-
beiðsmarknaðurin er eitt
sindur meiri óstøðugur,
soleiðis hevur tað tó verið
í longri tíð. Hjá Húsa-
mekling hava tey úr at
gera, og tey duga sum
sagt als ikki at síggja nøk-
ur tekin í sól og mána um,
at sethúsamarknaðurin í
Føroyum er á veg niður-
eftir.
Sethúsaprísurin
ikki á veg niður
Byggimeistarin á Berjabrekku 3, Høgni Mikkelsen, sigur áhugan fyri nýggju eigaraíbúðunum vera ovurhonds stóran
Mynd: Terji Nielsen
Soleiðis er ætlanin, at Berjabrekka 3 kemur at síggja út, tá alt arbeiðið er liðugt
C
M
Y
K
5
4